Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. juni 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. juni 2013 · Nr. 65 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Fáur politikkari hevur slóðað fyri so mongum nýskipanum til frama føroyska løntakaran sum føðingardagsbarnið, Ják­ up Lindenskov. Í dag fyllir Jákup Linden­ skov, sum hevur laðað nak­ rar av størstu varðunum á sosiala økinum, 80 ár. Líka frá tí hann varð valdur á ting 25 ára gamal, til hann gavst fyri 19 árum síðani, virkaði hann fyri stevnuni at skapa sosialt rættvísi. Hann er ein av mongu hug­sjónarmonnunum, sum hava mannað politiska liðið hjá Javnaðarflokkinum. Teir høvdu hugsjónir um at skapa eitt betri samfelag, sam­ stundis sum teir væl dugdu at fyrisita samfelagið á ein skynsaman hátt. Í dag taka tey flestu hesar skipanir sum sjálvfylgjur, men tá hesar skipanir komu, vóru tær slóðbrótand. Sum landsstýrismaður í ar­beið­ aramálum, sosial- og ídn­ að­ar­málum smíðaði hann saman við embætismonnum í landsstýrinum uppskotið um heimahjálp fyrst í sjeyti­ árunum. Hetta var eitt stórt framstig fyri tey eldru. Miðskeiðis í sjeytiárunum fingu vit lógina um arbeið­ aravernd, sum var eitt stórt tak fyri arbeiðandi fólk­ið. Men ein upp aftur størri ný­ skipan fyri tey tíma­løntu var lógin um sjúkra­dag­ pen­ing fyri tey tímaløntu í seinru helvt í sjeytiárunum. Skipanir, sum Jákup eisini gekk á odda fyri at fáa framt. Tá uppskotið um dag­pen­ ingaskipanina var frammi á landsfundi Javnaðarfloksins í 1978 vóru tað fleiri tímalønt, sum høvdu ilt við at trúgva, at Javnaðarflokkurin fór at fáa uppskotið framt, tí upp­ skotið miðaði eftir, at ar­ beiðsgevarar eisini rind­aðu ein part. Hesum tók tann borgarligi flokkurin í lands­ stýrinum, sum tá sat, ikki undir við. Hetta var annars eitt krav frá donsku stjórnini, men úrslitið varð ein semja sum vist klípti tveir teir fyrstu sjúkradagarnar burur. Tað merkti so, at privat og alment lønt ikki vórðu javn­ sett, tá sjúka var. Havi nevnt tríggjar varðar, sum tá vóru á dagsskránni hjá Javnaðarflokkinum og ar­beiðararørsluni. Aðrar ábøtur vórðu eisini gjørdar á sosiala økinum, eitt nú varð sosiala fyrisitingin yvirtikin og Almannastovan skipað. Jákup slóðaði eisini fyri nýskipanum á vinnuøkinum. Hann og Javnaðarflokkurin ásann­aðu, eins og gjørt varð framm­an­undan, at grund­ arlagið undir vælferðarsam­ fe­lagnum er eitt gott og trygt vinnulív. Hann gekk tí á odda longu fyrst í sjeytiárunum at stovna Ídnaðargrunnin, sum fekk stóran týdning í arbeiðnum at byggja upp nýggjar og aðrar vinnutættir og vinnuvirki, eins og landsstýrið, hann sat í, eisini setti skipanir í verk at stuðla upp undir føroyskt skipasmíð. Menningargrunnurin varð eisini stovnaður í hans­ ara tíð eftir uppskoti frá Tjóð­veldisflokkinum. Fáur politikkari kann vísa á so nógvar slóð­brót­andi nýskipanir sum føð­ing­ar­dags­ barnið. Men hetta er ikki nak­ að, hann reypar um, tí soleiðis er hann ikki. Flokkurin hjá hon­um hevði álit á honum og valdi hann í landsstýrið, og í landsstýrinum prógvaði hann, at tað bar til at fremja nøk­ur mál hjá flokkinum við tí polit­iska handa­lagnum, sum skal til, og sum hann hevði. Men Jákup var, kunnu vit siga, longu avlærdur, tá flokk­urin skeyt upp at velja hann og Villa Sørensen í landsstýrið 22. november í 1968. Hetta hendi, tí lands­ stýr­ið varð umskipað, eftir at Petur Mohr Dam, løg­mað­ur og floksformaður, and­aðist 8. november, og Kris­tian Djur­ huus, úr Sambands­flokk­ inum, tók við sum løgmaður. Í tey átta árini, Ják­up hevði sitið sum løg­tings­ maður, hevði hann havt góðar lærumeistarar í javn­ aðar­flokkinum sum P.M. Dam, J. Fr. Øregaard, J.P. David­sen og J. Danbjørg. Hesir vóru við til at gera Javn­aðar­flokkin til størsta flokkin á valinum í 1958 við tveimum høvuðs­val­lyftum - fólka­pen­sjón og arbeiði til allar hendur. Undan valinum hevði Javn­aðarflokkurin skotið upp at seta eina fólkapensjón í gildi í Føroyum, eins og sosialdemokratisku ar­ beiðara­flokkarir høvdu gjørt tað í øðrum norðurlondum, men uppskotið fall. So nú var at brúka uppskotið í val­ stríðnum, og tað varð gjørt so dyggiliga. Og hitt uppskotið var eisini heilt natúrligt fyri ein arbeiðaraflokk, tí fleiri túsund føroyskir arbeiðarar, fiskimenn og handverkarar noyddust at fara til Íslands og Grønlands at arbeiða ella fara við norskum, ís­lendsk­ um, bretskum og týskum fiski­skipum og trolarum. Jákup taldist millum teir átta tinglimirnar, Javn­ að­ar­flokkurin fekk á val­ inum. Flokkurin skipaði lands­stýrið saman við Sam­ bandsflokkinum og Sjálv­ stýris­flokkinum og við Petur Mohr Dam sum løgmanni og farð varð undir størstu upp­ byggingarskeið í føroyskari søgu. Eftir einum valskeiði fekk landsstýrið bast ar­ beiðs­loysinum. Ferð fekst á ætlanina at endurreisa før­ oyska fiskiskipaflotan, flaka­ virki vórðu bygd, almenn arbeiði, t. d. studentaskúlin og landssjúkrahúsið, vórðu sett í verk, eins og farið varð undir at byggja fleiri vegir og havnir kring landið. Á sosiala økinum hendi eisi­ni ein kollvelting. Tað eydn­aðist P. M. Dam í sam­ ráðingum við donsku stjórn­ ina at fáa danir at rinda helvt­ina av kostnað­in­um fyri tær sosialu ný­skip­an­ir­ nar, sum vórðu settar í verk - fólkapensjónin, av­lamis­pen­ sjónin og einkju­pen­sjónin. Frammanundan vísti út­ rokningarnar hjá Kristiani Djurhuus, sum umsat fíggjar­ mál, at kostnaðurin gjørd­ist ov høgur, og at fíggjar­lógin helst endaði á 20 milli­ónum ella omanfyri. P. M. Dam fór so at samráðast við donsku stjórnina, og sam­ ráð­ingarnar bóru á mál. Tað hevði Kristian Djurhuus ikki roknað við, hevur hann sagt undir­ritaða. Henda søguliga gongd sigur okk­um, at føð­ingar­ dags­barnið sum politik­ari hevur verið við til at byggja upp føroyska væl­ferðar­ sam­felagið frá byrjan - ja, flyta føroyska samfelagið frá einum meira ella minni til afturskomnum sam­felag til eitt nútímans væl­ferðar­ samfelag. Við valið í 1962 fekk Jákup saman við Javnaðar­ flokkinum eitt upp aftur betri úrslit, men tað eydnaðist ikki at skipa landsstýrið, tí sjálv­stýrisflokkarnir høvdu meiriluta á tingi og skipaðu »sjálvstýrislandsstýrið«. Tað lat seg gera, tí Sjálv­ stýris­flokkurin valdi sjálv­ stýrisflokkarnar fram um »heimastýrisflokkarnar«. Á valinum í 1966 valdu javnaðarveljarar í Suður­ streymoy formannin í ar­ beiðs­mannafelagnum, Mart­ in Joensen, á ting. Jákup fór so aftur til arbeiðs á Tryggingarsambandinum, har hann hevði fingið útbúgving, men tað skeiðið vardi bara tvey ár. So varð aftur boð eftir honum, sum skrivað er fyrst í greinini, og hann varð valdur í landsins stýri. Eftir 11 ár í landsstýrinum stillaði fllokkurin Jákup upp til fólkatingsvalið í 1979. Hann varð valdur, og sat í fólkatinginum í seks ár, eitt skifti sum varamaður. Á fólka­tingi vann hann sær eisini virðing og fekk framt ta skipan, sum gav føroyskum úti­siglarum krígspensjón, sum teir ikki høvdu fingið, men sum teir høvdu rætt til. Jákup hevur verið ein av fremstu monnunum í føroysku javnaðarrørlsuni, bæði sum politikkari og á ann­an hátt. Eitt skifti var hann blaðstjóri á Sosialinum, eins og hann skrivaði nógvar politiskar greinir øll árini, hann var í politikki. Sum lim­ ur í blaðnevndini hjá flokk­ inum var hann við til at fáa prentsmiðjuni nýggja útgerð í sjeytiárunum og gera blaðið meiri nútímans við løntum blaðfólkum. Tá varð grundin løgd til tann Sosoalin, vit kenna í dag. Politiskt hevur Jákup altíð verið hóvligur. Hann var ikki harðmæltur í orða­ skift­um, men afturímóti fekk hann nógv av skafti. Hann var hvørki at finna í høgra- ella vinstraveingin í javn­ aðarflokkinum, men aftur­ ímóti kann sigast, at hann var tann sanni javnaðarmaðurin. Við atliti at spurninginum um ríkisfelagsskapin, so var og er hann millum heima­ stýris­menninar, sum ikki glað­beintir taka undir við yvirtøkum og øktum ábyrgd­ um, hóast hann var við til at fremja fleiri yvir­tøkur í sjeytiárunum. Í Javn­aðar­ flokk­inum hevur hann verið heilur, eins og hann hevur verið tað í fráhaldsrørsluni. Jákup er havnarmaður og veit nógv um fólk, familjur og býlingar í høvuðsstaðnum. Veit nógv at greiða frá og verð­ur tíðum spurdur, tá prátið í hitarúminum í svimji­høllini snýr seg sum Havn­ina og havnarfólk. Føð­ingar­dagsbarnið kann í dag líta aftur á eitt langt, spennandi og hendingaríkt lív, ikki minst í samfelagsins tæn­astu, har hann hevur laðað varðar og langt mong klípi. Eitt starv sum mong takka honum fyri. Góði Jákup, hjartaliga til­ lukku! Jóhann Politiski nýskiparin fyllir áttati Jákup Lindenskov segði løgtinginum farvæl á løgtingsvalinum í juli 1994, tá hann ikki stillaði uppaftur Jákup Lindenskov og Ellindur Patursson, tá Jákup tók við sum løgtingsformaður í november 1984 Poul Schlüther, Jákup Lindenskov og Knud Heinesen