mánadagur 10. juni 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. juni 2013 · Nr. 65
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
føroyar 0 (0)
rumenia 0 (0)
Tróndur Arge
Upp aftur á hestin. Tað var
boðskapurin undan dysti
num móti Írlandi. Lemjandi
6-0 ósigurin fyri Eysturríki
skuldi vaskast av okkum,
men skaðar, avboð og leik
bann gjørdu arbeiði hjá
landsliðsvenjaranum,
Lars
Olsen, torførari enn tað upp
runaliga var.
Inn komu tríggir debutan
tar. Ári Mohr Jónsson á
vinstra bakk, Heini Vatnsdal
á miðjuna og Páll Andrasson
Klettskarð í álopið. Súni
Olsen var við frá byrjan
aftur, boð vóru eftir Jónhardi
Frederiksberg á høgra bakki,
tí Jónas Tór Næs ikki bleiv
klárur, Atli Gregersen tók
við eftir Odmar Færø í mið
verjuni og Pól Jóhannus
Justinussen
varð
fluttur
fram á vinstru mið. Og so
kanst tú anda aftur. Jú, nógv
ar broytingar og tað kundi
ikki byrjað verri.
Ov bíligt, men góðtikið
Dysturin
er
bara
fýra
minuttir tá Aiden McGeady
leggur bóltin flatt innfyri
til Robbie Keane, sum ov
lættliga kundi trilla bóltin í
mál. 1-0 og bara fýra minuttir
farnir. Hetta hevði inngangin
til enn eitt lemjandi tap, men
føroyska liðið fótaði sær væl.
Gunnar Nielsen spældi
væl í málinum. Miðverjan
ruddaði tað vekk, sum bakk
arnir ikki fingu vart fyri.
Súni Olsen, Heini Vatnsdal
og
Christian
Lamhauge
Holst megnaðu í betri mun
at vinna bóltin og ikki minst
flyta hann frameftir vølli
num.
Restina av hálvleikinum
verður vart fyri við øllum
snildum og kreftum. Írska
liðið hevur ein góðan dag og
spælir væl, men vit verja fyri.
Hálvleikur og bara tað
eina málið er á muni. Góð
tikið, serliga tá hugsað verður
um allar broytingarnar og
nýggju menninar.
Robbie eigur
seinna hálvleik
Dagurin var ætlaður Robbie
Keane, sum við sínum 126.
landsdysti setti nýtt landslið
smet í Írlandi. Tað sum ikki
var ætlað honum, tað tók
hann bara. Tí írska fótbólts
sambandið kundi bara skipa
fyri uttanfyri vøllin. Restina
mátti fyrrverandi Tottenham
framherjin sjálvur standa
fyri.
Stutt inn í seinna hálvleik
er hann aftur á blettinum.
Skjóta spælið hjá írum ger,
at kviki og orkuríki høgri
bakkurin
hjá
Everton,
Seamus
Coleman,
blívur
spældur leysur í høgru síðu.
Hann leggur bóltin innfyri
og har kemur Robbie Keane
við fullari ferð og trillar bólt
in málið til 2-0.
Málið kom akkurát ov
tíðliga til at vit kundu byrja
at droyma um at fáa okkurt
mótálop og skaka írska
fótbóltsheimin.
Hóast Írland nú kann
slappa av og taka tað róligt,
so kemur føroyska liðið
ikki til nakran uppspældan
møguleika. Nærmastur er
Atli Gregerson, tá hann stút-
ar deyðbólt skamt omanfyri
tvørstongina.
2-0 er til at liva við og sær
ikki so illa út, men við vant
andi álopsspælinumí huga,
so var tað óheppið at Írland
Rógvi Baldvinsson leikbann Miðverjin, sum skoraði
málið móti Svøríki á Tórsvølli, verður ikki við í retur
dystinum í annaðkvøld. Hann fekk sítt annað gula kort
í kappingini í Írlandi. Tað gevur leikbann í ein dyst.
landsdystur
Gunnar Nielsen: 5
Kundi einki gera við tey trý málini hjá
Írlandi. Stóða annars og hevði onkran
stórbjarging. Millm annað tá Robbie
Keane bleiv spældur púra leysur.
Vónandi finnur hann sær eitt gott lið
at spæla fyri komandi kappingarár.
Jónhard Frederiksberg: 2
Føroyska liðið hevði stórar
trupulleikar av vengrunum hjá Írlandi.
Jónhard og Símun høvdu trupulleikar
av at halda fast í serliga Aiden
McGeady.
Atli Gregersen: 3
Er aftur á landsliðnum og spældi
í løtum væl, men var upp til tvær
ferðir og seinur at takla Robbie
Keane, tá hann skoraði. Hevði einasta
føroyska málkjansin, tá hann stútaði
beint uppum.
Rógvi Baldvinsson: 3
Kom eins og Atli livandi frá
uppgávuni. Hevði eisini onkran túr
fram eftir vøllinum við bóltinum. Var
óheppin og fekk gult kort og hevur tí
leikbann móti Svøríki.
Ári Mohr Jónsson: 3
Havandi í huga, at hann er 19 ár
og hevur lopið U21-landsliðið
um, so kom hann eisini livandi frá
uppgávuni. Hevði tó trupulleikar
av írsku vengrunum og var ikki nóg
tryggur á bóltinum, men tað kemru
við tíðini. Til lukku við debutini.
Heini Vatnsdal: 3
Fekk seg royndan á miðvøllinum.
Smæddist ikki burtur í nærdystunum
og hevur eina framtíð á landsliðnum.
Vísti eisini í løtum dirvi at reka við
bóltinum, men hevði tað sum restin
av liðnum torført. Til lukku við
debutini
Súni Olsen: 4
Spældi til eitt 5-tal í tí framrættaða
spælinum, men sá nakað troyttur og
tungur út til tíðir í verjuspælinum.
Súni hevur nógv at geva landsliðnum
og vónandi heldur hann fram við at
arbeiða seg á landsliðið.
Christian L. Holst: 4
Spældi somuleiðis til eitt 5-tal í
álopsspælinum, men hjálpur ikki
nóg nógv til í verjupartinum. Er eitt
betri enn hinir føroysku spælararnir
og vísur tað tá hann ferð aftaná
ferð tekur rættar avgerðir, tá hann
vendir sær við bóltinum, men
avspælinginum restar eitt vet í.
Símun Samuelsen: 3
Var fluttur í høgra borð og hevði
liðskiparabandið. Hevði trupulleikar
av sterku vinstru síðuni hjá Írlandi.
Verjuspælið er ikki hansara
sterka síða og tykist hava mist
í álopsspælinum. Tað er bara at
bjóða av!
Pól Jóhannus
Justinussen: 3
Hevur verið nakað útskeldaður
seinnu dystirnar, men vísti at hann
hevur nakað at geva landsliðnum.
Var fluttur fram á miðvøllin og vísti
styrki.
Páll Andrasson
Klettskarð: 2
Hevði tað ótrúliga torført einsamallur
í álopinum. Megnaði ov sjáldan at
halda bóltinum í spæl og bleiv ov
sjáldan spældur í góðar støður til
at fáa meir enn eitt 2-tal, men tað
kemur – hetta var sum kunnugt fyrsti
dysturin hjá honum. Til lukku við
debutini.
Jóan S. Edmundsson: 2
Fekk heldur einki at arbeiða við og til
samans høvdu føroysku áleypararnir
onga roynd á írska málið.
Hans Pauli Samuelsen:
Kom inn í nakrar minuttir, men alt ov
stutt til at ger eina meting.
Avrik: tøl 1 til 6 Robbie Keane
fór við yvir
skriftunum
Írski metmaðurin stjól alt ljósið í einum dysti,
sum bjóðaði upp á ikki færri enn tríggjar
nýggjar føroyskar landsliðsspælarar í Ára Mohr
Jónsson, Heina Vatnsdal og Páll Klettskarð
Tað ræður um at hava eyguni eftir bóltinum. Tað hava bæði Jóhnard Frederiksberg(t.v)
og Gunnar Nielsen skilt, meðan Jon Walters fer flúgvandi upp um teir