Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. juni 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 10. juni 2013 · Nr. 65 ítróttur Føroyskir dómarar til Lettlands Týsdagin skal ein føroysk dómarakvartett leiða U21-EM-undankappingardystin ímillum Lettland og Liktinstein. Petur Reinrt verður dómari, Regin Egholm og Jan á Líðarenda hjálardómarar, meðan Alex Troleis verður 4. dómari. Dysturin verður spældur í býnum Jurmala kl.16.30 føroyska tíð. Nadal vann French Open Spanski Rafael Nadal vann sunnudagin French Open í tennis fyri 8. ferð. Í finaluni vann hann 6-3, 6-2, 6-3 ímóti landsmanninum, David Ferrer. Hjá kvinnunum vann Serena Williams 6-4, 6-4 ímóti Mariu Sharapova í finaluni. Fimleikarar fingu 23. pláss í HM Estetiskur fimleikur: Føroyameistararnir úr Havnar Fimleikarfelag luttóku um vikuskiftið í HM- kapping, har tær endaðu á einum 23. plássi. Tær eru hóast alt nøgdar og ætla sær aftur til HM næsta ár. Pætur Albinus Føroyar smæðast ikki burtur tá ið tað umræður fimleik uttanlands. Um vikuskiftið var aftur føroysk luttøka í HM, sum hesaferð var í finska býnum Lahti. HM er ikki júst ein kapping, har tað verður kappast land ímóti landi. Tilber at melda lið til, og nøkur lond hava fleiri lið við. Føroyar hevði enn sum áður eitt lið við í kappingini, og var tað hesaferð nýkosna føroyameistaraliðið hjá Havnar Fimleikarafelag, sum umboðaði Føroyar. Serian hjá kvinnunum hjá Havnar Fimleikafelag snúði seg um stórar vakrir svanar. Við bleytum og flúgvandi rørslum royndu tær at lýsa yndið hjá hesum stóra vakra fugli og breiða eitt gleðiligt og sveimandi huglag til áskoðararnar. Tær, sum mannaðu før­ oyska liðið, vóru Anna Knud­ sen, Annika Birgissdóttir Han­sen, Anna Helena Eides­ gaard, Barbara Debes Eiriks­ foss, Jóhanna Sofía Nolsøe, Súsanna Katrina Nolsøe, Jónvá Ellingsgaard og Bjarta Jansdóttir. Venjari teirra er Rakul Jansdóttir, meðan Jóna Hvannastein er hjálp­ arvenjari. 23. pláss Tá ið avtornaði vísti tað seg, at føroyska liðið endaði nummar 23 út av teimum 27 liðunum, sum vóru við. Hetta er eitt nakað lakari úrslit enn undanfarin ár, og var hetta eitt nú fyrsta ferðin síðani Føroyar byrjaði í HM í 2005, at tær endaðu aftanfyri bæði Greve og Team Emblu úr Danmark. Við hesum úrslitinum sluppu tær føroysku ikki við í finaluna, har 13 tey fremstu sluppu at royna seg. Tá ið úrslitini verða kunn­ gjørd í HM-kapping verður einans samlaða úrslitið kunn­ gjørt, og kunnu liðini tískil ikki meta út frá úrslitinum, hvønn part av seriuni tær kundu bøtt um. Nøgdar hóast alt Ein av teimum royndu fim­ leikarunum hjá Havnar Fim­ leikarfelag, Jónvá Ellings­ gaard, metti tað vera óheppið, at úrslitið í ár ikki gjørdist betri enn í fjør. – Eftir umstøðunum vóru vit nøgdar við avrik okkara, tó er tað óheppið at tað ikki bar okkum longur fram enn vit vóru í fjør, tá vit endaðu á einum 22. plássi. Vónin var at koma longri fram enn vit áður hava verið og gerast partur av miðbólkinum, ið liggur millum 10.-20. pláss. Hetta eydnaðist tó ikki hesaferð. Hetta verður fram­ haldandi eitt mál fyri okkum, sigur Jónva, og metir, at ymiskir feilir hava gjørt sítt til, at úrslitið var verri í ár enn í fjør. – Framførslan var merkt av ymsum feilum, ið heilt víst hava trekt niður. Fyri flestar var hetta fyrstu ferð at kappast var uttanlands, og vóru vit tí eisini sera nógv merktar av nervum og vóru ótrúliga spentar. Eisini var óvanliga heitt í Finnlandi hesar dagarnar og eru vit ikki vanar við slíkan hita. Tó royndu vit okkara besta og vóru vit allar sera glaðar fyri at fáa møguleikan at fram­ føra fyri einum fullsettum Isku Arena. At vera við til eina heimsmeistarakapping er nakað heilt serligt, áskoð­ ararnir eru sera uppsettir og stuðlandi og gevur hetta í sær sjálvum eitt serligt ískoyti til framførsluna, sigur hon. Støðið er hækkað Jónvá Ellingsgaard metir, at støðið er hækkað í HM, men at tær fegnar taka avbjóðingina upp og eisini vilja hækka sítt støði. – Samanumtikið er støð­ið sera høgt. Sjáldan er kapp­ ingin so hørð í oddinum sum hon var í ár og tí er tað sera stuttligt at fáa møguleika at síggja eina kapping har spenningurin er í hásæti. Eisini síggja vit, at støðið hjá londunum, ið vit vanliga kappast við er hækkað við tí, at tvey donsk lið hesuferð megnaðu at koma fram um okkum og er hetta fyrstu ferð nakrantíð. Hetta kunnu vit tó einans síggja sum eina avbjóðing, ið vit í øllum førum ynskja at taka upp, sigur hon. Havnar Fimleikarfelag hev­ur ætlanir um at aftur sleppa til HM, men tað krevur, at tær eisini gerast føroyameistarar aftur. - Í Føroyum er tað soleiðis, at kvinnuliðið, ið vinnur føroyameistaraheitið, vinn­ur luttøkuna til heimsmeistara­ kappingina. Vónin er avgjørt at sleppa við til HM 2014, ið verður í Russlandi og fara vit at gera okkara allar besta til at hetta gerst veruleiki, sigur Jónvá Ellingsgaard at enda. albinus@sosialurin.fo