hósdagur 6. juni 2013síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 64 · 7. juni 2013
5
VIKUSKIFTI
harafturat er altíð nóg mikið av mati.
Tú kanst eta so nógv tú hevur hug til, tí
tað er, sum at maturin ongantíð verður
uppi, fortelur Estera og heldur fram:
- Eg havi roynt okkurt av tí føroyska
matinum. Serliga væl dámar mær fisk
in, sum tit eta her. Grind havi eg roynt,
eg tað dámar mær eisini væl, sigur
Estera.
Hesar vikurnar, hon er í Føroyum,
vitjar hon familjur og vinir, sum hon
hevur lært at kenna, tá føroyingar hava
verið í Rumenia við hjálp.
- Eg tími einki serliga væl avstað
aftur, tí her er gott at vera. Men eg
hevði nokk heldur ikki viljað búsett meg
her beint nú, tí eg havi nógv ymiskt,
sum eg vil sleppa at uppliva úti í heimi
áðrenn tað, sigur ein bjartskygd Estera.
Tað næsta, sum hendir, tá ferðin í
Føroyum á hesum sinni endar seinast
í mánaðinum, er, at Estera fer til Ong
lands at vera au pair genta.
- Men eg ivist onga løtu í, at eg ven
di aftur til Føroya at vitja. Tað er før-
oyingunum at takka, at eg eri komin so
langt, sum eg eri í dag.