hósdagur 6. juni 2013síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 64 · 7. juni 2013
8
VIKUSKIFTI
Kappróður
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Onkur hevur skemtandi tikið til,
at teir eru somikið gamlir, at fleiri
teirra hava verið føroyameistarar
við Havnarbátinum.
Tað eru hóast alt ikki meira enn
fimm ár síðani, at Havnarbáturin
seinast vann FM. Men tað er einki
at taka seg aftur í, at manningin á
hvíta tíggjumannafarinum við dreka
stevninum telist millum tær eldru í
landinum. Bróðurparturin av teimum,
sum í dag manna føroyska kappróðr
arflotan munnu eisini vera fødd eftir
1985, men júst hetta árið sótu Olaf
Vesturgarð og Toni Dam á toftubekki
num á Havnarbátinum. Og nú vit skriva
2013, eru tað somu menn, sum sita á
sama bekki.
60 kilo lættari
Seinnu árini hevur tað fleiri ferðir
staðið á at manna Havnarbátin, og fyri
stolta felagið í Álakeri hevur støð
an verið mest sum eyðmýkjandi.
Hóast hetta helst eisini hevur
vigað nakað,
so var tað ikki
hetta í sjálvum sær, sum førdi til
avgerðina, har eitt av úrslitunum er, at
meðalaldurin á manningini í dag táttar
í 43 ár.
- Allir hava vit róð nógv við ymsum
manningum millum ár og dag, og í
fjør gjørdu vit av, at vit skuldu taka
lut í old-boys kappingini. Vit vandu
hampuliga nógv, og vit vunnu eisini
hampuliga trygt, sigur Magni Brøðra
berg, sum er yngsti maðurin umborð.
- Tað førdi við sær, at vit fóru at
hugsa um, hvussu vit kundu fáa harð
ari mótstøðu. Tað besta hevði avgjørt
verið, um okkurt millumting var millum
old-boys og so 10-mannaførini, har
talan veruliga er um knallharða kapp
ing.
- Tankin og prátið gjørdust alt
meira seriøs, og sum við so nógvum,
so byrjaði núverandi proektið, tá onkur
segði “tað hevði nú verið stuttligt veru
liga at roynt seg”.
- Vit hava allir róð nógv, og eru
tí vanir við at vera hampuliga væl
fyri, men kanska vóru onkrir okkara
dekan ov prúðir. Vit vóru eisini eisini
allir fullgreiðir um, at tað skuldi nógv
til, skuldu vit ikki gera okkum fyri
skommum í 10-mannafarsróðrinum.
Og síðani í vetur hava vit veruliga lagt
nógv fyri í royndunum. Bæði kostur og
venjing eru
løgd til
rættis
eftir
málinum,
og eitt av
úrslitunum
er, at báturin
í dag er 60
kilo lættari, enn
hann var, tá vit
kappaðust við old-
boys í fjør, sigur Magni.
Var ov gamal í 1996
Saman við Magna situr
aldursforsetin á bátinum – 48
ára gamli Jógvan Jacobsen – og hóast
vit nú skulu undir næsta FM-róðurin
á árinum, so tykist Jógvan hava eitt
sindur ilt við at trúgva, at teir nú gera
tað, sum teir bara skemtaðu við í vetur.
- Eg byrjaði at rógva í ’88. Longu
í 1996 minnist eg, at fleiri hildu meg
vera ov gamlan til kappróður, og tá var
eg bara 31 ár. So tað sigur seg sjálvt,
at tað er ótrúliga stuttligt, at vit fram
vegis kunnu vera við, heldur hann.
Men hvussu er við venjingini. 60 kilo
eru burtur siga tit, men skal ikki sera
nógv til, áðrenn tú ert nóg væl fyri til
slíka kapping.
- Jú, tað skal tað, og hetta hevur
eisini verið ótrúliga strævið, men tað er
samstundis stuttligt. Í øllum førum er
tað stuttligt, nú vit veruliga eru í form,
men tað var kanska ikki altíð líka stutt
ligt, meðan vit stríddust fyri at koma til
har, vit eru nú. Tú skalt eisini minnast
til, at manningarnar á hinum bátinum
hava vant meira ella minni út í eitt í
fleiri ár. Vit hava kanska verið toluliga
væl fyri, men tað eru fleiri ár síðani,
at vit seinast hava vant slíka venjing.
Yngru kappingarneytarnir hava tí havt
eina heldur lættari fyrireiking, tí teir frá
byrjan hava verið nógv betur fyri enn
vit, eins og tað eisini er ein sanroynd,
at kroppurin hvílir skjótari, tá tú ert 28
heldur enn 48, sigur Jógvan.
- Tú kanst sjálvandi eisini siga, at vit
hava royndirnar, sum kunnu gera, at vit
kunnu blanda okkum í kappingina um
gullið. Men tú skalt eisini minnast til,
at okkum tørvar dystarvenjing, um tú
kanst siga so. Hóast vit allir hava róð
nógv gjøgnum árini, so eru tað altso
eini 10-15 ár síðani, at flestu okkara
veruliga fingu roynt seg í FM-róðri, og
tí er nakað av rusti, sum má bankast
burtur, um tú sammetir okkum við
yngru manningarnar, heldur Magni.
Fordómar motiveraðu
Í kappróðrarumhvørvinum vóru helst
fleiri, sum mest av øllum høvdu hug
at smílast, tá tíðindini um manningina
á Havnarbátinum bórust, men tað
er nú ikki nakað, sum hevur nervað
garvaðu rógvararnar umborð.
- Tað hevur kanska heldur verið
ein motivatión hjá okkum. Hetta at vit
veruliga skuldu vísa teimum. Men sam
stundis hevur ivin alla tíðina verið til
staðar. Undan norðoyastevnuni høvdu
vit ikki ánilsi fyri, um vit endaðu fimm
ella tíggu bátslongdir aftan fyri hinar,
og onkur tók skemtandi til, at tað var
væl ikki verri enn so, at vit bara kundu
flyta aftur til old-boys kappingina, um
vit gørdu okkum fyri skommum millum
teir yngru, heldur Magni.
Men saman við restini av kappróðr
ar-Føroyum kundu teir báðir og hinir
umborð staðfesta, at roynda mann
ingin so langt ífrá hevur gjørt sær fyri
skommum, nú teir aftur taka lut í tí,
sum av mongum verður rópt formel-1
innan kappróður.
Gamaní var Suðuroyingur toluliga
tryggur á fremsta plássinum, men
munurin millum Klaksvíking á øðrum
plássi og Havnarbátin á triðja plássi var
bert hálvt sekund, og tað kundi bent á,
at vit væl og virðiliga kunnu rokna við
onkrum ordans vørri gjøgnum árið.
- Nú fáa vit at síggja. Vit hava so
ikki sett okkum mál um gull í FM ella á
nakrari ávísari stevnu. Eg haldi eg bara
sigi, sum tey plaga at siga í fótbólti –
at vit taka ein róður í senn. Vit royna
sjálvandi at gera okkara besta, men
tað skal nógv ganga rætta vegin, um
vit skulu røkka til eitt gullmerki. Sam-
stundis eru vit eisini nakað viðbreknir,
tí skaðarnir koma heldur títtari í dag,
enn teir plagdu at gera, og tað hava vit
longu merkt, sigur Jógvan.
- Men tað skal eingin ivi vera um, at
vit gera alt tað, sum vit eru mentir. So
mugu vit bara síggja, hvussu langt tað
røkkur, sigur Jógvan at enda.
Tvørir
Tað byrjaði hálvgum í spølni, tí kappingin í old-boys bólkinum var ov lítil.
Knallhørð venjing, rættur kostur og ein ótømandi vilji at kappast bóru
tó við sær, at rutineraða manningin á Havnarbátinum setti sær felags
mál, at teir aftur skuldu kappast millum teir allarbestu í landinum
gamlir dreingir