mánadagur 10. juni 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. juni 2013 · Nr. 65
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
... framhald
Heima hjá foreldrum sínum
í Dalakróki 12 í vesturbýnum
í Havn roynir 19 ára gamla
Lilja Hansdóttir Sørensen at
fáa bilbukt við Culpa-hug
takið.
Uttanfyri skínur sólin av
bláum himli, meðan tann
niðasti parturin av Havnini
liggur innpakkaður í polla
mjørka.
Tað er grundlógardagur,
men meðan onnur halda frí
og sóla sær situr Lilja uppi
yvir bókunum og te
par lógina, sum hon hevur
valt til sín lívsveg. Hon skal
upp í vinnulívsrætti í aðru
viku, og tá skal hon bæði duga
at forklára munin á handils
keypi og brúkarakeypi og at
greina Culpa-hugtakið og
onnur teknisk fyribrygdi í
endurgjaldsrættinum.
– Culpa snýr seg um regl
urnar um endurgjald, tá ið vit
gera skaða á ting hjá øðrum,
greiðir hon frá.
Bøkur og notatir eru
tjokkfull av litførum merki
seðlum. Og so hvør sum hon
lesur seg longri inn í hugtøk
sum ósketni, viljaatgerðir,
kausalitet
og
adekvans,
undirstrikar hon við nær
lagni øll lyklaorðini við gul
um tusjmarkøri.
So hon skal minnist alt
aftur, tá slagið skal standa.
Hart arbeiði
Lilja ætlar at søkja inn á HA
jur. á CBS í Keypmannahavn,
sum er vinnulívsrættur og
vinnubúskapur. Og fyri at
sleppa inn á dreymaútbúgv
ingina skal hon hava eitt
meðaltal upp á knapt 9.
Beint nú sær tað nokkso
gott út. Meðakarakterurin
hevur ligið um 9,6. Men sein
asta royndin er munnlig,
og hettar skapar ein vissan
ótryggleika.
– Til munnligar próvtøkur
fái eg ræðuligar nervar. Mann
fær bara tann eina kjansin,
og alt má bara ganga sum
ætla. Gongur tað so gali at
eg dumpi, so kann alt vera
farið. So sleppi eg ikki inn á
útbúgvingina. Men eg havi
nokkso góða tíð til próv
tøkuna, so eg rokni við at tað
fer at ganga.
Lilja er ikki er komin sov
andi til teir góðu karakter
irnar, sum í dag krevjast fyri
at sleppa gjøgnum nálareyga
til tær vælumtóktu útbúgv
ingarnar.
– Tað kemur ikki av sær
sjálvum. Tað kemur hart
arbeiði. Mær dámar væl at
ganga í skúla og geri nógv
við tað, tá ið tað kemur til
fakini, sum eg havi áhuga í,
men eg tími ikki alt. Eg eri
ein struktureraður persónur.
Mær dámar best, at tingini
eru í ordan og havi altíð sett
høg krøv til mín sjálvan.
Hóast bert 19 ár, er eingin
slingur í valsinum.
Fyrsti akademikarin
Annars lá tað ikki í kortun
um, at Lilja skuldi fara undir
hægri lesnað. Hon ætlaði at
ganga somu leið sum mamm
an og vildi læra til frisør. Men
mamman ráddi henni frá.
Helt at tað var betri at Lilja
fór á miðnámsskúla, so at hon
kundi fáa sær eina útbúgving,
ið gevur fleiri møguleikar
enn hárfríðkanaryrkið.
– Í dag eri eg øgiliga glað
fyri ráðini. Miðnámsskúlin
er eitt krav í dag, um tú skalt
hava nakrar møguleikar. So
eg takki henni fyri tað hvønn
dag, smílist Liljan, og tykist
púrasta sannførd um at veg
urin, hon hevur valt er tann
rætti.
Á stovuvegginum hanga
myndir av brosandi familju
limum. Lilja er yngst av trim
um syskjum, og hon er slóð
brótari.
– Eg eri tann fyrsti í okk
ara familju, sum fer á uni
versitetið at ganga. Mamma
er frisør og pápi maskin
meistari, og eingin av syskj
unum hava gingið á hægri
lærustovni. Systir mín hevur
tó gingið í skúla í Danmark,
so hana kann eg altíð spyrja
til ráðs, tá eg fari niður.
Sinus og súrt vín
sin A=a/c
Í Onnugøtu eru teir fýra
turboroknararnir farnir í
kríggj við Sinus-relatiónirnar.
Roknimaskinan gongur kyk.
– Tað snýr seg, at tað
altíð er eitt fast lutfall mill
um síður og vinklar í einum
tríkanti. Avbjóðingin er at
greiða frá hvussu hetta ber
til, forklára teir seldugað
ir. So væl, at sjálvt journal
isturin við tí málsliga stu
dentsprógvinum fær eina
lítla hóming av, hvat øll hesi
fakorðini merkja, sum flúgva
aftur og fram tvørturum
terassuborið.
Hjá Pythagoras var tann
yviskipaði arbeiðsetningurin
”Alt er tøl”, og har eru dreing
irnir í Onnugøtu trúgvir
lærusveinar. Tað er vísindin
við teimum absoluttu svar
unum, sum telur, og tað er
sólarklárt, at í teirra verð
hava tímarnir við human
istiskum og kreativum læru
greinum í Hoydølum fyri tað
mesta hava verið burturspilt
tíð.
– Í dag kann mann siga, at
vit eru sum vín, sum hevur
ligið og lagrað í trý ár. Tað er
súrt, ger Einar status yvir tey
trý árini í Hoydølum.
– Summi fak og tær sosi
alu
upplivingarnar
hava
verið betri enn væntað.
Hinvegin hevur úrtøkan av
øðrum fakum verið verri
enn hevði roknað við. Sjálv
andi skal studentaskúlin í
ein mun vera alment dann
andi, men eg haldi, at tað
skuldi verið meira tíð til tær
náttúruvísindaligu
læru
greinarnar og minni til hitt,
heldur Einar fyri og harmast
um, at tey humanistisku og
kreativu fakini hava drigið
sín meðalkarakter niður.
Tímir ikki bøhlandið
Tá Lilja Hansdóttir Sørensen
hevur fingið bilbukt við
Culpa-reglurnar skal hon
seta seg inn í reglurnar um
objektiva ábyrgd.
– Tær galda t.d. í ferðsluni.
Har kanst tú vera dømdur,
uttan at tað er neyðugt at
staðfesta at tú hevur verið
óskettin, sigur Lilja og blaðar í
Juraens Grundsregler. Ábyrgd
uttan skyld, kallast tað.
Á Føroya Handilsskúla
hevur hon funnið sína røttu
hyll. Hon veit, at vinnulívs
rættur og vinnubúskapur
eru hennara fak. Men av
gerðin um at fara av land
inum brýtur mørk hjá tí 19
ára gomlu gentuni, sum altíð
hevur búð heima hjá foreldr
unum.
– Eg havi ongantíð búð
uttanlands og tankin hevur
ongantíð fyrr verið, at eg
skuldi flyta av landinum. Nú
skal eg finna mær bústað.
Skal út í IKEA at keypa mær
møblar. Alt hettar er so nýtt
fyri meg. Ein nýggj verð,
sigur Lilja, sum tó kennir seg
púra vísa í, at skuldi hon av
landinum, so skuldi tað vera
CBS í Keypmannahavn.
– Keypmannahavn er ein
stórur og spennandi býur.
Eg kundi ikki hugsað mær at
farið á ein skúla úti á bøðland
inum. Tá kundi eg tað sama
farið til Suðuroyar at gingið
í skúla. Eg havi hoyrt so nógv
gott um CBS og lærarnar
har, og so liggur skúlin eisini
akademiska nálareygað
Sambært einum yvirliti, sum stuðulsstovnurin
Studni kunngjørdi fyrr í ár var talið á føroyingum,
ið vóru undir hægri lestri soleiðis býtt lestrarárið
2011/12:
Danmark . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1365
Føroyar . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 903
Onnur lond . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 256
Tilsamans . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2524
Hart arbeiði
19 ára gamla Lilja Hansdóttir Sørensen, HH-næmingur
á Føroya Handilsskúla í Havn, roynir at fáa bilbukt
við tey nógvu hugtøkini í vinnulívsrættinum
Mynd: Anna K. Højgaard
Bústaðarmarknaðurin
í Føroyum er rotin. At
koma heimaftur við út
búgving og aftur at
búgva í kjallaranum hjá
mammu verður sum at
skrúva tíðina 10 ár aftur
Lilja Hansdóttir Sørensen, 19 ár
Hvar lesa vit?