mánadagur 10. juni 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 3. juni 2013 · Nr. 62
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Mánadagur 3. juni 2013 · Nr. 62
Føroyingur tikin fyri doping
Pætur Albinus
21 ára gamli Frans Johannes
sen, sum er føroyingur, men
hevur búð í Danmark síðani
hann var tvey ára gamal, er
tikin fyri doping. Hetta hevur
vakt ans í Danmark um
vikuskiftið, tí Frans er ikki
ein og hvør og svimur eitt nú
fyri danska landsliðið.
Tað var leygardagin, at
danska
svimjisambandið
sendi tíðindaskriv út, har tað
varð kunngjørt, at Frans
Johannessen er tikin við
evninum Terbutalin í kroppi
num. Hetta evnið er bannað
og kemur undir doping. Tað
var undir Danish Open í
mars-mánaða, at kanningin
varð gjørd.
Skelkaði
Forkvinnan í danska svimji
sambandinum, Pia Holmen,
gjørdist skakk av at hoyra
tíðindini um Frans.
– Tað er sjálvandi bæði
skelkandi og harmiliga tíð
indi at fáa, at ein av lands
liðssvimjarum
okkara
er
vorðin partur av eini dop
ingsak. Júst nú halda vit fast
við, at sakin fyrst má byrja.
Vit mugu tískil brynja okkum
við tolsemi og bíða eftir at
sakin verður viðgjørd í dop
ingnevndini hjá Danmarks
Idrætsforbund,
sigur
Pia
Holmen í tíðindaskrivinum.
Astma-heilivágur
Sjálvur er Frans Johannessen
róligur og metir, at evnið
er íkomið eftir at hava nýtt
astma-heilivág.
– Eg eri vanur við at brúka
innandingartól hvønn dag.
Tískil hugsaði eg als ikki um,
at nýggja innandingartólið,
sum eg nýtti undir Danish
Open, møguliga hevði hetta
evnið, sum ikki er loyvt, sigur
Frans Johannessen í tíðinda
skrivinum.
Frans
Johannessen
er
fyribils bannaður frá kapp
ingum og sleppur ikki við til
tær næstu kappingarnar,
sum skuldu vera í Barcelona
11. - 12. juni og í Canét 15. - 16.
juni.
Tekur sína tíð
Tað koma helst at ganga
nakrar vikur áðrenn sakin
verður avgreidd. Ein dop
ingbólkur
hjá
Danmarks
Idrætsforbund hevur kallað
Frans inn til samrøðu seinni
í hesum mánaðinum, og
verður sakin síðani beind í
dopingnevndina hjá Dan
marks Idrætsforbund.
Í tíðindaskrivinum verður
at enda nevnt, at ein kann
vænta sær, at sakarmálið fer
at taka nakrar vikur.
albinus@sosialurin.fo
Svimjing: Føroyingurin á danska landsliðnum, Frans Johannessen, er fyribils útihýstur frá kappingum eftir
at hann er tikin fyri doping. Hann er tó púra róligur og metir orsøkina vera eitt astma-innandingartól
Føroyskur HM-dómari
Tað vóru ikki einans føroyskir fimleikarar í HM – ein
dómari var eisini. Elna Johannesen úr fimleikafelagnum
Støkk var ímillum teir 12 dómararnar, sum skuldu kjósa
heimsmeistaran. Heimsmeistari bleiv russiska liðið Madonna.
Torkil á 14. plássi
Føroyski súkklarin, Torkil Veyhe, gjørdist um vikuskiftið nummar 14 í
danskari A-kapping. Teinurin var í býnum Struer og var 150km langur.
Torkil royndi at ríva seg leysan, bleiv innheintaður og fekk eitt 14. pláss. -
Vónaði topp 10, men eftir umstøðunum nøgdur, skrivar hann á facebook.
Dopingeftirlitið: Ansið væl eftir heilivágnum
Doping: Sofus Debes Johannesen, formaður í føroyska dopingeftirlitinum, mælir øllum íðkarum,
ið nýta heilivág, til at kanna væl eftir um ólóglig evni eru at finna í heilivágnum.
Pætur Albinus
– Mannagongdin er tann, at
um tú hevur eina sjúku, ið
krevur heilivág, skalt tú
kanna væl eftir, um nøkur
ólóglig evni eru í. Eru ólóglig
evni í, so skal ein spyrja
læknan, um tað finst annar
heilivágur, sum hevur somu
ávirkan, men sum ikki hevur
ólóglig evni í sær. Um ikki ber
til at fáa heilivág uttan hesi
ólógligu evnini, skal íðkarin
senda umsókn um undan
taksloyvi til dopingeftirlitið
- hetta plaga tey vanliga at
fáa, sigur Sofus Debes Johan
nesen, sum vísir til heima
síðuna antidoping.dk, har
listi við øllum teimum ólóg
ligu evnunum er at finna.
Undantaksloyvið,
sum
íðkarar kunnu útvega sær,
kallast Temporary Use Ex
ception (TUE). Til heimligu
kappingarnar
er
einans
neyðugt at fara til lokala
dopingeftirlitið,
men
um
ein skal til altjóða kapping
er tað eitt gott hugskot at
kanna eftir, um avvarandi
sersamband
hevur
egna
reglugerð innan doping.
Kann vænta revsing
Vit spurdu Sofus Debes
Johannesen, um ein sleppur
snikkaleysur fyri at av óvart
hava tikið evni, ið ikki er
lógligt – eins og tað er líkt
til at støðan er við Frans
Johannessen.
– Hann kann vænta, at
hann verður revsaður. Er tað
einans tað, at hann hevur
havt loyvi áður, skift heilivág
og ikki boðað frá, so kann tað
verða
ein
linari
revsing.
Møguliga nakrar vikur heldur
enn tvey ár, sum annars er
vanligt, sigur Sofus.
Ymisk evni kunnu tykjast
at hava lítið upp á seg, men
tað er als ikki óvanligt, at
íðkarar, ið tilætlað nýta
avriksfremjandi
heilivág,
nýta vatndrívandi evni fyri
at dylja sokallaðu doping
misnýtsluna.
albinus@sosialurin.fo
Sjálvur er Frans Johannessen
róligur og metir, at evnið
er íkomið eftir at hava
nýtt astma-heilivág.