mánadagur 10. juni 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 10. juni 2013 · Nr. 65
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
liðið undir trýst og tað blív
ur ein kampur um at halda
leiðsluna restina av hálv
leikinum. Tað eydnast, men
seinni hálvleikur er bara
tveir minuttir gamal, tá
Gabriel Ianco verður spæld
ur púra leysur inn um verj
una hjá okkum. Onkur vil
verða við, at tað var bæði
vindur og sól, sum spældi
inn. Tað samsvarar eisini
við, at málið sá alt ov lætt út
í mun til avrikini restina av
dystinum.
Rumenar hava bóltin meir
í seinna hálvleiki, men tá
okkara fáa brotið spælið, so
gongur skjótt hinvegin, men
tíverri manglar tað seinasta
at fáa mál.
Tað endar við, at rumenar
spæla føroysku verjuna tun
na og so er 2-1. Eftir øllum
fortreytum, so eigur Rumen
ia at vinna á Føroyum – ser
liga teir koma odda so seint
í dystinum. Men soleiðis er
ikki tá talan er um føroyska
U21 landsliðið, sum enn eina
ferð framdi eitt satt bragd!
trondur@sosialurin.fo
Rógvi ikki við til Montenegro Liðskiparin hjá TB, Rógvi
Joensen, verður ikki við í Montenegro. Hann hevur próvtøkur
fyri framman og hevur tí valt at geva avboð hesaferð.
Laurentiu Branescu: 4
Kundi einki gera við føroysku
málini, men vísti seg annars sum
ein góðan málmann. Hevði onkra
einkulta bjarging.
Mihai Balsa: 2
Hevði stórar trupulleikar av Gilla
Sørensen í fyrra hálvleiki og
megnaði lítið fram eftir vøllinum.
Bleiv tikin út í hálvleikinum.
Alexandru Cretu: 3
Hevði trupulleikar av vøllinum í
byrjanini, men kom fyri seg. Fekk
eitt gult kort fyri at fella Gunnar
Zachariasen. Spældi væl í seinna
hálvleiki.
Florin Plamada: 3
Var tann minni sjónligi miðverjin,
men spældi ikki beinleiði illa.
Serliga eina løtu í seinna hálvleiki
fingu teir tamarhald á dystinum
og kláraðu at køva føroyska
álopið.
Alin Tosca: 5
Vinstri bakkurin var ein støðug
hóttan. Megnaði fleiri ferðir at
dribbla seg úr føroyska trýstinum
og senda framherjan ella
vinstra vong avstað. Millum teir
sjónligastu og bestu hjá Rumenia.
Romario Benzar: 4
Spældi óstøðugt. Í løtum var
hann góður og fordeildi bóltin
rund á vøllinum, meðan hann til
aðrar tíðir hevði ilt við at raka
sínar egnu menn og fáa ferð á
spælið.
Alin Carstocea: 3
Hevði nakrar góðar renningar
frameftir vøllinum, men var einki
frammanfyri okkara miðvøll.
Nicolae Stanciu: 5
Avgerðin at flyta hann á høgra
vong í seinna hálvleiki riggaði
illa. Hann var skaparin á liðnum
í fyrra hálvleiki, men endaði
bara vit at senda bóltar innfyri
í seinna hálvleiki. Vísti annars
spæl á høgum stigi. Gott eyga fyri
spælinum og góðan bóltførleika.
Tiberiu Serediuc: 4
Var ein støðug hóttan í fyrra
hálvleiki, tá hann slapp at renna
inn um verjuna hjá okkum. Kvikur
og dribblisterkur, men kundi helst
fingið meiri burtur úr í onkrum
vandamiklum støðum. Legði upp
til 2-1 málið.
Gabriel Iango: 3
Hevði ongan kjans móti René,
sum tok sær væl av honum.
Skoraði útjavnandi málið, tá hann
bleiv spældur púra leysur og var
tryggur ein móti einum.
Andrei Ciolacu: 3
Var væl eftiransaður av føroysku
verjuni og formáddi sær lítið.
Slapp nakrar ferðir at renna frá
verjuni hjá okkum, men annars
ikki so nógv bit í.
Leonard Manole: 3
Kom inn á vinstra vong og tóktist
ágrýtin, men hevði tó hug at
grenja nakað illa.
Sergio Bus:
Kom inn í eitt lítið korter og
skoraði.
Avrik: tøl 1 til 6
Tað kann bara blíva ótrúligi viljin hjá
U21 landsliðnum at trýsta til seinasta
bríksl. At trýsta eitt rumenskt lið og fáa
2-2 javnleik í evstu løtu er fantastiskt.
Eysturoyggin dumpaði so dyggiliga, tá tað kemur til
áskoðarar. Alt ov fáir áskoðarar og tað er ótrúligt, at
fólk ikki vísa hesum U21 landsliðnum størri ans tá
teir spæla. Hava teir ikki uppiborið tað eftirhondini?
Laurentiu Branescu
Alexandru Cretu Florin Palmada
Mihai Balasa Alin Tosca
(Leonard Manole, 46.min)
Romario Benzar Alin Carstocea
Nicolae Stanciu Tiberiu Serediuc
(Sergio Bus, 78.min)
Andrei Ciolacu Gabriel Inacu
(Cristian Gavra, 66.min)
Kristian Joensen
Hørður Askham(G) Sonni R. Nattestad
Bárður Hansen René Shaki Joensen
Rógvi Joensen(G) Bogi R. Petersen(G)
(Heðin Hansen, 89.min) (Ivan Joensen, 58.min)
Árni Frederiksberg(G) Ari Ellingsgaard(G)
Gilli Sørensen Gunnar Zachariasen
(Poul Ingason, 84.min)
Føroyar – Rumenia 2-2(1-0)
1-0
Gunnar Zachariasen, 29
1-1
Gabriel Iancu, 47
1-2
Sergio Bus, 82
2-2 Poul Ingason, 90+4
Dómari: Eiko Saar
Hjálpardómarar: Silver Koiv
og Maikel Mikson
Fjórði dómari: Juri Frischer
Føroyar – Rumenia
Mál: 2-2
Skot á mál: 3-4
Skot við síðuna av: 3-8
Hornaspørk: 5-6
Gjørd fríspørk: 20-14
Gul kort: 5-3
Føroyar: (4-2-3-1)
Rumenia: (4-3-3)
Gunnar Zachariasen leggur Føroyar á odda 1-0
Føroyar hava javnað í evstu løtu og gleðin er at fáa eyga á
Heðin Askham(t.v í reyðum
við bakinum til) og Bill
M. Jacobsen fegnast
saman við spælarunum
um útjavnandi málið