Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-10, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. juni 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 10. juni 2013 · Nr. 65 ítróttur Hallur Hansson er næstur Hallur Hansson hevur játtað at verða næsti spælarin, ið roynir Micoach Speed Cell teljarin. Av góðum grundum vita vit ikki um hann spælir týskvøldið, men um hann ger, so verður tað við teljara. Gilli móti Usain Bolt Toppferin hjá Gilla var næstan 34 kilometrar um tíman. Usain Bolt liggur á áleið 44 kilometrum um tíman í toppferð. Usain Bolt heimsins skjótasti maður. Hendan myndin vísur, at teljarin hevur verið tendraður í 1 tíma 54 minuttir og 15 sekund. Gilli var aktivur í 1 tíma 31 minuttir og 3 sekund. Tað svara áleið tile in fótbóltsdyst. Myndin vísur eisini, at Gilli hevur til samans runnið 10,51 kilometrar í dystinum. Av teimun 10,51 kilometrunum hevur Gilli runnið 1.3 kilometrar við høgums intensiteti, ið svarar til 90 til 100 prosent av toppferðini. Tey flestu vita at Gilli rennur sera skjótt og tað vísur teljarin eisini. Hægst ferðin hjá Gilla var 33,86 kilometrar um tíman. Myndin vísur eisini, at Gilli hevur gjørt 51 explosivar sprintir. Sirkulin vísur, at næstan 50 prosent av tíðuni gongur ella stendur Gilli. Tó er vert at hava í huga, at útskiftingar, steðgir í dystinum, hálvleikurin, tá man fær "pep talk" frá venjarnum, ger at so stórur partur av talvuni vísur, at Gilli stendur ella gongur. Men hin hálvan av sirklinum sær gott út! Hendan myndir vísur hvussu oftani Gilli kemur upp í sprint ferð. Her vert at leggja merki til munin millum fyrsta korterið, har Gilli heilar 16 ferðir kemur í sprint ferð, meðan hann næsta korterið bara fimm ferðir kemur upp í sprint ferð. Føroyska liðið trýsti høgt fyrsta korterið, men bleiv trýst nakað aftur næsta korterið. Gilli er væl fyri og seinasta korterið kemur hann heilar 10 ferðir upp í toppferð. Tað vitnar um ein mann, sum er væl fyri og gongur á odda. Soleiðis eru sprintirnir deildir upp: 0-15 minuttir: 16 sprintir 16-30 minuttir: 5 sprintir 31-45 minuttir: 8 sprintir 46-60 minuttir: 6 sprintir 61-75 minuttir: 8 sprintir 76-90 minuttir: 10 sprintir Til samans: 53 sprintir Hendan myndin hevur fleiri ymiskar renninar við enn fyrsta myndin. Eitt nú gongur/stendur stillur, Jogging -25%, Renning -50%, Renning við nógvari ferð -75% og Sprint -100%. Men talvan vísur at Gilli rann nógv í fyrra hálvleiki og ikki líka nógv í seinna hálvleik. Her ber til at fáa fleiri upplýsningar við at trýsta á teimum ymsu stabbarnar.