Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-06, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juni 2013síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 64 · 7. juni 2013 7 VIKUSKIFTI Starv? Sjálvstøðugur vinnurekandi/Venjari Hvat er tað besta við starvinum? At kunna tillaga dagin, soleiðis ein ynskir, og so verða aktivur um kvøldið. Hvat ger teg í góðum lag? At onnur hava tað gott og eru positiv, um at tað gongst væl hjá øðrum. A ella B-menniskja? A-menniskja. Hvørjar ítróttargreinar dámar tær og hví? Mær dámar best fótbóltin, veit ikki heilt hví, men havi spælt tað síðani eg var 5 ár, so nokk tí bleiv tað mín ítróttargrein. Mær dámar annars væl borðtennis, svimjing, flogbólt og hondbólt, ítróttargreinar, sum eg havi spælt, tá eg var yngri. Tað, sum er felags fyri allar hesar ítróttargreinar, er, at tað er sosialt, krevur nógv arbeiði og ein góðan hugburð, um ein ynskir at blíva góður til tað. Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir? Tað er sindur ymiskt, men mær dámar stak væl føroyskan tónleik. Havi ikki nakran favorit tónleikara, sum eg eri bitin av, men mær dámar tað mesta. Heavy mental er nokk ikki tað, eg lurti eftir og heldur ikki ov nógv av Pop tónleiki, har flest tekstir eru lítið sigandi: baby, baby, love me, love me osv. Hvussu eru tínir matvanar? Royna at eta sunnan og góða mat ígjøgnum vikuna, so vikuskiftið kann verða meira »free choices« av mati. Hvør er tín fyrimynd? Tey sum elska, liva og fylgja sínum dreymum. Hvat fert tú at gera í summar? Daman og eg ætla at reisa runt í Føroyum (við tjaldi) og uppliva alt tað vakra, vit eiga. Vit fara nokk ein lítlan túr uttanlands eisini. Hvat gert tú í frítíðini? Náttúran og lesnaður er nakað, sum eg njóti í mínari frítíð. Hvør er tín lívrættur? Ræst kjøt, seyðarhøvd, flak og so steiktar lippur frá Svigerfar. Annars er alt føroyskt á míni favorit menu. Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum? Hyggi ikki so nógv í TV, men mær dámar væl sendingar á National Geographic og annars dokumentarsendingar sum heild. Hvør bók liggur á náttborðinum? Become a better you. (Joel Osteen) Enda setningin ”Eg kundi hugsað mær”... ... at onnur høvdu tað líka gott sum eg. Gomlu kapitalistaborgirnar á Tvøroyri fingu ein dunnuhyl framman­fyri.Og so eru øll glað. Gamli skansin í Havn fær nú eisini sín hyl. Men verri enn so øll eru glað. Bara mappumenn í skansa­klæd­ningi. Skansin, sum varð bygdur fyri at verja danskarar í Føroyum móti sjó­ræn­ar­um og, soleiðis just in case, eisini móti føroyingum, skuldi onk­ur frælsisglóð verið her. Hon var ikki. Skansin varð eisini bygdur, so dansk­ar­ar kundu kúga føroyingar í Føroyum. Skansin, sum gjørdi, at Hitler og hansara menn tordu ikki at taka Før­oyar. Sæð við brillunum hjá Brillu­ manni­num ein skilagóð íløga uttan eyka­játtan. Vit friðarelskandi føroyingar krev­ja, at skansin fær – frið. Men nú verður Skansin tikin og sett­ur í skansan. Skansin, sum skeyt eitt fígginda­flogfar niður undir kríg­ num. Onnur siga, at flogfarið fekk maskin­brek. Onnur, at manningin vildi ikki aftur til Norra og setti flog­farið á Gøtuvík. Men vit trúgva sjálvandi søguni, løggildu søguni. Bretsku krígshetjurnar skutu ráns­fuglin niður. Teir høvdu vápna­ prógv. Tí raktu teir. Sjúkur undantiknar elska før­oy­ ing­ar einki meira at hoyra um og lesa um enn kríggj. Heitast er hjart­ að fyri øðrum heimsbardaga. Men kortini mótmælti eingin, tá størsta krígsminnið í landinum, flog­vøll­urin, varð oyðilagt. Skansin í Havn verjir ongan long­ur. Tí er bara at bróta niður, men fyrst flyta vitan upp á takið á Eik, og skumpa skansan út á sjógv sum ífylla undir framburðinum. Minni grót verður at føra av Glyvurs­nesi, so tey 18 holini á golf­vølli­num ikki enda sum eitt stórt hol. Og tað verður heilt vist eisini mót­mælt, at grót, sum hevur ligið á Glyvursnesi síðani langt fyri Jesus­barnsins føðing, skal flytast til Havn­ar og søkkjast. Nei, Havnin skal byggja sína havn á mánanum. Har ger hon ong­um nakað, og har er eingin at mót­mæla. Bretsku kanónmenninir á Skansa­num í Havn dugdu at skjóta. Før­oy­ingar hava skotið, síðani byrs­an kom. Nú skulu føroyingar læra at raka. Vandi er fyri, at eingin hara og eingin fuglur vera eftir, um byrsu­ menninir raka hvørja ferð. Í USA fáa børnini byrsu í vøggu­gávu, at verja seg við. Og vápna­skeið, tá tey verða doypt. Tá amerikanarar skjóta eftir fólki, raka tey. 21 skot, 21 deyð. Eins og føroyingar útflyta amerik­ana­rar fólk, sum hava lært eitthvørt og duga tað, tey hava lært. USA útflytur fólk við vápna­ prógvi at hertaka minst eitt land um árið. Biddaragongan heldur fram. Nú verð­ur biddað alt árið til mammur, børn, Posta og bisp. Gamla plátan, landaplágan um lands­lið­ið, melur aftur. Nú skulu írar og sviar morlast í føroysku fót­ bólts­maskin­uni. Tað er, um hon fæst í gongd á deg­num. Vaksnir menn hava nú, í ram­ asta álvara skal sigast, í tvær vik­ur mett og vigað og endurmett og vigað nakrar ferðir afturat møgu­ leik­ar­n­ar. Taktikkurin er tann sami. Vit byrja við einum stigi. Bólturin er rund­ur, eisini teir longu bóltarnir og skeivu bóltarnir og allir hinir bóltarnir, sum eru líka nógvir sum lýsingar­orðini. Einki er avgjørt, fyrr enn dómarin er liðugur at bríks­la. Tapið seinast var sum vant eitt undan­tak. Allir høvdu, sum vant, ein offday. Og tapa vit tvær ferðir nú í eina viku, fær venjarin fýra ár afturat, og president Christian stod ved højen mast. Nú sigur ST eisini, at kvinnur, sum ikki tíma at arbeiða líka nógv sum menn, skulu fáa somu løn sum menn. Kvinnur eru líka vánaligir leiðar­ar sum menn, so tær eiga at sleppa framat. Kære Helle, fá tær ein sildemat við makrelguffi og hjálp okkum móti ES og Mariu. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Hans Fróði Hansen lagt til rættis: Rannvá G. Fossaberg Lippurnar frá svigerfar eru best - Eg royni at eta sunnan og góða mat ígjøgnum vikuna, so vikuskiftið kann verða meira »free choices« av mati. Ræst kjøt, seyðarhøvd, flak og so steiktar lippur frá Svigerfar eru yndisrættirnir, sigur Hans Fróði Hansen. Skansin í skansan mynd: ???????????