Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. juni 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. juni 2013 · Nr. 65 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fríggjakvøldið var Mentan­ ar­nátt í Tórshavn, og nógv fólk var at síggja í býnum. Um­framt tónlistarligar og mentanar­ligar upplivingar fingu fólk eisini høvi at vitja byg­n­inar, urtagarðar og søvn, sum øll høvdu opið til út á midnátt. Eins og undanfarin ár var tað Visit Tórshavn, sum fyrr æt Kunningarstovan, ið skip­ aði fyri Mentanarnáttini í ár. Sús­anna Sondum er sam­ skip­ari av tiltakinum, og hon letur væl at mentanarnáttini hesa­ferð. - Seinastu tvey árini hev­ ur áhugin hjá stovnum, handlu­m og øðrum verið ótrú­liga stórur fyri at vera part­ur av mentanarnáttini, og í ár var einki undantak. Skrá­in var á tremur við til­ tøk­um til allar aldurs­bólk­ar, og fólk hava latið væl at tí, sum tey upplivdu fríggja­ kvøld­ið, sigur Súsanna Sond­ um. Fyri fyrstu ferð var Føroya Rættur partur av mentan­ar­ náttini, og tað var sera væl umtókt. - Tey høvdu pallsett ein rættar­fund, og so kundu fólk koma inn at síggja, hvussu ein rættarfundur, sum vanliga er almennur, fer fram. Áhugin fyri at koma inn til pallsetta rættarfundin var so mikið stórur, at tey máttu gera fleiri eyka rættar­ fundir, tí tað var ein røð av fólki, ið ynsktu at sleppa inn, sig­ur Súsanna Sondum. Eisini onnur tiltøk savn­ aðu nógv fólk. - Stóra móta­sýn­ingin inni í Trygg­ing­ar­felagnum Før­oy­ar var væl um­tókt, og somu­lei­ðis var nógv fólk til kon­sert­ir­nar uttan fyri Margarin­fabrikk­ ina í Tórsgøtu, sigur Sús­anna Sond­um. Mentanarnáttin er altíð fyrsta fríggjadag í juni mán­ aði, og sostatt verður Men­ tan­a­r­náttin 2014 fríggja­dag­in 6. Juni. Mentanarnáttin 2013 Tað var næstan sum á ólavsøku í miðbýnum fríggjakvøldið, tá Mentanarnátt var fyri 15. ferð. Handlar, stovnar og matstøð høvdu gjørt nógv burtur úr kvøldinum, ið bjóðaði tiltøk fyri bæði børn, ung og vaksin