mánadagur 10. juni 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 10. juni 2013 · Nr. 65
ítróttur Fótbóltur
Fótbóltur:
Gilli Sørensen fekk liðskiparabandið á U21-landsliðnum og sveik ikki álitið. Hann legði
upp til bæði málini í 2-2 javnleikinum móti Rumenia fríggjakvøldið og stríddi manniliga.
Gilli spældi við einum “Micoach Speed Cell” teljara og her eru frálíku tølini
Tróndur Arge
Í samstarv við Thomas Dam
ítrótt hevur Sosialurin roynt
Adidas teljaran, “Micoach
Speed Cell” á Gilla Sørensen,
meðan hann spældi U21-
landsdyst móti Rumenia.
Jónas Edmund Tórálvsson
Stenberg, sum arbeiðir hjá
Thomas
Dam
itrótti,
er
liðskipari hjá AB og spælir
við
Micoach
Speed
Cell
teljara.
Hann
hevur
greinað
tølini, ið teljarin hevur spýt
út eftir dystin móti Rumenia.
Millum annað vísa tølini,
at toppferðin hjá Gilla var
33,86 kilometrar um tíman.
Samanlagt rann hann yvir
10 kilometrar. Ikki løgið, at
tað var ein troyttan Gilla
Sørensen, ið Sosialurin tosaði
við eftir dystin.
– Sikken ein gýsari, vóru
fyrstu orðini úr munninum
á nýggja liðskiparanum á
U21-landsliðnum.
Spurdur
um hvat nógv hann helt at
hann hevði runnið var hann
eitt sindur í iva.
– Eg veit ikki. Eg rokni
við at eg havi runnið einar
9 kilometrar ella har um. Eg
fekk krampa fimm minuttir
fyri
tíð.
Av
taktiskum
orsøkum, so kom eg ikki
so nógv framvið í seinna
hálvleiki, sigur Gilli Sørensen,
sum pástendur, at hann kann
røkka eini toppferð upp á
35 kilometrar um tíman.
Sosialurin fylgir málinum.
trondur@sosialurin.fo
Hvat er Micoach Speed Cell? Tað er ein teljari, sum ikki er størri enn eitt gummibomm
og kann máta hvussu nógv tú hevur runnið, og hvussu skjótt tú hevur runnið. Lítli teljarin
passar í botnin á nýggju Adidas gaggunum og ger sosatt ikki ónáðir meðan tú spælir.
Toppferðin hjá Gilla
var yvir 33 kilo
metrar um tíma
Talvan vísur hvussu nógv
Gilli hevur runnið við høgum
intensiteti. Um vit taka teir
fyrstu 15 minuttirnar, so
hevur Gilli sprintað áleið
225 metrar. So Gilli hevur
lagt hart út vísur talvan.
Hann rennur ikki eins
nógv í høgnum intensiteti í
seinna hálvleiki, sum í fyrra
hálvleiki. Hetta kann koma
av at hann ikki orkar renna,
ella av onkrum taktiskum
orsøkum. Gilli rennur nógv í
seinna hálvleiki men kemur
ikki so ofta uppi í ferð