mánadagur 10. juni 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. juni 2013 · Nr. 65
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
reportasja Kappingin um tær vælumtóktu
útbúgvingarnar er beinhørð og ofta krevur
dreymaútbúgvingin toppkarakter. Sosialurin hevur
fylgt nøkrum miðnámsskúlanæmingum, sum
ganga til endapróvtøku í hesum døgum og ætla
sær av landinum at lesa eftir summarferiuna
Dánjal Højgaard
c2 = a2+b2
Á eini terassu í Onnugøtu
11 í Hoyvíkshaganum sita
fýra dreingir við sveittabrot
og stríðast við at prógva
matematiskar líkningar.
Sinus og Cosinus. Tann
gylti skurðurin. Fibonnaci-
tølini. Og sjálvsagt Pytha
goras lóg um lutfallið millum
síðurnar í einum rættvinkl
aðum tríkanti.
Fakorðini flúgva tvørtur
um terassuborðið, meðan
dreingirnir ídnir bjóða seg
fram við ymsum loysnum og
forkláringum og tasta tøl inn
á roknimaskinuna.
Sum oftast eru fleiri
loysnir.
Turboroknarar
við nervum
Teir eru ganga á støddfrøði
deildini á Føroya Studenta
skúla og HF-skeiði og hava
valt støddfrøði á hægsta stigi.
Turborokning, eitur tað.
Og í morgin skulu teir
til munnliga roynd, har teir
skulu prógva, at teir veruliga
skilja Pythagoras og allar
hinar slóðbrótandi líkning
arnar.
– Eg stúri eitt sindur fyri
hesum her. Hetta er truplari
enn tær skrivligu royndirnar,
har tú gert útrokningar og
kanst sláa upp. Her skalt tú
prógva og greina. Tú fært
20 minuttir at fyrireika teg,
men fert inn uttan bøkur.
So her ræður um at skilja
og duga alt uttanat, sigur 22
ára gamli Einar Kallsberg og
hyggur niður í Gyldendals
Gymnasiematematik.
Av teimum fýra ætlar
hann sær sjálvur annar til
Keypmannahavnar
eftir
summarferiuna at lesa.
Hann hevur valt vinnubú
skap við støddfrøði á Copen
hagen Business School, CBS.
Atgongdin til júst hesa út
búgvingina er ikki avmarkað,
og tí nýtist honum ikki ein
høgt meðaltal.
Kortini er Einar ógvuliga
uppsettur at fáa eitt gott
prógv.
– Persónliga hevur tað
stóran týdning fyri meg at eg
fái ein góðan karakter. Eg skal
hava minst 9 í morgin, so tað
kann viga upp móti fakum,
sum týskum og stílskriving,
har eg klári meg minni væl.
Sum gamli reklarin í Hoy
dølum Arnbjørn Mortensen
plagdi at siga: Eitt vánaligt
studentaskúlaprógv er minni
vert enn eitt koyrikort til
lastbil. Eg vil hava eitt pent
prógv.
Hjá 19 ára gamla Meinari
Dahl-Olsen er trýstið enn
størri. Hann ætlar sær at lesa
til tannlækna í Keypmanna
havn í summar. Karakter
kravið til dreymaútbúgving
ina er 9,7 í meðal.
– Jú, tað stendur nokkso
nógv á, sigur Meinar stillis–
liga.
– Í próvtølum liggi eg
beint nú um 10, og í morgin
skal eg forsvara eitt 10-tal,
sum eg havi í støddfrøði frá
ársmetinum. Tað er tað, eg
eri upp ímóti. Eitt sindur av
nervum er gott, teir mugu
bara ikki taka yvir. Eg má
nokk eta eitt sindur av turrísi
áðrenn eg farið heimaífrá,
so at eg havi ís í maganum,
tá eg farið upp í morgin,
skemtar hann, meðan sólin
sendir sítt vælsignilsi niður
yvir dreingirnar í Onnugøtu
á einum av ársins fagrastu
døgum.
framhald ➥
akademiska nálareygað
Eitt vánaligt students
prógv er minni vert enn
eitt koyrikort til lastbil
Einar Kallberg, 22 ár
Pythagoras lóg,
sinus og cosinus eru
partar av pensum hjá
næmingunum á stødd
frøðideildini í Hoydølum
Mynd: Dánjal Højgaard
Pythago
fjáltu