hósdagur 6. juni 2013síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 64 · 7. juni 2013
4
VIKUSKIFTI
Rannvá G. Fossaberg
Hvørt ár fara føroyingar til Rumenia
at hjálpa teimum, sum eru illa stødd.
Tey fátækastu í Rumenia hava ongan
mat, ongi klæðir og hava ikki ráð
til heilivág, tá teimum tørvar tað.
Tann í dag 21 ára gamla Estera,
sum býr í romenska býnum Urinicani,
er úr einum av teimum mongu fátæku
familjunum í Rumenia. Líka síðani
1993 hava føroyingar, sum eru farnir
til Rumenia við klæðum, mati og aðrari
hjálp, stuðlað Estera, mammu hennara
og teimum sjey systkjunum, hon hevur.
- Hjálpin úr Føroyum hevur havt
eina ótrúliga ávirkan á okkum. Bæði
andaliga og fíggjarliga. Tað er ikki
víst, at eg hevði sitið her í dag, um ikki
føroyingarnir høvdu veitt okkum hjálp,
sigur Estera, sum dugir nakað av ensk
um máli. Tað er eisini á enskum, at hon
greiðir frá síni søgu.
Áttu ongar pengar
Fyrstu ferð Estera og hennara
familja fingu hjálp frá føroyingum
var í 1993, tá Estera einans var átta
mánaðir gomul. Um tað mundið
var fíggjarstøðan hjá romensku
familjuni alt annað enn góð.
- Vit høvdu bara eina inntøku, tí
mamma bleiv einkja, tá eg var tríggjar
mánaðir. Vit búðu í somu íbúð, sum vit
búgva í í dag, men vit høvdu ikki ráð til
at hava nakað stórvegis inni í íbúðini,
sigur Estera og heldur fram:
- Nú, tá eg hyggi aftur á ta tíðina,
dugi eg at síggja, júst hvussu fátøk vit
hava verið. Onkuntíð hevði mamma ikki
pengar til mat, greiðir Estera frá.
Heldur ikki rakk pengapungurin til
heilivág og læknahjálp. Tí var tað ein
torfør støða, sum mamma Estera var í,
tá lítla dóttirin bleiv innløgd á sjúkra
húsið við ógvusligum bruna í øðrum
oyranum.
- Eg havi fingið fortalt, at mamma
var í dýrastu neyð á sjúkrahúsinum, har
eg var innløgd, tí hon hevði ikki ráð til
at rinda fyri viðgerðina, sum eg fekk á
sjúkrahúsinum. Men tá komu tveir før
oyskir menn, sum hava stuðla og hjálpt
okkum øll hesi árini, og góvu mammu
pengar, soleiðis at til bar at gjalda fyri
viðgerðina á sjúkrahúsinum, fortelur
Estera.
At standa einsamøll við átta
børnum, onga fasta inntøku hava og
alskyns trupulleikar, ið standast av tí,
var gerandisdagur fyri mammu Estera.
Mamman var í svárari neyð og ynskti
ikki, at børnini skuldu liva í slíkum fá
tøkradømi.
- Einaferð var hon so illa fyri av
støðuni, at hon umhugsaði at gera av
við seg. Á tann hátt var staturin sostatt
noyddur til at taka sær av okkum syst
kjunum. Men um somu tíð var tað, at
føroyingarnir byrjaðu at koma til okkara
og hjálpa. So tú kanst siga, at hjálpin
úr Føroyum bjargaði eisini mammu.
Fáa klæðir og mat
Tvær ferðir um árið fer ein bussur úr
Føroyum til Rumenia við klæðum og
brúkslutum, sum tey, ið eru illa stødd
har á leiðini, hava tørv á. Somuleið
is fáa fátøku íbúgvarnir pengar til
mat og heilivág. Hóast heilivágur er
ógvuliga bíligur í Rumenia saman
borið við Føroyar, ber ikki til hjá
teimum fátækastu at keypa tann
heilivágin, tey hava fyri neyðini.
- Vanligur heilivágur so sum penicil
lin kostar eini 12 krónur, og tað er ikki
nógv fyri tykkum í Føroyum. Men fyri
tey fátøku í Rumenia er torført at finna
hasar 12 krónurnar, sigur Estera.
Umframt mat, klæðir og pengar
fortelur Esteria, at føroyingarnir eisini
gera nógv burtur úr andaligum arbeiði,
har hon og familja hennara búgva.
- Føroyingarnir hava til dømis stovn
að skúlar og byggt samkomur. Meðan
teir eru í býnum, plaga teir at skipa
fyri møtum og eru eisini at síggja á
gøtunum millum fólkið, har teir býta út
traktatir, fortelur Estera.
Hon býr heima í íbúðini saman við
52 ára gomlu mammuni og 21 ára
gamla beiggjanum. Hini systkini búgva
aðrastaðni.
- Vit hava ikki so nógv, men vit klára
okkum , sigur Estera og hugsar um,
hvussu tað hevði verið, um so var, at
tey ikki vóru so heppin fyri 20 árum
síðani, tá bussurin úr Føroyum steðgaði
tætt við hjá teimum.
- Uttan føroysku hjálpina hevði eg
kanska ikki verið her í dag. Eg kann als
ikki lýsa við orðum, hvussu takksom
eg eri. Kanska var eg endað á einum
barnaheimið og ongan góðan havt, tí
sum sagt, so var mamma nær við at
geva skarvin yvir orsakað av truplu
støðuni, hon var í.
Ógloymandi ferð til Føroya
Herfyri fekk 21 ára gamla Estera
møguleika at koma til Føroya at vitja
tey fólkini, sum øll hesi árini hava
verið í Rumenia og hjálpt teimum.
- Tá føroyski hjálparbussurin, sum
var hjá okkum í mai mánaði, skuldi
aftur til Føroya, bleiv eg boðin at koma
við og uppliva Føroyar. Eg helt, at tað
kundi verið stuttligt at heilsa upp á
tey fólkini, sum hava verið í Rumenia
við hjálp, og teirra familjur. Tískil var
eg ikki sein at takka fyri innbjóðingina,
sigur Estera.
Túrurin til Føroya var ein ógloym
andi uppliving fyri romensku gentuna,
tí hon hevur ongantíð ferðast áður.
Á túrinum upplivdi hon ymiskt, hon
ongantíð áður hevur hoyrt um.
- Á ferðini til Føroya royndi eg fyri
fyrstu ferð at vera í einum elevatori.
Tað var á einum gistingarhúsi, sum vit
búðu á ta einu náttina. Eg var í dýrastu
neyð, tí eg ánaði ikki, hvat eg skuldi
gera, og eg haldi, at eg helt øgiliga
fast um eitt hondtak í elevatorinum, tá
hann var á veg niðureftir, greiðir Estera
frá.
Heldur ikki er hon von við sjógv og
skip, sum hon slapp at uppliva fyri
fyrstu ferð í Hanstholm í Danmark, tá
tey skuldu ferðast seinasta teinin til
Føroya við Norrønu.
- Eg var púra ovfarin og eri tað
framvegis. Tað var løgið at ganga um
borð á einum so stórum skipi og sam
stundis kunna síggja havið. Tað havi eg
ongantíð roynt áður.
Øll tosa um alt
Estera hevur nú verið í Føroyum
í skjótt tvær vikur, har hon hevur
búð hjá teimum, sum plaga at vera
í Rumenia við hjálparbussinum.
Hon heldur, at tað eru nógv ting, um
eru annarleiðis í Føroyum enn í Rumen
ia. Serliga hvussu vit eru av lyndi.
- Tit tosa øll rættiliga nógv og
fortelja eisini um so at siga alt. Har,
sum eg komi frá, eru fólk ikki so opin.
Her verður tú spurd um alt møguligt,
og tað er eitt sindur løgið fyri mær, tí í
Rumenia er ikki so vanligt at práta við
fólk, tú ikki kenni so væl, um familju,
hvussu tú hevur tað og so framvegis.
Men tað gera tit her, sigur Estera og
hevur hug at flenna.
Matinum, sum hon fær, hesar vikur
nar hon er í Føroyum, letur hon væl at,
hóast henni dámar okkurt betri enn
okkurt annað.
- Tit eta ótrúliga lekkran mat, og
- Eg eri
takksom
Tað er torført at ímynda sær, hvussu tilveran hjá 21 ára gomlu Estera
Apreutesei úr Rumenia hevði verið, um hon og familjan ikki fingu hjálp úr
Føroyum. – Uttan føroysku hjálpina hevði eg kanska ikki verið her í dag.
Eg kann als ikki lýsa við orðum, hvussu takksom eg eri. Tað sigur Esteria
Apreutesei, sum í hesum døgum vitjar fyri fyrstu ferð í Føroyum