mánadagur 10. juni 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 10. juni 2013 · Nr. 65
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
kom upp á 3-0. Tað sær ikki
so pent út og setur enn eina
tjúkka striku undir, at vit
hava trupulleikar við at
spæla á útivølli. Tað hava vit
havt leingi.
Enn eina ferð var tað
Robbie Keane, sum skoraði.
Innskiftu James McClean
og Conor Sammon spældu
seg í gjøgnum og so kundi
Robbie Keane krúna sín 126.
landsdyst við sínum 59. mál
ið fyri írska landsliðið. Tað er
eisini met, so nú hevur hann
skotið flest mál og spælt
flest dystir.
Betri enn í Eysturríki
Hesa ferð taptu vit so bara
3-0 í mun til 6-0 í Eysturríki.
Avrikið var ikki sannførandi,
men tað var betri enn í Wien.
Okkara spælarar eru betri
fyri hesa tíðina á árinum enn
í mars mánaði. Tríggir nýggir
menn spældu sín fysta dyst
og allir eru í rívandi menning.
Ári Mohr Jónsson byrjar
eitt lív sum yrkisfótbólts-
spælari í Silkeborg eftir
summarferiuna.
Heini
Vatnsdal dominerar longu
miðvøllin í HB saman við
Fróða Benjaminsen. Hann
hevur enn nógv at læra, men
hann hevur tikið ótrúiga
nógv framm og tykist hava
tað, ið skal til fyri at spæla
uttanfyri
landoddarnar.
Páll Klettskarð bleiv í fjør
toppskjútti í føroysku kapp
ingini og hevur saman við KÍ
liðnum ment seg hetta kapp
ingarárið. Tríggir mans, sum
ikki hava spælt sín seinasta
landsdyst.
Nú mangla vit at vinna
eitt uppspæl, ið kann geva
okkum nakrar vandasøður
uttan at slaka í verjustøðu.
trondur@sosialurin.fo
Jóhan Troest innkallaður Í staðin fyri Rógva Baldvinsson hevur
Lars Olsen innkallað Jóhan Troest Davidsen, sum annars gav
avboð til fyrra dystin vegna lestur. Nú liggur betri fyri og miðverjin,
sum eisini kann spæla á bakkinum, er tøkur til dystin
David Forde: 4
Hevði sum so einki at gera, men
gjørdi so heldur ongan feil.
Seamus Coleman:5
Spældi eins væl sum í fyrra dystinum
móti okkum. Er ágangandi og
bólttryggur. Legði upp til 2-0 málið.
Sean St. Ledger: 4
Tók sær væl av føroysku
áleyparunum og var tryggur í
verjustøðu.
John O’Shea: 4
Fyrrverandi Manchester United
verjuspælarin gjørdi ikki meiri
enn neyðugt. Hevði heldur ikki
trupulleikar av føroyska liðnum.
Marc Wilson: 4
Var partur av sterku vinstru síðuni
hjá Írlandi. Hevði Aiden McGeady
frammanfyri seg og stuðlaði honum
væl.
Simon Cox: 4
Hugnaði sær á høgra vongi og var
hóttandi í sínum spæli. Vit høvdu
ringt við at steðga honum.
Wesley Hoolahan: 4
Hevði tamarhald á miðvøllinum.
Flutti bóltin væl og hevði tol á
bóltinum. Spælir til dagligt í Premier
League við Norwich.
Glenn Whelan: 4
Eins og Wesley Hoolahan, so spældi
hann væl á miðjuni og fordeildi bóltin
eftir førimuni.
Aiden McGeady: 5
Var stóra upplivingin í uppspælinum.
Føroysku spælararnir høvdu stórar
trupulleikar av hansara kvikleika
og framúr bóltførleika. Legði upp
til fyrsta málið. Næstbesti maður á
vøllinum.
Robbie Keane: 6
Setti met við sínum dysti nummar
126 og skoraði hattrick. Leitaði væl
aftur í vøllin í uppspælinum og var
snildur og neyvur í sínum renningum.
Hattrik og met gevur eitt 6-tal.
Jon Walters: 3
Bardist og stríddist sum vit kenna
hann úr Stoke, men fekk ikki so nógv
burturúr. Var útskiftur eitt stórt
korter fyri tíð.
Connor Sammon:
Kom inn fyri Jon Walters og legði upp
til 3-0 málið.
James McClean:
Kom inn nakrar minuttir seinni og átti
somuleiðis lut í 3-0 málinum.
Avrik: tøl 1 til 6
Debutantarnir hjá okkum. Deiligt at
síggja tríggjar nýggjar menn vísa,
at teir eru til reiðar bjóða hinum av.
Tað er bara gott fyri landsliðið
Álopsspælið á útivølli er ov tannleyst. Vit hava í
tveimum úti dystum hava tvær royndir á mál og
báðar eru frá miðverjum, sum eru komnir framvið
í deyðbóltsstøðum. Trúgvi nú upp á tykkum
sjálvur og smekki til, tá tit fáa møguleikan!
Gunnar Nielsen
Atli Gregersen Rógvi Baldvinsson■
Jónhard Frederiksberg Ári Mohr Jónsson
Súni Olsen Heini Vatnsdal■
Símun Samuelsen Pól J. Justinussen■
(Hans P. Samuelsen, 84.)
Christian L. Holst
Páll Klettskarð
(Jóan S. Edmundsson, 64.)
David Forde
Sean StLedger John O`Shea
Seamus Coleman Marc Wilson
(Stephen Kelly, 82.)
Wesley Hoolahan■ Glenn Whelan
Simon Cox Aiden McGeady
(James McClean, 77.)
Robbie Keane Jon Walters
(Connor Sammon, 73.)
Írland-Føroyar 3-0 (1-0)
HM undankappingardystur á Dublin
Arena í Dublin fríggjadagin 7. juni
2013 kl. 19.45
19000 áskoðarar
1-0: Robbie Keane 5.
2-0: Robbie Keane 56.
3-0: Robbie Keane 81.
Dómari: Mattias Gestranius Finnland
Írland: (4-4-2)
Føroyar: (4-2-3-1)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn:
Teitur Gestsson, Hans Jørgensen, Jónas Tór
Næs, Viljormur Davidsen, Atli Danielsen,
Christian R. Mouritsen
Venjari: Lars Olsen
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn:
Darren Randolph, Keiren Westwood,
Damien Delaney, Darren O`Dea, Richard
Dunne, Paul McShane, Stephen Quinn,
Jeffrey Hendrick, Andrew Keogh
Venjari: Giovanni Trapattoni
Robbie Keane hevur skorað
og Gunnar Nielsen kann
bara hyggja eftir, meðan
írar fegnast um málið
Heini Vatnsdal í dysti
við írar. Hann var ein
av trimum spælarum,
ið spældi sín fyrsta
landsdyst fyri Føroyar