hósdagur 6. juni 2013síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 64 · 7. juni 2013
6
VIKUSKIFTI
TIPS FRÁ innu
inna@sosialurin.fo
Hugna tær í
Stockholm
11. juni skal slagið standa millum føroyska og svenska fótbóltslandsliðið.
Føroyingar úr øllum ættum koma til Stockholm og Friends Arena at hyggja. Her eru
nøkur hugskot til, hvat føroyingar kunnu fáa tíðina at ganga við fyri og eftir dystin
Dagin fyri dystin
Beinini eru sterk, og ein túrur í býin er altíð góður. Drottninggatan miðskeiðis
í Stockholm hevur nógvar handlar, og fleiri handilsstøðir liggja har á leið. Tá
tú gerst móð/ur í beininum er ein kaffimuður inni á Kulturhuset góður. Um tú
orkar, spáka omaneftir Drottninggatan til Riksdagshuset og vakra Gamla Stan.
Beint áðrenn dystin
Friends Arena, har dysturin verður
spældur, er nýggjur leikvøllur.
Økið er ikki liðugt, so tað tekur
tíð at koma til vøllin. Rokna við,
at tað tekur umleið ein tíma frá
sentrala Stockholm. Men um
tú hevur tíð til yvurs, so liggur
Haga Slott nærindis, og har
búgva Prinsessan Victoria, Prins
Daniel og lítla Prinsessan Estelle.
Økið er sera vakurt at spáka í.
Eftir dystin
Vónandi er sigurin heima, og nú skal feirast. Økið, har flest barrir og
matstovur eru, eitur Stureplan. Riche, Sturehof, East og Spy bar eru
nøkur av mongu støðunum at fara til. Um tú heldur vilt sova eru nógv
góð hotell í Stockholm - Radisson Blu Waterfront Hotel, Clarion Sign,
Scandic Grand Central ella hugnaliga vallaraheimið Af Chappman.
Dagin eftir
Eitt sindur av
mentan er altíð
stuttligt at
fáa við á einari
stórbýarvitjan.
Stockholm
hevur nógv
góð søvn,
Vasamuseet
er eitt must
fyri tey,
sum eru áhugað í sjófarti. Nýggja Abba the Museum fær sera
góð ummæli. Skansin, sum er eitt uttandura savn við gomlum
húsum úr øllum Svøríki, er hugnaligt og áhugavert.