Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. juni 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. juni 2013 · Nr. 65 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ítróttartoymi Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Uni Holm Johannesen Álvur Haraldsen Pætur Eyð. Jensen Tróndur Arge - Eg eri ótrúliga glaður fyri at verða úttikin til landsliðið, men eg má eisini vísa skúlanum ans, so eg royni at fáa tey bæði tingini at hanga saman. So eg royni at lesa so nógv, sum eg kann, hóast tað er nógvur fótbóltur í høvdinum, sigur Ári Mohr Jónsson. Tað hevur gingið skjótt seinastu mánaðirnar hjá unga bakkinum. Hann hevði ikki droymt um at hann skuldi bæði røkka Superliga og landsliðsfótbólti innan so stutta tíð. - Eg hevði als ikki hugsað tankan um at tað kundi ganga so skjótt, sum tað hevur gjørt. Tað er næstan óveriligt. Tað eru nokk dystirnir í Superliguni, sum hava gjørt at eg eri komin á A-landsliðið, sigur Ári Mohr Jónsson. Tað var eisini ein fegin Ári, ið gekk inn á leikvøllin í Írlandi. Kenslan var góð. - Tað ber ikki til at lýsa hvussu fantastiskt tað var. Tað er nakað eg havi droymt um síðani eg var smádrongur, sigur 19 ára gamli Silkeborg spælarin, sum var bangin fyri at tað kundi ganag gali, tá Írland skoraði longu eftir fýra minuttir. - Tað var hart. Tá tú spælir á føroyska landsliðnum, so hevur tú ikki so oftani bóltin og so skora teir longu aftaná fýra minttir. Tá hugsar tú at hetta kann enda gali, men tað gjørdi tað so ikki, sigur Ári. Fleiri liðfeløgunum hjá honum eru svartasjúkir inn á føroyingin, sum sleppur at spæla móti stóru stjørnunum kring Evropa. - Teir vilja eisini sleppa at spæla móti stóru stjørnunum frammanfyro nógvum áskoðarum. Onkur hevur sagt, at teir vilja blíva føroyingar, so teir kunnu koma á landsliðið, sigur Ári Mohr Jónsson við einum smíli at enda. - Hugsi eisini um skúlan Ári Mohr Jónsson Tað sigur Ári Mohr Jónsson, sum fríggjakvøldið spældi sín fyrsta dyst fyri landsliðið Tróndur Arge - Tað var eitt stórt upp­ livlisi, men úrslitið kundi ver­ið betri. Tað kann verða ótakknemmiligt at renna sum fremsti maður á føroyska landsliðnum, men tú mást bara royna at fáa sum mest burtur úr og arbeiða so hart sum tú kanst, so kanst tú ikki gera meiri, sigur Páll Klettskarð. Framherjin hjá KÍ skulu eisini venja seg við at spæla móti verjuspælarum, sum til dagligt spæla í Premier League. - Teir eru sterkir og spæla hart. Teir duga væl at fáa tey úr balansu, so tú ikki fær arbeitt við bóltinum, so tað mátti eg líka venja meg við, sigur Páll. Páll hevði bara verið lands­liðs­spælari í fýra minutt­ir, tá Írland legði seg á odda, en hóast tað, so var Páll ikki ræddur. - Eg var ikki beinleiðis bang­in, men tað var ein keði­lig byrjan at fáa. Tungt at koma afturum beinan­ vegin. Vit vónaðu at kunna haldi tætt í verjuni, so fjált­ ur møguliga kom á teir og vit møguleika fingu eitt mótálop, sigur Páll Andras­ son Klettskarð at enda. trondur@sosialurin.fo Tróndur Arge – Svøríki Jóhan Troest Davidsen er nýggj­ur í hópinum og vandi við. Atli Gregersen og Símun Samuel­sen góvust stutt fyri venj­ing­ar­enda, men talan er bara um fyribyrgjan av smærri snuddum. Venjingin var ein stutt og løtt venjing á einum heldur vá­t­um vølli. Tað regnaði illa fyrra­partin og tað merktist á vøllinum. Móti endanum av venj­ ing­ini stillaði Lars Olsen, lands­liðsvenjari, eitt lið upp, sum skuldi verða í verju­ støðu. Her hevði hann valt Jó­han Troest Davidsen í mið­ verju­na, Viljorm David­sen á vinstra bakk og Jónas Tór Næs á høgra bakk, með­an miðvøllurin varð mann­aðu­r av Súna Olsen, Fróða Benja­ min­sen og Halli Hans­son. Spurningurin er hvussu nógv skal leggjast í hetta spæl­ið, men um tað er nakað at ganga út frá, so verð­ur talan um minst fimm broyt­ ingar til dystin móti Svøríki. Lars Olsen segði eisini við portal­in, at hann umhugsar at gera nakrar broytingar, men at tað ikki kemur av at nakar hevur spælt illa. Held­ ur er tað tí at hann ivast í um menn klára at spæla tveir so krevjandi dystir upp á fýra dagar. Tað sóu vit millum ann­ að móti Írlandi seinast. Tá høv­du vit fýra dagar fram­ m­an­undan spælt ein brand­ dyst móti Svøríki, men orkan tók­t­ist ganga undan í seinna hálv­leiki. Jónas Tór Næs stríðist fram­vegis við at blíva klárur og vandi við, meðan onkrir spæl­ar­ar hava smærri snuddi­r. Venjingin var á Söder­ stadion, sum er heima­vøll­ urin hjá Hamme­r­by IF. Leik­vøllurin er gamal og niðu­rs­litin. Til komandi kapp­ing­ar­ár skal Hammerby spæla á nýggja Tele2 Arena leik­vølli­num, sum liggur fáar metrar frá núverandi heima­ vølli­num. trondur@sosialurin.fo - Eitt stórt upplivilsi Tað sigur Páll Andrasson Klettskarð um fyrsta altjóða skrásetta landsdystin hjá sær, men hann kundi hugsað sær eitt betri úrslit. Venjing gevur ábendingar um broyting Føroyska landsliðið kom í dag til Svøríki og hevur havt sína fyrsta venjing. Hon gav ábendingar um broytingar í verjuni og á miðvøllinum