Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-06, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juni 2013síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. juni 2013 · Nr. 64 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Bjóða tær sjálvum av og far sjóvegis út í søguríku Stóru Dímun Hetta er ein spennandi túrur fyri tey, sum vilja hava eina øðrvísi avbjóðing við sigling og nakað av klúgving. Ein skal vera hampuliga væl fyri og tora eitt sindur. Túrurin er ikki egnaður fyri børn yngri enn skúlaaldur, men tó lættur fyri tey allarflestu. Túrurin gevur eina ótrúliga vakra náttúruppliving, har tú kemur heilt nær stórslignu oynni við steyrrøttu bjørg­ unum, Rakhellu og Kleivini umframt vitjanina á heimsins mest fjarskotna bóndagarði. Fysiska avbjóðingin at fara upp gjøgnum Kleivina gev­ ur eitt stórt nøgdsemi, men mentala nøgdsemið er upp­ aftur størri. Hetta er jú oyggin, vit øll kenna aftur frá søgnunum serliga kendar úr Brestis kvæði og søguni um Anniku í Dímun. Men fyrst og fremst er hetta eitt stað, sum er rættiliga óávirkað av tíðarinnar broytingum, hóast hon fult og heilt er dagførd til dagin í dag. Tú verður móttikin av bóndanum, tá tú stígur fótin á land í gjánni, og hann syrgir fyri, at tú trygt kemur upp á oynna og oman aftur til sjóar. Uppi á oynni bjóða bóndahjúnini kaffi og okkurt gott afturvið og siga frá um søguna og um lívið á hesi útoyggj. Tú fært møguleika at ganga runt har uppi á oynna í umleið ein tíma. Blíðskapurin umborð á Thorshavn er ikki minni. Tú fært tú ein kaffimunn, meðan vit sigla út í oynna. Túrurin út tekur um ein tíma. Tá tú kemur umborð aftur á Thorshavn, borðreiða vit við einari framúr góð­ari fiska­ suppu frá Seglloftinum. Vit skipa sjálvandi eisini fyri, at tú kemur aftur og fram við bussi. Túrarnir verða fyriskipaðir leygardagar, tá tað viðrar. Tað er týdningamikið, at tú gevur Kunningarstovuni títt fartelefonnummar ella tedupostadressu, so vit fáa fatur á tær, um túrurin verður útsettur orsakað av veðri. Farið verður av Hvalba um 10 tíðina, so møguleiki er fyri hjá fólki norðarnfjøðs at koma við. Smyril er á Krambatanga kl. 9, og har stendur bussur, sum koyrir teg til Thorshavn. Tú ert aftur á Tvøroyri millum 3 og 4. Túrarnir verða fyriskipaðir í juni, juli og august mánaði. Túrurin verður bert gjørdur, um í minsta lagi 15 fólk hava teknað seg. Túrurin er eisini sera væl egnaður sum útferð hjá arbeiðsplássum og ikki minni hjá familjum, sum vilja hava eina sterka felags uppliving. Kostnaður vaksin: 750 kr og børn undir 12 ár: 400 kr. Tekning á tlf. 61 10 80 Tíðindaskriv Terroristar á rennibreytini Hon er kanska vakrasta renni­ breyt í verðini – rundan um teg sært tú hav, heyggjar og fjøll, og eg eri á henni so at siga hvønn dag. Tað undrar meg nógv, at brúkararnir blaka rusk frá sær á breytini. Hetta eru í flestu førum ung og børn, sum annars frá barnagarðs­ aldri hava lært at rudda upp eftir sær í natúruni, men í gjárkvøldið tók eg sjálvboðin heili sjey plastikbikar upp, tveir plastdunkar, fimm vanlig tyggigummi og eitt yvirvaksið bubbbligummi + ein tóman plastikposa. Ser­ liga ringt er tað framman fyri amboðs-húsinum. Hyggið sjálvi. Tí heiti eg á allar venjarar og vaksnar brúkarar: Gloym­ ið alt um medaljur eina løtu og lærið tey ungu frá fyrsta degi: hvørt nikk og prikk skal takast upp, áðrenn vit fara heim, soleiðis er tað bara. P.S. Har kundu væl verið nøkur fleiri ruskíløt. oj@kallnet.fo Kjak Oddvør Johansen Kjak Slóðbrótandi verkætlan At Annikka Olsen landsstýris­ kvinna í dag setti spakan í til nýggjar íbúðir til fólk við serligum avbjóðingum í Klaks­vík , er onki minni enn slóðbrótandi innan hetta økið í Føroyum. Annika Olsen hevur stóra tøkk uppiborna fyri um­sorg­ an og hjartalag fyri okkaru kæru við serligum avbjóð­ ingum. Hesi, sum í áravís tolin hava staðið og bíðað aftarlaga í køini fyri at fáa eina íbúð, so tey kunnu fáa eitt meira virðiligt lív. Hetta skal ikki skiljast soleiðis, at tey ikki hava havt tað gott heima. M en tað er nú einaferð soleiðis , at foreldrini/avvarðandi eldast og hava ikki somu umstøður og orku at ansa teimum alt lívið. Øll hava vit eisini tørv á, at vera fyri okkum sjálvi. Sum fyrrverandi forkvinna í sosialu nevnd føli eg hetta sum ein stóran dag. Júst hesar íbúðir í Klaksvík vóru eitt av mínum hjartamálum seinastu setu í býráðnum. Alt býráðið stuðlaði hesi verkætlan. Har eg sum forkvinna í sosialu nevnd somuleiðis hevði av­ bera gott samstarv við tá­ verandi landsstýriskvinnu í almannamálum Rósu Sam­ uelsen, sum legði hesa verk­ ætlan fyri tingið. Síðan eg bleiv vald í løgtingið havi eg somuleiðis lagt nógva orku í fyri at fáa hesar íbúðir gjørdar til veruleika. Hetta er eisini eitt gott dømi um, hvussu væl tað kann ganga, tá ið land og kommunur arbeiða saman, fyri at náa einum góðum úrsliti. Í hesum førinum hevur Klaksvíkar kommuna goldið fyri niðurtøku av gl. Lækna­ húsunum og skal gera stykkið byggibúgvi. Landið skal so byggja íbúðirnar og rinda raksturin. Verkætlanin kemur vænt­ andi at geva uml. 20 føst og støðug ársverk innan hetta økið í Klaksvík. Tað gleðast vit eisini um. Øll í landstýrinum, løg­ tinginum og Klaksvíkar kommuna hava stóra tøkk uppiborna, at hendan slóð­ brótandi verkætlanin nú gerst veruleiki . Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur Løgtingslimur