hósdagur 6. juni 2013síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Fríggjadagur 7. juni 2013 · Nr. 64
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
merkisdagar
80 ára føðingardagur
28. mai fyllir Esther Smidt Nónsgjógv við Gjógv 80 ár.
Í hesum sambandi bjóða vit tann 8. juni til brunch frá kl 11
í Bygdarhúsinum við Gjógv.
80 ára føðingardagur
7. juni fyllir Thor Andersen 80 ár og í hesum sambandi verður
opið hús í AB-húsinum 7. juni frá kl. 15.00 til kl. 20.00. Øll tit,
ið vilja gleða Thor, eru hjartaliga vælkomin at støkka innar
á gólvið.
Gullbrúdleyp
Mikudagin 3. juli hava hjúnini Kaja og Eyðfinn Jacobsen,
Kambsdali, gullbrúdleyp. Dagurin verður hátíðarhildin heima
við hús, Kráarvegur 5, leygardagin 6. juli millum kl. 14.00 og
20.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Kaja og Eyðfinn
Brúdleyp
Leygardagin 22. juni giftast Sára Olsen og Hallstein E
Jacobsen, Klaksvík. Vígslan verður í Betesda kl.13:00. Veitslan
verður hildin í bygdarhúsinum í Leirvík kl.19:00. Tey, ið ynskja
at halda dagin saman við okkum, verða vinarliga biðin um at
tekna seg hjá Sáru á tlf: 263350 ella hjá Hallstein á tlf: 223351
í seinasta lagi tann 9. juni.
Brúdleyp
13. juli skulu vit, Alice Jespersen, Hvalba og Jaspur Tausen,
Porkeri, giftast. Vígslan verður í Vitninum í Hvalba kl. 13.00.
Veitsla verður fyri innbodnum í skúlanum í Porkeri kl. 17.30.
Og opið hús, har øll eru vælkomin, verður í skúlanum í Porkeri
frá kl. 20.00.
Alice & Jaspur
Brúdleyp
Leygardagin tann 29. juni giftast í Glyvra kirkju Magnus
Hendriksson Olsen, Skálavík og Elly Lind Jóanesarson, Runa
vík. Vígslan verður kl 10. Brunch verður í Sjókaféini í Runavík
millum kl 11 og 15. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin 13. juli kl. 13 giftast í gamla prestagarðinum á Nesi,
Alis Jacobsen, Toftir og Knud Flemming Vígdá, Fuglafjørður.
Døgurði verður fyri innbodnum. Frá kl. 21 á kvøldi eru tey, ið
hava hug at gleðast saman við okkum, vælkomin til kakur og
kaffi í Nebo á Toftum.
Alis og Knud Flemming
Brúdleyp
Leygardagin 6. juli kl 11, giftast í býráðssalinum Rói Jacobsen,
Klaksvík og Marita Hansen, Klaksvík. Tey, ið vilja gleðast
saman við okkum, eru vælkomin til opið hús í hølunum hjá
Húsmøðrafelagnum, Bøgøta 3 Klaksvík frá kl 14:00 til 18:00.
Døgurði verður fyri innbodnum kl 19:00.
Brúdleyp
Leygardagin 27. juli kl. 13 giftast í Skála Kirkju Sissal Gothard
Danielsen, Strendur, og Olgar Jan Sámalsson Lervig, Skáli.
Brúdleypið verður hildið í Bygdarhúsinum á Strondum kl 19.
Tey, ið ynskja at hátíðarhalda dagin saman við okkum, kunnu
tekna seg hjá Sissal (sissaldanielsen@live.dk, tlf. +45 29 92 21
70), hjá Olgar Jan (olgarjan@gmail.com) ella hjá Eyðbjørg
Lervig (tlf. 74 16 76). Tekningarfreistin er 15. juni.