hósdagur 6. juni 2013síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 7. juni 2013 · Nr. 64
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fleiri enn 600 næmingar mugu fáa ein skúla
Tað ganga millum 600 og
800 ungdómar um árið í
musikkskúla í Havn, og enn
fleiri standa á bíðilista. Men
skúlin er langt síðani voksin
úr sínum kørmum.
Eingin ivi er um, at musikk
skúlin hevur prógvað sítt
virði í fyri langari tíð síðani.
Hann
hevur
lagt
lunnar
undir okkara ríka tónleikalív.
Hevur verið við til at menna
alla skúlaskipanina, eins og
økt munandi um trivnað og
kreativar førleikar millum
børn og ung.
Harumframt hava musikk
skúlarnir ment einstaklingar
og tónleikabólkar, sum bæði
heima og úti skara fram úr,
og teir hava sett tónleikarar
við, so at vit kunnu hava eitt
symfoniorkestur, sum valla
átti at borið til í so lítlum
landi.
So árliga íløgan í Tórs
havnar Musikkskúla kemur
flerifalt aftur. Men neyðugt
er at hava eitt stað at reka
virksemið.
Nýggi musikkskúlin kemur
at liggja millum Sundsvegin
og Ringvegin – í Sortudíki,
tað vil siga á fløtuni niðanfyri
Norðurlandahúsið.
Grundgevingin
fyri
at
staðseta nýggja musikkskúlan
her er, at tað eru so nógvir
møguleikar fyri samstarvi
millum
Norðurlandahúsið,
Musikkskúlan
og
eisini
Kringvarpshúsið bæði um
hølir og annað. Á henda hátt
skapa vit eitt kraftsentur í
økinum, har størst møgulig
nytta fæst av umstøðunum í
teimum mentanarhúsunum,
sum vera har.
Av tí at Norðurlandahúsið
má metast at vera ein byggi
listarlig
perla,
hevur
tað
eisini verið umráðandi, at
musikkskúlin spælir saman
við Norðurlandahúsinum og
at bygningarnir hóska væl
saman.
Gongur alt sum ætlað, so er
málið, at nýggi musikkskúlin
í Havn verður klárur at taka
í nýtslu við skúlaársbyrjan
2015. Tað fara vit at streingja
á.
Helena Dam
á Neystabø
Forkvinna í
Mentanarnevnd
Tórshavnar Býráðs
D
anski høvuðsstaðurin
prógvar í stóran mun okkara
páhald um tað neyðuga í at hava
ein sterkan høvuðsstað, sum ikki
kappast við okkara egna útjaðara,
men mennir seg í kappingini við
stóru býirnar í grannalondunum.
Ofta ljóðar, sum politikkarar bara
tosa um at fáa fólk í útlegd og
lesandi heimaftur til Føroya, so
eru allir trupulleikar loystir. Tað
skulu vit eisini gera, men av nógv
størri týdningi er, at hjúkla um tey,
sum eru her, sum búgva her og
sum arbeiða her. Okkara ungu,
sum í løtuni byggja okkara land
upp og skapa og tryggja okkum
framtíðina.
Vit vita, at tá tað fyrr nærum bara
vóru vinnukarmar og
vinnumøguleikar, ið avgjørdu,
hvar fólk valdu at seta búgv, er tað
í dag í stóran mun vitanarvinna og
mentan. Vit síggja eisini í kann
ingum, at ungdómurin í útlegd
treytar sær at búgva í høvuðs
staðnum, um og tá hann kemur
heimaftur. Tí kappast vit í okkara
planlegging ikki við onnur støð í
Føroyum, men móti útlandinum,
sum í rættiliga stóran mun kann
drena okkara samfelag fyri
serkunnleika.
Áhugavert er at samanbera við
danska høvuðsstaðin. Donsku
serfrøðingarnir tykjast samdir um,
at ein sterkur høvuðsstaður
dregur til sín útlendskar íløgur.
Hesar íløgur avgera í stóran mun,
hvat slag av vinnu verður skapt í
høvuðsstaðnum.
Landspolitikkararnir standa tí í tí
truplu støðu, annaðhvørt teir
skulu lata standa til, ella enntá
stuðla høvuðsstaðnum í at vaksa
enn meira, ella um teir skulu halda
á við at draga tilfeingi úr
høvuðsstaðnum út í harðast rakta
útjaðaran.
Nú vísa serfrøðingar á, at tað ikki
tørvar at vera nøkur togan um
pengar millum høvuðsstaðin og
restina av landinum. Teir síggja
ein fyrimun í at lata høvuðsstaðin
vaksa og samstundis byggja
infrastrukturin út og stuðla smáu
vakstrarøkjunum. Tað gevur tí
onga meining at berjast móti
høvuðsstaðnum, men at tað
gongur væl hjá høvuðsstaðnum
eigur ikki at merkja, at onnur øki í
landinum gerast minni
kappingarfør.
Høvuðsstaðurin
eigur vøksturin
Vandin er altíð, at landspolitiska
kjakið bara fer at snúgva seg um
økismenning og at flyta stovnar úr
høvuðsstaðarøkinum. Í Danmark
verður framleiðsluídnaðurin í
útjaðaranum stuðlaður, eitt nú við
lægri avgjøldum. Men úrslitini
seinastu árini vísa eina sera greiða
gongd: Síðan kreppan rakti
harðast fyri fimm árum síðan
hevur fíggjarliga framgongdin í
Keypmannahavn verið sera stór,
meðan restin av landinum hevur
upplivað stóra afturgongd.
Høvuðsstaðurin eigur einsamallur
allan vøksturin í bruttotjóðar
úrtøkuni seinnu árini – hini økini
draga niður í roknistykkinum!
Ein kanning hjá Nykredit
vísir, at hendan gongdin fer at
halda fram. Kanningar vísa,
at vinnustruktururin í Keyp
mannahavn lagar seg eftir,
hvørjum framtíðar marknaðir
spyrja eftir. Størsta vinnuøkið
er tænastuvinnan og hendan at
kalla finst ikki í smáu økinum,
sum tí als ikki kunnu kappast við
høvuðsstaðin. Søguliga orsøkin
til hetta er, at síðan sjeytiárini
eru ídnaðarfyritøkur í stórum tali
fluttar úr høvuðsstaðnum vegna
trongan infrastruktur og strong
umhvørviskrøv í tættbygdum øki.
Hetta gagnaði tá útjaðaranum og
Keypmannahavn sum var um at
fara á heysin. Men úr
húsatoftunum vuksu aðrar
vinnur, peningastovnar, trygging
arfeløg, pensjónsfeløg, KT-ráð
geving, flutningsfeløg, sniðgeving,
smærri vinna og handil, sam
stundis sum mentanin og skúla
skapurin blómaði á øllum økjum.
Og nú 30 – 40 ár seinni fækkast
ídnaðararbeiðsplássini úti um
landið støðugt, meðan vinnan í
Keypmannahavn bara veksur.
Danmarks Statistik vísir sam
stundis á, at næstu 30 árini fer
fólkatalið í høvuðsstaðnum at
vaksa, meðan tað alla aðrastaðni
uttan í Århuus fer at minka.
Fyri bara 20 árum síðan sá ongin,
at Keypmannahavn skuldi gerast
størsta vakstrarøki í Danmark. Í
1992 skemtaðu politikarar í
útjaðaranum við, at kirkjuspírini í
høvuðsstaðnum ikki longur vóru
løgd við gulli – tað var tikið niður
at gjalda skuldina hjá tí tóma
kommunukassanum við. Loysnin
kom við risastóru íløgunum í
infrastrukturin, metroskipanina
og Oyrasundsbrúnna. Tað setti
ferð á vøksturin á arbeiðsplássum
og innan húsabygging. Fólkatalið
vaks og peningurin streymaði inn
í kommunukassan.
Tann sterki høvuðsstaðurin
Hetta skapti tann sterka
høvuðsstaðin. Í dag kappast
Keypmannahavn at kalla als ikki
við stóru býirnar sum Århus,
Odense ella Aalborg. Býurin
kappast eitt nú við Stockholm,
London og Hamburg. Lands
fíggjarliga eru stórir fyrimunir í at
hava ein sterkan høvuðsstað, og
staðfest verður ferð eftir ferð, at
tað er alneyðugt at hava ein
sterkan høvuðsstað, skal landið
standa seg í kappingini við stóru
býirnar í grannalondunum.
Okkara høvuðsstaður hevur í dag
eitt fjølbroytni, sum tiltalar tey
flestu, uttan mun til, um tey eru
býarfólk ella trívast best í fjarbýli í
útjaðara ella á bygd – vit hava øll
tilboðini innanfyri kommunu
mark. Tað, sum vantar, eru fleiri
útbúgvingartilboð og lagaligari og
fjølbroyttari búsetingarmøgu
leikar. Á báðum hesum økjum
verður arbeitt hart í løtuni at
finna loysnir, sum í fleiri førum
eru á gáttini til at gerast veruleiki.
Sum eg mangan havi víst á, so
verður kappingin á framtíðar
altjóða marknaðinum ikki um olju
og makrel. Føroyar og høvuðs
staðurin hava brúk fyri fólki við
góðum útbúgvingum í arbeiðnum
at flyta landið fram til at gerast
eitt vitanarsamfelag. Tað hevur
verið okkara høvuðsboðskapur í
áravís. Tí er tað ein stór avbjóðing
at tryggja, at tey fólk, sum í løtuni
skapa okkara vælferð, fram
haldandi trívast her og ikki rýma.
Tað hevur minst líka stóran
týdning sum at tryggja, at tey
lesandi koma heimaftur.
Samstundis eru vit varug við, at
høvuðsstaðurin er í harðari
kapping við høvuðsstaðir og
stórbýir suðuri á europeiska
meginlandinum. Tí brúka vit
nógvar pengar og leggja stóra orku
í at gera Tórshavn til tann góða og
savnandi høvuðsstaðin við
støðugt sterkari atdráttarmegi.
Siktið er, at fólk við útbúgving,
ambitiónum og framtíðar
dreymum skulu trívast og velja
Tórshavn fram um aðrar býir.
Okkara vón er, at landspolitikk
ararnir eisini skilja rætta
samanhangin.
Tórshavn 04. juni 2013
tíðargrein
Tann mennandi høvuðsstaðurin
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Á fundi í Mentanmálanevndini í Tórshavnar Býráði var í dag samtykt at taka undir við
skipanaruppskoti til ein nýggjan musikkskúla í Havn og at fara víðari við projektinum.
Skipanaruppskotið, sum nú fyriliggur, heldur seg innan fyri teir karmar, sum eru settir av til
endamálið. Miðað verður eftir at bjóða byggingina út um ársskiftið.