Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-10, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. juni 2013síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 10. juni 2013 · Nr. 65 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sørvágur var hetta vikuskiftið karm­ur um country, line-dans, sang og hugna, tá Sørvágs Country & Blues Festi­valur fór fram í allar fagr­asta veðrið. Útivið 3000 fólk vitj­aðu festi­valin, og tað er væl meira enn í fjør, tá festi­valurin hevði umleið 2000 gestir. Fyri­skip­ ararnir fegn­ast um góðu undir­tøk­ una, sum festi­valurin fekk. – Vit eru stak væl nøgd, tí festi­ valurin eydnaðist væl, og festival­ gestirnir lótu væl at tónleikinum og umstøðunum annars, sigur Maria Samson, ið er ein av fyri­skipar­un­ um. Hóast børn, ung og vaksin vóru á festivalinum, var meginparturin av festivalgestunum vaksin fólk. Fleiri teirra í campingvognum. – Í ár høvdu vit pláss fyri 62 camp­ingvognum, og tey plássini blivu skjótt útseld, so vit høvdu lang­an bíðilista við fólkum, sum vildu á festivalin við campingvogni, sigur Maria Samson. Fríggjadagin og leygardagin vóru bæði føroyskir og útlendskir tónleikarar á pallinum á Dunga­ sandi. Høvuðsnavnið í ár var Eve Selis úr San Diego. – Tað var heilt fantastiskt at hoyra hana syngja, og tað var iva­ leyst tann størsta tónleikaløtan á festi­valinum hesaferð, sigur Maria Sam­son og leggur afturat, at eisini før­oysku bólkarnir høvdu góðar fram­førslur. – Fleiri av útlendsku tónleik­ar­ unum nevndu fyri okkum, at tey vóru ovfarin av høga støðinum, sum føroysku nøvnini vóru á. Festi­valgestirnir høvdu eisini fleiri ferðir á orði, hvussu væl føroysku tónleikararnir kláraðu seg á palli, sigur Maria Samson. Sum nakað nýtt var kirkjan í Sørvági eisini partur av ársins festivali. Umframt listaframsýning og upplestur av yrkingum var eisini aftankvirra í kirkjuni. Hetta var millum klokkan 19 og 20, tá friður var á pallinum – Tað var ivaleyst tað, sum var best umtókt í ár. Í gjár var ein ser­ lig festivalgudstænasta, har tón­ leikarar eisini framførdu, og vit halda, at tað var ein góður máti at set punktum fyri festivalinum, sigur Maria Samson. Longu nú er greitt, nær Country & Blues Festivalurin verður aftur, tí fyriskipararnir hava avgjørt, at 13. og 14. juni næsta ár verður festivalurin aftur fyri triðju ferð. Sørvágs Country & Blues Festivalur 2013 Útivið 3000 fólk vóru um vikuskiftið á Dungasandi í Sørvági, har ársins Country & Blues Festivalur fór av bakkastokkið. Hetta er annað árið á rað at skipað verður fyri festivalinum, har tónleikasjangrurnar country og blues eru í hásæti Myndir: Jens Kristian Vang