Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. juni 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 10. juni 2013 · Nr. 65 ítróttur Símun fegnast um álitið Símun Samuelsen var á fyrsta sinni liðskiparai á landsliðnum, tá Føroyar fríggjakvøldið spældi móti Írlandi. Tróndur Arge Eg hugsaði ikki so nógv um tað tá eg bleiv spurdur, men tað var nakað serigt, tá vit gingu inn og sungu tjóðsangin. Tá fekk ein klump í hálsin, tí at fáa liðskiparabandið er jú at fáa álit, og tað er nakað serligt at fáa álit á landsliðnum, sigur Símun Samuelsen. Hóast hetta er nakað av tí størsta eg havi verið við til, so royndi eg ikki at lata tað ávirka meg á vøllinum og tá vit standa í ringinum og skulu avgreiða tey ymisku tingini, ið liðskiparar nú eina ferð skulu, sigur Símun Samuelsen. Merkisvert var tað, at bæði liðskiparin á A-landsliðnum og á U21-landsliðnum hava sínar røtur úr Suðri. Tað er ikki heilt av tilvild metir Símun. Eg veit ikki um tilgongdin til fótbólt er eitt sindur øðrvísi har suðri. Vit høvdu ikki hvør sín bólt tá vit vóru til venjing og vit vóru millum tey fyrstu at fáa onkrar av teimum harðu útlendsku venjarunum til landið. Menn sum Tomislav Sivic og Krzys­ z­tof Popczynski. Teir komu við venjinginum, sum ongin annar kendi til tá, sigur Símun víðari. Símun varð fluttur út á høgra borð til hendan dystin, har hann og Jóhnard Frede­ riksberg høvdu úr at gera við at ansa eftir bóltsnillinginum á írska landsliðnum, Aiden McGeady. – Vit høvdu trupulleikar av Aiden McGeady. Vit fingu ikki ordiliga greiðu á hvør skuldi fara út til hann, eg ella Jónhard Frederiksberg, men í seinna hálvleiki bleiv tað nógv betri, sigur Símun Samuelsen, sum helst má lata liðskiparabandið aftur til Fróða Benjaminsen í annað­kvøld. - Greið framgongd í mun til dystin í Eysturríki Tað sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari, um avrikið móti Írlandi fríggjakvøldið. Nógv bendir á, at tað verða fleiri broytingar á liðnum til dystin móti Svøríki. Tróndur Arge Lars Olsen var sum so nøgdur við avrikið í Dublin fríggja­ kvøldið. Serliga er tað verju­ partin hann er nøgdur við. Vit verja væl, hóast øll málini hjá teimum eru líkjast nógv. Fyri uttan málini, so hava teir bara nøkur skot úti frá, sum Gunnar bjargar sum hann skal. Tá tað er sagt, so er tað ongantíð gott nokk at tapa 3-0, men tað er nú eina ferð støðan hjá okkum, tí vit møta so góðum liðnum hvørja ferð, sigur Lars Olsen. Í álopspartinum heldur Lars Olsen tó at tað er pláss fyri betringum. – Vit skulu arbeiða við at blíva betri við bóltinum. Tað er ikki sum vit gera fram til dystin móti Svøríki, men ein longri tilgong, ið vit skulu í holt við. Vit skapa ov lítið. Vit verða helst snýttir fyri eitt lítið brotsspark, tá Chris­ tian Lamhauge Holst verður feldur og Atli Gregersen hevur ein fínan stútara, men tað er eisini alt við megna at skapa og tað er ov lítið. So har eru møguleikar fyri betringum, sigur Lars Olsen. Tað vóru nógvar broyt­ ingar á liðnum til dystin. – Vit høvdu fimm nýggjar spælarar og Pól Jóhannus Justinussen, sum var fluttur fram á miðvøllin. Eg haldi allir komu væl inn í dystin og gjørdu tað væl. Tað er nakað, sum eg eri glaður fyri sum venjari, tí tað gevur mær fleiri valmøguleikar, sigur landsliðsvenjarin, sum leggur upp til, at tað verða nakrar broytingar til dystin móti Svøríki týskvøldið. – Tað koma nakrar broyt­ ingar til dystin móti Svøríki. Ikki tí eg meti at nakar hevur spælt illa, men tí eg ivist í mun fleiri av okkara spæl­ arum klára at spæla tveir so týdningarmiklar dystir upp á fýra dagar, sigur Lars Olsen at enda. trondur@sosialurin.fo Altíð ein heiður at spæl á landsliðnum Tað er altíð deiligt at spæla á landsliðnum. Tað er ein heið­ ur. Nú ganga vit ikki í kríggj longur, so nú er tað størsta vit kunnu uppnáa sum fótbóltsspælarar at spæla fyri Føroyar. Tá tú hevur so stórt ego sum eg, so er tað altíð stuttligt at spæla fram­ manfyr so nógvum áskoð­ arum, heldur Atli Gregersen skemtiliga fyri. Eg helt faktist at tað gekk væl og eg føldi meg væl á vøllinum. Vit hava gjøgnum gingið málini og har eru nøkur ting vit mugu gera betri. Teir sleppa at spæla bóltin flatt innfyri og tað skulu teir helst ikki sleppa, sigur Atli Gregersen. Jónhard Frederiksberg var nýggur á høgra bakki, meðan Ári Mohr Jónsson var nýggjur á vinstra bakki, men tað darvaði ikki verju­spæli­ num hóast tað var ógjørligt at tosa saman. Samanspælið millm okk­ um riggaði væl frá byrjan, men tað riggaði als ikki at tosa saman, tí tú hoyrdi einki. Tað var so nógvur gangur á leikvøllinum. Tú mást gjarna siga við okkum, at vit skulu tosa saman, men tað er ikki so lætt á einum stórum leikvølli. Hetta eru nakrir klókir fýrar. Jónhard hevur spælt nógv, meðan Ári ikki hevur so nógvar royndir, so hevur hann ymiskt annað, ið ger hann til ein góðan fót­ bóltsspælara. Teir komu væl frá uppgávuni, sigur Atli Gregersen, su tó viðgongur at í løtum vóru teir kroystir. Vit høvdu nakar trupul­ leikar í okkara høgru síðu í fyrra hálvleiki, men tað var ikki tí Jóhnard spældi illa, ella tí vit stóðu skeivt, men heldur tí Aiden McGeady var so heilt fantastiska góður, sigur Atli Gregersen, sum hevði besta møguleikan hjá føroyska liðnum, tá hann stútaði móti málinum eftir frísparksinnlegg frá Súna Olsen. Um tað liggur at mær at skjóta málini fyri okkum, so verður ringt. Bóltarnir frá Súna liggja sum altíð væl, men tað var keðiligt at hann ikki fór inn, sigur Atli Greg­ ersen at enda, sum vónar at tað fer at eydnast betri at pakka Zlatan Ibrahimovic inn enn Robbir Keane. trondur@sosialurin.fo