Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. juni 2013síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 10. juni 2013 · Nr. 65 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 mitt í býnum, sigur Lilja, sum longu hevur vent sær til trý studentarheim um at leiga íbúð. Teirra mill­um Oyra­ sunds­kollegiið sjálv­andi. Fyri 19 ára gomlu Lilju stendur heimurin opin og í so ungum aldri er ringt at spáa um framtíðina. Um Før­oyar hava eitt pláss í hennara fram­ tíð, torir hon ikki at lova. – Tað er ringt at siga framm­undan. Trívist eg væl niðri kann tað væl vera, at eg verið búgvandi har. Tað valdast eisini um maka og familju, og arbeiðs­møgu­leik­ arnir í Danmark er eisini betri enn í Føroyum. Eg farið so ikki heimaftur fyri einhvønn prís, sigur hon og vísir á, at bústaðarmøguleikarnir í Før­ oyum eru ein stór forðing. – Bústaðarmarknaðurin í Føroyum er rotin. Her eru ikki møguleikar hjá ungum nýútbúnum føroyingum at keypa sær ella at leiga eina íbúð. At koma heimaftur við útbúgving og aftur at búgva í kjallaran hjá mammu verður sum at skrúva tíðina 10 ár aftur, heldur Lilja fyri upp­ gevandi. Fosturlandsalskur og takkarskuld Á gáttini til ein nýggjan kapittul í lívinum gera dreing­ irnir á støddfrøðiligu deild í Hoydølum roknistykki upp, nú fráflyting og heilaflíggjan hanga sum myrk skýggj yvir landinum. Føroyar draga. Men hetta er ein líkning við nógvum ókend­um. – Tað veldst alt um arbeiðs­møgu­leikarnar. Alt stendur opið, men fyrr ella seinni so vænti eg, at eg komi heim­aftur. Eg havi sagt við gamla, at eg skal hava jørðina hjá honum áðrenn hann fer, sigur Einar, og fortelur um familjujørðina í Kvívík, har tey plaga at hava einar 14 seyðir gangandi. – Mær hevur altíð dámt so væl at ganga á fjall og at fletta. Hatta hevur altíð sagt mær nakað. Men í dag er tað er eisini so skjótt at ferðast ímill­um lond. Heimurin er so lítil. Hjá Meinari, sum ætlar at lesa til tannlækna, eru ar­beiðsmøguleikarnir eisini av­gerandi. – Tað eru konufólk og starvsmøguleikarnir, sum kunnu koma at vera av­ger­ andi. Møguleikarnir at fáa ar­beiði sum tannlækni í Før­ oy­um eru góðir og tað tel­ur eisini við, tá eg velji út­búgv­ ing. Eg elski Før­oyar og fólki her, men arbeiðs­møgu­leik­ arnir verða avgerðandi. Men eg veit, at hetta er land­ið, har eg fari at búgva, tá eg verið gamal, sigur hann av­gjørdur. Einar kennir seg onk­urs­ vegna í takkaskuld til før­ oyska samfelagið, nú hann og vinmaðurin Meinar í næst­ um fáa studenta­húgv­una á høvdið og gera seg til reiðar at flyta av landinum. – Eitt ella annað stað føli eg tað sum, at eg skyldi at koma heimaftur, ja. Eg havi fingið eina ókeypis útbúgving og við at arbeiða her kann eg betala tað aftur, sigur hann og endurgevur ein amerikanskan forseta: – Tú eigur ikki bara at spyrja hvat landið kann gera fyri teg, men eisini hvat tú kanst gera fyri landið. – Jú, eg havi eisini hugsað eitt sindur um hattar, sigur Meinar uppí og hyggur upp á vinmannin. – Ikki tí, at eg beinleiðis haldi, at eg skyldi Føroyum nakað. Men eg vil helst búgva her og á tann hátt gevi eg eisini nakað aftur. Heima í Dalakróki 12 hyggur Liljan út gjøgnum stovu­vindeygað. Fólk ganga oman og niðan. Nógv hava frí og Havnin breiðir seg út í sínum fulla skrúð í góð­veðri­ num. Pollamjørkin, sum lá niðri í býnum, er horvin. – Sjálvandi farið eg at sakna hetta. Tað er ringt at siga, hvussu tað verður, men tá eg verið eldri fari eg kanska at sakna ta friðar­ liga umhvørvið og tað vøkru náttúruna. Her er er barna­ vinarligt. Eg havi ikki hugsað so nógv um tað. Men seinni. Kanska. akademiska nálareygað Hetta er høvuðsmynstrið, nú ein nýggur árgangur av føroyskum miðnáms­ skúlanæmingum eru um at gera seg lidnar, og fleiri velja at fara undir hægri útbúgving. Umleið 590 fólk fara í hesum døg­um til endaliga próv­tøku á gymnasialu mið­náms­skúl­ unum í Føroyum, upplýsir Mentamálaráðið. Sambært tølum, sum stuðulsstovnurin Studni kunn­gjørdi fyrr í ár hev­ ur talið á føroyingum á hægri lærustovnum verið støð­ugt vaksandi tey sein­ astu árini. Byrja fyrr ­– Rákið tykist at vera, at eitt sindur fleiri enn fyrr fara undir hægri lesn­ að beint eftir miðnáms­ skúlan, eg giti at talið man liggja um 10-20%. Tað kann hava samband við, at tað hevur verið eitt politisk ynski, at tey ungu byrja fyrr, og tað tykist sum at fleiri fara undir framhalds­lest­ur í Dan­mark, har tey fáa bonusstig, um tey byrja innan tvey ár eftir mið­ námsskúlan. Eis­ini kann arbeisloysið hava ein týdn­ing, sigur Holg­er Arn­bjerg á Altjóða Skriv­ stov­uni, sum upplýsir, at meðal­aldurin á teimum les­andi sum heild er lækk­ aður. Samstundis vísa tøl­ini, at kappingin um tey væl­ umtóktu lestrar­plássini harðnar. Skalt tú t.d. lesa medisin, altjóða politikk, retorikk, sálarfrøði á Uni­versi­tet­inum í Keyp­ manna­havn, skal tú hava mint 10 í meðal. Hástatus-fakini draga og tey flestu vilja til Keyp­manna­havn­ar. Og í so máta tykj­ast før­oy­ ing­ar­nir ikki at vera stórt øðr­vísi enn onnur, sigur Holg­er Arn­bjerg. Hægri krøv – Karakterkrøvini til tær vælumtóktu út­búgv­ing­ar­ nar uttanlands eru í høv­ uðs­heitum hækk­aði nakað tey seinastu árini. Fleiri lest­rarstøð í Danmark hava fingið karakterkrøv væl omanfyri 9 í meðal og hetta er eisini alment gald­andi fyri lærustovnar í Ong­landi, sigur Holger Arn­bjerg. Tað, sum nógv hin­veg­ in ikki gáa um er, at bróð­ urparturin út­búgv­ing­ un­um, sum verða ­bodnar út í Dan­mark hava eingi karak­ter­krøv. Velur tú t.d. at lesa mál í Sønderborg, sosiologi í Esberg ella sam­skiftisvísund í Kold­ ing, er tað nóg mikið, at tú hevur eitt miðnámsprógv. Og soleiðis er tað so nógva aðrastaðni eisini. – Sum dømi kann eg nevna at av teim­um til­ samans 89 útbúgv­ing­ un­um, sum Aalborg Uni­ versi­tet bjóðaði út í fjør, vóru bert fýra út­búgv­ ingar við karak­ter­av­mark­ ingum. Til allar hinar 85 útbúgvingarnar var tað nóg mikið, at tú hevði eitt miðnámsskúlaprógv. So tað er vert at leggja sær í geyma, at summastaðni er lættari at koma inn ella aðrastaðni. Hettar er gald­ andi bæði fyri Danmark og onnur lond, sigur Holg­ er Arnbjerg. Krøvini veksa og Danmark dregur Krøvini fyri at sleppa inn á tær hægru útbúgvingarnar veksa støðugt. Danmark dregur, serliga Keypamannahavn Sambært Studna vóru hetta 10 tær best umtóku útbúgvingarnar millum føroyingar, sum lósu hægri lestur uttanlands í 2011/2012: 1. Námsfrøði . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 91 2. Lækni . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 84 3. Jura . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 83 4. Ha, bach. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 70 5. Sjúkrarøktarfrøði . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 63 6. Sálarfrøði . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 51 7. Sosialráðgevi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 44 8. Byggitøkni . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 43 9. Lærari . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 40 10. Sivilverkfrøði . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 38 Tølini hjá Studna yvir lesandi føroyingar uttanlands eru gjørd við støði í talinum á teimum, ið hava fingið ferðastuðul frá Studna. Hvat lesa vit? Eg má nokk eta eitt sindur av turrísi áðrenn eg fari heimanífrá, so at eg havi ís í mag­an­um, tá eg fari til próvtøkuna í morgin Meinar Dahl-Olsen, 19 ár Terping 22 ára gamli Einar Kallsberg leitar eftir teimum røttu prógvunum fyri matematisku líkingunum. Próvtøkan í morgin er munnlig, so tað ræður um at duga tað mesta uttanat Mynd: Dánjal Højgaard Kjak 19 ára gamli Meinar Dahl-Olsen, (h.m.) vendir matematisku loysnunum saman við floksfelaganum Hanusi á Fjaldrafløtti Mynd: Dánjal Højgaard