hósdagur 6. juni 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. juni 2013 · Nr. 64
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
2.partur
Ætlanin er at halda eina minnisløtu
fyri A.C. Lützen hósdagin 13. juni.
Øll eru vælkomin.
Ætlanin er at byrja kl. 17 í Havnar
kirkju, har A.C. Lützen var organ
istur. Síðan verður farið ein túr á
søgulig støð, sum hava samband
við “føðingardagsbarnið”. Endað
verður úti í fabrikkini hjá Østrøm,
har tað verður samkoma og ein
drekkamuður.
Henda dagin kemur bókin “Dag
ligdagur í 19. øld” út. Høvuðsinni
haldið er tann hondskrivaða bókin
frá 1925 hjá Onnu Evensen, dóttir
A.C. Lützen. Bókin er 176 síður, og
hon er til keyps á hesi samkomu
fyri kr. 100.
Hetta er ein hugtakandi lýsing
av lívinum í Havn og Føroyum
seinnapartin av 19. øld. Men Anna
hevur eisini eina áhugaverda lýsing
av pápanum, og um hvussu hann
kom til Føroya við til stuttleika at
søkja starv sum lærari í Havn.
Í bókini eru eisini aðrar lýsingar
av A.C. Lützen, sum geva eina góða
mynd av einum merkismanni.
Loyvdi børnunum
at tosa føroyskt
Jens Marius Hentze skrivar í Tórs
havnar Skúlasøga:
A.C. Lützen var ógvuliga virkin
og nógv umhildin av havnarfólki,
bæði høgum og lágum og ikki minst
av børnunum.
Havnin vaks nógv seinnapartin
av 19. øld, so uppgávan at vera einsa
mallur lærari má hava verið ómeta
liga trupul. Men kortini hevði hann
stundir at taka sær av so mongum
uttan fyri skúlatíð t.d. sjónleiki og
øðrum mentanarvirksemi. Harum
framt var hann eftir at einahandilin
varð avtikin, eisini keypmaður.
Hann hevði handil í einum húsum
sunnan fyri Doktaragrund.
Dahlerup royndi í sínum lagi
at stinga honum skør, men Lützen
mátti ásanna, at teir ið aftaná komu,
vóru heldur ikki altíð so týdligir.
Tað gav at býta ein dagin, stutt
eftir at grind var deyð i Havn. Lær
arin kom spákandi eftir Áarvegnum,
tá hann møtti Holten amtmanni,
sum legði í krovið á honum og gav
honum av grovfílini á opnari gøtu.
Orsøkin var, at Lützen hevði givið
teimum elstu børnunum frí at fara
í grind uttan at skrivligt loyvi var
umbiðið frammanundan. Amtmað
urin kravdi skrivliga frágreiðing
og umbering frá honum fyri slíkt
“óskil”.
Frágreiðing fekk hann eisini,
men Lützen hevði áður víst, at
hann vildi ikki krúpa fyri amt
monnum, og tí kom eingin umber
ing. Hann skrivaði eitt greitt, heldur
hvassorðað bræv til skúlakommisi
ónina, har hann greiddi frá, at síð
an hann fór undir læraravirkið í
Føroyum, hevði tað verið siðvenja,
at tey elstu børnini fingu frí uttan
nakað hóvasták, tá grind doyði,
bæði tann dagin og dagin eftir
drápið.
A.C. Lützen var lærari í Havn í 36
ár, og hann skilti føroyskt talumál
og loyvdi børnunum at tosa tað,
eisini til próvtøkurnar.
Langt aftaná tíðina hjá Lützen
vóru næmingarnir noyddir at tosa
danskt við donsku lærararnar.
Anna Cathrina Michelsen:
Lützen var ein framúr lærari
Tað finst eisini ein frásøgn hjá ein
um næmingi hjá A.C. Lützen. Hetta
var Anna Cathrina Michelsen, sum
fór í skúla í 1859. Í 1927 skrivaði hon
eina frásøgn í Varðanum, sum kall
aðist Skúlagangur í Havn fyri 70
árum síðani.
Her skulu brot takast úr hesi
grein:
Einsamallur var hann lærari, tó
børnini vóru mong. Í 1859 varð býtt
sundur í tríggjar klassar, í mínum
klassa vóru 36 børn.
Vit lærdu í skúlanum religión,
skriving, rokning, danskt, rættskriv
ing, danmarkarsøgu, eitt sindur av
veraldarsøgu og geografi. Eisini
sang høvdu vit. Lützen dámdi so
væl at syngja.
Religión var tað, ið mest galt
um. Einki annað setti hann nakran
eftir fyri. Nærlagdur var hann, sum
óivað fáur lærari.
Tað var ikki bert lærdóm, vit
fingu frá gamla Lützen, hann var
okkum í øllum eitt gott fyridømi.
Hann lærdi okkum góðan fólka
skikk, og ikki var hann vanur at gera
mannamun hvørki á tilkomnum
fólki ella á børnum. Tá ið foreldur
komu til at lurta eftir, beyð hann
tey altíð koma inn, tók í hondina á
teimum og fekk teimum sess.
Íðin var Lützen sum lærari,
men eisini á annan hátt var hann
Havnini ein góður maður. Deknur
var hann í mong ár. Men eisini
verðsligum virki var hann uppi í, t.d.
var hann oftast við, tá ið sjónleikur
varð framførdur, og ofta fingu vit
børn tá atgongumerki frá honum.
Ógvuliga dansksinnaður maður
var hann. 1864, árið tá ið Danmark
misti Suðurjútland, var hann ríkis
dagsmaður fyri Føroyar – tá siga
tey, at hann græt.
[Tá kom hansara heimbygd Hors
bøl at liggja í Týsklandi.]
Tá ið hann talaði við okkum um
Danmørk og Danmarkarsøgu, talaði
hann altíð so hjartaliga, at ikki er at
undrast á, um vit, sum gingu í skúla
hjá honum, komu at vera góð við
Danmørk.
Tá ið vit vórðu konfirmerað og
fóru úr skúlanum, segði hann við
okkum, at hann vildi geva okkum
eitt lítið orð á vegnum, tað var lítið
men goymdi alt: »Alt hvad I vil, at
Menneskene skulle gøre imod eder,
det gøre I ogsaa mod dem.«
Hasi orðini hugsi eg altíð um, tá
ið eg minnist á gamla Lützen. Friður
yvir hansara minni.
Eva Lützen
Anna Katrina skrivar eisini, at Eva,
kona Lützen, var góðhjartað. Eingin
fór frá henni ótroystaður, eisini eitt
sera dugandi fólk, røsk sum fá til at
arbeiða. Umframt at hon gjørdi alt
arbeiði í húsinum, vav hon fyri fólk.
Ikki var Lützen komin so langt, sum
hann kom, uttan hana, tí lønin var
lítil.
Small deyður niður
fyri kongi
Tað er kent, at A.C. Lützen doyði,
meðan hann talaði fyri Christian 9.,
kongi, tá ið hann kom til Havnar á
vitjan í 1874.
Anna greiðir í síni bók gjølla
frá hesum tilburði, og greiddi m.a.
soleiðis frá:
Da Kongechaluppen kom sejlende
ind mod Broen, viftede Folk med
Lommetørklæder og raabte hurra
og hurra i en uendelighed. Endelig
steg Kongen i Land, og min Fader
begyndte Velkomsttalen. Fader var
meget bevæget, medens han talte.
Stemmen blev svagere og svagere.
Jeg ved ikke om han naaede enden
med Talen, men Bevægelsen truede
med at overvælde ham. Kongen
tog da resolut Faders Haand i sin
og sagde ham tak for den smukke
Tale. Fader bøjede sig, jeg troede
det var for Kongen, men saa var der
en ung Mand, der tillige med min
Mand greb Fader, der pludselig sank
sammen. Man troede, at Fader var
besvimet, og han blev baaret ind i
et Hus i nærheden. Kongen og Prins
Valdemar fulgte med, og der blev
sendt Bud til Moder om at komme, da
Fader var besvimet. Der kom straks
to Læger, men der var ikke noget at
gøre, Fader var død af Hjerteslag, død
med sin Konges Haand i sin, og det
var den skøneste Død han kunde
faa. Fader holdt meget af Kongen og
Kongefamilien.
Kongen var meget bevæget over
Faders død, og han søgte straks at
mildne Ulykken. Han spurgte om
der var uforsørgede Børn. Moder
fik ikke Pension. Kongen tilbød af
sin egen Lomme at betale Moder
400 om aaret, om det var Rigsdaler
eller Kroner, husker jeg ikke. Det
var jo mange Penge dengang og en
stor hjælp for Moder, der fik dem
ligesaa længe hun levede.
Tað er eisini hugtakandi at lesa í
bókini frásøgnina hjá Georg Linden
skov f. 1849 frá hesi hending og tað
ummæli, hann gevur A.C. Lützen.
A.C. Evensen fyrstur at
prædika á føroyskum
Ein sonur Onnu og Jens Christian
miðvikan
A.C. Lützen: Doyði
fyri føturnar á kongi
Tann 13. juni eru liðin 200 ár síðan A.C. Lützen varð føddur. Í hesi Miðviku skal
verða greitt frá Lützen sum skúlamanni og um hansara kongaliga deyða
Havnin og Áarvegur í 1839, árið eftir at A. C. Lützen kom higar
Christian IX. kongur var á
vitjan í Føroyum í 1874