Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. juni 2013síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 10. juni 2013 · Nr. 65 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Nógv fólk eru rættiliga ner­ vøs og kedd. Tað staðfestir Halldis Joen­sen, forkvinna í Alz­ heim­er felagnum. Síðani tosið um sparingar á eldraøkinum enn einaferð fór at taka seg upp, hava nógv fólk verið í samband við Alzheimerfelagið um støðu­na. Í sambandi við spar­ing­ ar­nar hesa ferð, var ætlanin at skerja náttarvaktir, so at ein náttarvakt skuldi hava ábyrgdina av nógv fleiri fólk- um enn annars - Tí er tað sjálvsagt, at vit mót­mæltu, staðfesti Halldis Joen­sen á fundi í Alzheimer felag­num nú eitt kvøldið. Tann parturin av spar­ing­ unum var eisini tikin aftur. Okkara størsta avbjóðing Men fyri tað er støðan á øki­ num als ikki nøktandi, held­ ur Halldis Joensen, tí tað er ”ófatiliga nógv” at fáa í rætt­ lag. Hon er sannførd um, at minnisveik er eitt øki, har útreiðslurnar fara at eksplo­ dera hesi næstu árini. - Tey minnisveiku verða okkara størsta avbjóðing hesi næstu árini. Tað eru ikki bara gomul, sum verða minnis­veik. Í dag síggja vit fólk niður í 40-50 ár, sum verða minnisveik. - Tá ið vit hugsa um minnis­veik, hava vit oftast hug­s­að um gomul fólk. Men veru­leikin er, at hetta er ikki ein aldurdómssjúka. Hon heldur, at hetta er ein so stórur og serligur bólk­ ur, at tað eigur at verða eitt serøki fyri seg sjálvt, og eig­ ur ikki at verða ein partur av van­ligu eldrarøktini. Eitt er tað, at tey fakfólk, sum skulu vera um tey minnis­veiku, skríggja eftir vit­an um øki. At vera um minnisveik er ein heilt serlig avbjóðing, tí tað er ikki sum at vera um onn­ur eldri. Tað eru fleiri sløg av de­mens, har Alzheimer bara er eitt slag og tískil er neyðugt hjá starvsfólki á bústovnum at hava eina holla vitan um demens, eitt nú í sosialpedagogikki. - Tað er eitt ógvuliga vitanar­tungt øki, sigur Halldis Joensen. Ongin kensla av tíð og staði Halldis Joensen vísur á, at minnis­veik missa kensluna av bæði rúmi, tíð og staði. Tey hava ikki fatan av nátt ella degi. Tey kunnu fara upp á miðjari nátt, tí tey hal­da, at tað er morgun og tað tekur sína tíð at fáa tey at leggja seg aftur í øllum góð­um. Á heiminum í Vallalíð, har Hall­d­is Joensen er leiðari, hava tey eisini verið úti fyri, at tá ið starvsfólk komu inn á kamarið hjá einum manni ein morgunin, hevði hann pak­k­að alt kamarið niður, bæði sjónvarp og hvørt nikk og prikk, tí hann skuldi flyta. - Og tað er nevniliga støð­an hjá minnisveikum. Minnis­veik flyta ikki inn inn á bústovn, tí teimum bagir nak­að likamligt. Tey flyta av eini einastu orsøk og tað er hjávera, tí tey kunnu ikki vera einsamøll. - Minnisveik kosta hjá­ veru 24 tímar um sam­døgur­ ið, sigur Halldis Joensen. Tað merkir, at allan dagin eig­ur tað av røttum at vera trý starvsfólk fyri hvørji trý bú­fólk. Men tað røkkur játtanin hjá stovnunum í Føroyum als ikki til. Avvarðandi slept upp á fjall Men ein partur í sambandi við minnisveik, sum vit kanska ikki hugsa so nógv um, eru tey avvarðandi, sum eru slept upp á fjall. - Hesi árini, eg havi arbeitt við minnisveikum, eisini sum forkvinna í Alz­ heimerfelagnum, havi eg fingið nógv samband við av­ varð­andi, sigur Halldis Joen­ sen. - At verða avvarðandi hjá ein­um minnisveikum, er ein ófati­liga stór sorg. Eg má siga, at tað kom óvart á meg, hvus­su ófatiliga stór sorgin er. - Tað heilt serliga við hes­ ari sorgini er, at missurin er yvir fleiri ár og sorgin er har­ eftir. Halldis Joensen heldur av­gjørt, at tað átti at verið ein almenn uppgáva at tikið sær av teimum avvarðandi hjá minnisveikum. Alzheimerfelagið hevur havt hjálparbólkar fyri av­ varðandi. Tey hava roynt at fáa hesar bólkar undir tað al­menna, men higartil hevur tað verið til fánýtis. Í hesum bólkum verða av­varð­andi undirvíst í, hvat tað er at vera minnisveik og, hvussu sjúkan er og, hvussu tey kunnu vera um tann minnis­veika. Halldis Joensen saknar av­gjørt, at vit fáa eina eldra­ lóg fyri, hvørjar tænastur, vit í minsta lagi eiga at veita eldri og minnisveikum. Men hon staðfestir, at nú springar verða settar í verk, má og skal ovasta leiðslan í Almannaverkinum, og lands­ s­týris­kvinnan í al­manna­mál­ um eisini gera teimum ymsu stovnunum greitt, hvørjar tæn­astur, skulu skerjast ella takast heilt burtur. - Tað er heilt burturvið at áleggja leiðslunum á hvørj­ um einstøkum stovni at fin­ na sparingarnar, hvør í sín­ um lagi. - Tað eigur ovasta um­sit­ ing­arliga- og politiska leiðsl­ an at gera, annars vísa tey ikki ábyrgd, sigur forkvinnan í Alzheimarfelagnum. Nógv fólk eru øgiliga nervøs TANN STÓRA AVBJÓÐINGIN Tey minnisveiku verður okkara heilt stóra avbjóðing hesi næstu árini, sigur Halldis Joensen, forkvinna í Alzheimerfelagnum Í dag síggja vit fólk niður í 40-50 ár, sum verða minnisveik Minnisveik missa kensluna av bæði rúmi, tíð og staði Tað er eitt ógv­ u­liga vitanar­ tungt øki Hjávera - Minnisveik flyta ikki inn á bústovn, tí teimum bagir nakað likamligt. Tey flyta inn av eini einastu orsøk og tað er, at onkur má vera hjá teimum 24 tímar um samgødurið, tí tey kunnu ikki vera einsamøll. Men tað røkkur játtin til stovnarnar í Føroyum ikki til, sigur Halldis Joensen, forkvinna á Alzheimerfelagnum