mánadagur 10. juni 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. juni 2013 · Nr. 65
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
føroyar 2 (1)
rumenia 2 (0)
Tróndur Arge – Toftir
Tey flestu høvdu fyrireikað
seg upp á, at nú gekk ikki
longur. Føroyska U21 lands
liðið hevði í yvir 80 minuttir
havt antin annað stigð, ella
øll trý stigini í sjáttuni, men
nú standa vit eftir við ong
um. Rumenar hava lagt seg
á odda fyri løtu síðan og
brádliga er nakað tómligt á
Svangaskarði.
Teir fáu hundrað áskoðar
arnir geva ikki eins nógv ljóð
frá sær sum frammanundan,
og lotið tykist við eitt kaldari.
Vit vóru so nær við. Árni
Frederiksberg
rakti
tvør
stongina við dundurskoti
stutt frammanundan, at ru
menar løgdu seg á odda.
Framrættaðu
menninir
hava gjørt bart í allan dag.
Nú er 17 ára gamli Poul Inga
son eisini komin á vøllin,
men klokkan rennur undan.
Fjórði dómarin vísur skiltið,
sum sigur at vit hava fýra
minuttir at skora í. Fleiri enn
teir tríggir eru spældir, tá ein
langur bóltur verður sendir
fram móti brotsteiginum hjá
rumenum.
Gilli Sørensen forleingir
og so setur Poul Ingason
ferð á. Hann er ikki til at
steðga og rumenarnir standa
hjálparleysir og hyggj at, tá
TB framherjin púra kaldur
sparkar bóltin í málið til
javnleik 2-2.
Hetta til gleði fyri allar
spælararnar í bláum og
øllum hjálparfólkum, venjar
um og áskoðarum. 17 ára
gamli Poul Ingason hevur
ikki verið á U21 landsliðnum
í meir enn tíggju minuttir og
hevur longu skorað eitt av
gerandi mál!
Góð byrjan
Tað var eitt sindur óvist
undan dystarbyrjan hvussu
gott rumenska liðið var, og
hvussu føroyska liðið kom at
spæla. Skaðar høvdu við sær,
at René Shaki Joensen kom á
vinstra bakk. Í álopinum fall
valið á Gunnar Zachariasen,
meðan hann rundanum seg
hevði Ara Ellingsgaard, Árna
Frederiksberg og Gilla Søren
sen.
Føroyska liðið byrjar við
at leggja rumenar undir trýst
og tað riggar. Gestirnir hava
trupulleikar av vøllinum og
megna sjáldan at koma sær
undan, tá føroysku spælarar
nir koma niðan á vøllin eftit
teimum. Hetta mundi verða
besta byrjanin, ið Heðin Ask
ham og Bill M. Jacobsen kun
du ynnskja sær upp á eina
nýggjan byrjan.
Tá so fyrsta løtan er farin
afturum og gestirnir byrja at
fóta sær á vøllinum, taka teir
alsamt meiri yvir leikliga og
koma til onkrar vandastøður.
Okkara lið kemur so smátt
undir trýst, tá vit fara í mót
álop.
Árni Frederiksberg send
ir Gilla Sørensen avstað í
vinstru síðu. Skjóti tvøra
maðurin settir ferð á. Komin
framvið verjuni hjá rumenia
leggur hann bóltin innfyri
til Gunnar Zachariasen, sum
ger sum ein áleypari skal og
rennir seg í røttu støðuna og
settir innarusíðu á bóltin til
1-0.
Rumernar taka yvir
Eftir málið kemur føroyska
Rumenska stjørnan gloymt passið Tað var um
reppið, at liðskiparin hjá Rumenia, Nicolae Stanciu,
ikki slapp at spæla, tí hann fann ikki passið hjá sær.
Allir spælarar skulu lata passið inn undan dysti.
Søgan sigur, at tað bleiv funnið í flúgvarinum.
H E S A V I K U N A
u21 landsdystur
Kristian Joensen: 4
Stóð væl. Hevði onkrar góðar
bjargingar, stýrdi verjuni væl og kom
liðnum til hjálpar í deyðbóltsstøðum,
tá hann tordi at koma út úr málinum.
Veikleikin vóru útspørkini, sum ikki
vóru nøktandi.
Bárður Hansen: 4
Hevði trupulleikar í verjustøðu í fyrra
hálvleiki. Tað var ikki bara hansara
skyld, men hann kom ov oftani at
renna aftaná rumenska vonginum,
tí hann lat seg lokka ov langt fram.
Kom annars væl framvið og luttók í
uppbyggjandi spælinum.
Hørður Askham: 4
Hevði somuleiðis trupulleikar í fyrra
hálvleiki, tí hann kom ov langt fram
á vøllin. Spældi annars ein fínan dyst
í verjuni og vann nógvar nærdystir.
Átti eisini týdningarmikla takling, tá
rumenar vóru um reppið at skora.
Sonni R. Nattested: 5
Spældi ein branddyst í miðverjuni.
Vann at kalla allar sínar nærdystir og
spældi sum ein royndur miðverji. Var
eisini ein hóttan í deyðbóltsstøðum
og royndist eisini væl í uppspælinum.
Dagsins spælari.
René Shaki Joensen: 5
Havandi í huga, at hann sum høgra
beinur var at finna á vinstra bakki,
so spældi hann ótrúliga væl. Serliga í
verjustøðu var hann stinnur. Bæði tá
hann skuldi renna hinar upp og tað
talan var um at lesa spælið.
Bogi Reinert Petersen: 4
Stríddist væl á miðvøllinum og tordi
at spæla bólt. Smæddist hvørki í
nærdystunum ella í uppbyggjandi
spælinum. Mátti sum skilst út við
skaða tíðliga í seina hálvleiki.
Rógvi Joensen: 5
Ein av bestu spælararunum á
vøllinum. Fylti ótrúliga nógv á
miðvøllinum og var allastaðni har
tað hendi nakað. Bleiv fleiri ferðir
sparkaður niður,men reistist hvørja
ferð.
Árni Frederiksberg: 4
Hevði eitt dundurskot á tvørstongina,
sum kundi havt avgjørt dystin til
okkara fyrimun. Tordi at bjóða av í
høgra borið og arbeiðisorkuni bilti
einki. Hevði onkran minni góðan
deyðbólt. Átti lut í fyrra málinum við
góðari avlevering.
Ari Ó. Ellingsgaard: 4
Rann sólina svarta á framrættaða
miðvøllinum. Riggaði væl saman við
hinum framrættaðu spælarunum og
tordi at bjóða av og venda sær við
bóltinum.
Gilli Sørensen: 5
Legði upp til bæði málini og vísti í
løtum sín ótrúliga skjótleika. Tók
av møguleikanum sum liðskipari og
saman við René tóku teir seg væl
av vinstru síðu. Bleiv læstur í seinna
hálvleiki av taktiskum orsøkum.
Gunnar Zachariasen: 5
Spældi sum fremsti maður og kom
væl frá uppgávuni. Tuskaði runt allan
dystin og legði rumensku verjuna
undir trýst. Skoraði fyrra málið, tá
hann sum ein rættur áleypari rann
seg í rætta stað í júst røttu løtu.
Ivan Joensen: 4
Kom inn á miðvøllin fyri Boga og
fall til beinanvegin. Bæði tá talan
var um at vinna bóltar, men eisini
í uppbyggjandi spælinum megnaði
hann at sleppa sær av við bóltin á
skilagóða hátt. Fær helst møguleikan
frá byrjan í Montenegro nú Rógvi
Joensen ikki er við.
Poul Ingason: 5
Spældi ov stutt til at gera ein meting
av avrikinum, men tá maðurin skorar
í evstu løtu, so fær hann eitt fimm
tal fyri tað!
Heðin Hansen:
Kom inn seinastu løtuna fekk
sett onkra góða takling inn, men
spældi annars alt ov stutt til at
gera ein meting.
Avrik: tøl 1 til 6 U21 landsliðið
gjørdi tað aftur
Við málið langt inni í yvirtíðini tryggjaði
bara 17 ára gamli Poul Ingason Føroyum eitt
stig í U21 landsdystinum móti Rumenia á
Svangaskarði. U21 landsliðið hevur enn eina
ferð spælt seg til eitt megnar úrslitt
Poul Ingason gjørdist
dagsins hetja, tá hann
javnaði í evstu løtu. Gleðin
er ikki at taka feil av