hósdagur 6. juni 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. juni 2013 · Nr. 64
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Keypssamtøkan í Vágum
FK í Vágum sóknast eftir
Røskum
starvsfólki
Vit sóknast eftir einum røskum fólki við
góðum røkiskapi og áræði at byrja skjótast
til ber í deildini í Miðvági
Arbeiðstíð: Uml. 25 tímar um vikuna
Arbeiðsuppgávur:
• at bíleggja vørur
• at seta vørur á hillarnar
• at sita við kassan
• alt fyrifallandi arbeiði, sum vanligt er
inn an handil
Vit rokna við, at tú
• ert røkin
• ert blídlig/ur av lyndi
• ert álítandi
• ert lagalig/ur
• trívist væl við nógvum og
fjølbroyttum uppgávum
Løn: Sambært S&K sáttmálanum
Um tú vilt vita meira um starvið, ber til at
ringja til leiðaran Álv Samuelsen,
tel 221130
Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi
innan mánadagin 18. juni 2013
FK Vágar
Skaldarvegi 2
FO 370 Miðvági
Att.: Álvur Samuelsen
ella sum teldupostur til: as@fk.fo
Ergoterapeutur til
Heimatænastuna
øki 2 - norður
Søkt verður eftir ergoterapeuti til Heimatænastuna
øki 2 vegna barnsburðarfarloyvi í tíðarskeiðnum frá
01.08.13 til 31.05.14.
Talan er um fulltíðarstarv við tænastu í øki 2 og við
útgangsstøði frá Røktarheiminum á Mørkini.
Sum Økisterapeutur er tú partur av terapeuttoymi
okkara, ið veitir tænastur til allar borgarar í Øki 2 bæði til
einstaklingar og til bólkar.
Toymið hevur ábyrgd av
• Fyribyrgjandi venjingum fyri heimabúgvandi, sum er
skipað á øllum Røktarheimum í økinum.
• Venjing fyri borgarar á stovni og endurvenjing fyri
heimabúgvandi.
• Í tvørfakligum samstarvi at skipa
gerandisrehabiliteringina í økinum
• Gera førleikametingar av borgarum inni og úti í
økinum
• Vegleiða og undirvísa øðrum starvsfólkum
• Vegleiða og stuðla borgaranum til størst møguligt
sjálvbjargni.
Mál okkara er at skipa eina fyrstafloks samansjóðaða
nærtænastu, har vit við umsorgan stuðla virkisførleika
og vælveru hjá tí einstaka borgaranum. Har góður
yrkisligur og menniskjaligur kunnleiki miðvíst tryggjar,
at borgarin er í góðum hondum.
Vit vænta av tær, at tú
• Hevur útbúgving sum ergoterapeutur, og
starvsroyndir í yrkinum
• Hevur hug at virka í samsvar við “Eden”hugsjónina
• Hevur royndir innan eldraøkið
• Hevur evni at samstarva við húsfólk, avvarðandi,
starvsfólk og leiðslu
• Hevur telduførleika á brúkarastøði
• Ert arbeiðssom/samur og fleksibul
• Ert kreativ/ur og ikki bangin at fyri at finna nýggjar
vegir at møta avbjóðingunum
Vit kunnu bjóða
Eitt dynamiskt og fjølbroytt starv
Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
Eitt starv við nógvum avbjóðingum
Fakliga og persónliga menning
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í
Heimatænastuni í øki 2 við útgangsstøði frá Røktar
heiminum á Mørkini. Løn og setanarviðurskifti er sam
bært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Ergo tera
peutfelagið. Tann ið settur verður má tola møguligar
bygnaðarbroytingar.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Kristbjørg
Toftegaard, leiðara á tlf. 793251, ella Benadictu Ellings
gaard, samskipara í økisterapiini tlf. 793204.
Umsóknir
Skrivlig umsókn saman við avriti av prógvum, viðmælum
v.m. skal sendast til:
Heimatænastan øki 2
Att: Sonja Klein, økisleiðari
Hornavegur 12
370 Miðvágur
Teldupostur: oki2@av.fo
Umsóknarfreist 21. juni 2013 kl. 12.00
Starvslýsing
Smyrilsvegur 20 · Postsmoga 3096 · 110 Tórshavn · Tel 360000
Faks 360001 · av@av.fo · www.av.fo
www.av.fo
Almannaverkið er Føroya Størsta arbeiðspláss við 1.700 starvsfólkum,
sum árliga veita 14.000 borgarum eina tænastu ella eina fíggjarliga
veiting. Almannaverkið umsitur 1,7 mia. árliga
Heimatænastan
Advokatvirkið