Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-10, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. juni 2013síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 10. juni 2013 · Nr. 65 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen 
 Samstundis, sum nýggja húsið varð tikið í nýtslu í Runa­vík, varð hátíðarhildið, at 30 ár eru liðin, síðani stig var tikið til at seta á stovn KFUM-skótalið á eystara armi á Skálafjørðinum.

 Dagurin byrjaði við guds- tænastu í Glyvra kirkju, har úlvar og skótar skipaðu fyri, og aftaná varð nýggja skóta­ húsi­ð alment tikið í brúk.

 Hetta var hátíðarløta við røðum, kvøðum og tónleiki frá Nes Sóknar Musikkfelag, og borðreitt var eisini við smurd­um breyði og køku.

 Uttanfyri høvdu skót­ar­ nir tendrað legubál, so bæði skót­ar og onnur børn kundu royna eina løtu við ymiskum skótavirksemi úti í fríu náttúruni.

 Lítil lánsbyrða Enn eru onkrir snøklar eftir, men arbeiðið við húsinum er komið so mikið langt, at KFUM-skótarnir við Løkin nú kunnu flyta í nýggjar og stásiligar karmar.

 Meginparturin av fígg­ ing­ini er upp á pláss, eitt nú við góðum stuðli frá danska LOA-grunninum, so skóta­lið­ ið við Løkin hevur ikki stóra lánsbyrðu, tá alt er liðugt. vilmund@sosialurin.fo Væntandi koma tríggir trolbátar inn at landa í dag, og seinni í vikuni koma helst fimm aðrir trolbátar inn at landa. - Trolbátarnir fáa eina bland­ing av flatfiski og toski, men fiskiskapurin hjá bátunum er smáligur. Fiskamarknaður Før­oya veit at siga, at tvey garna­ skip, sum fiska svart­kalva, væntandi koma inn at landa seinni í hesi vikuni. Men, eisini garnaskip hava smáligan fiskiskap. Tað er lítið at fáa undir Før­oyum yvirhøvur í løtuni, men herfyri frætt­ist, at fiskiskapurin hjá ís­fiska­ trolarum nú er betri, enn hann hevur verið í eina tíð. Western í Sørvági Tað var hugni í Sørvági á festivalinum, og western- gøtan setti sín serstaka dám á umhvørvið Skótahúsið alment tikið í nýtslu Tríggir trolbátar landa í dag Fleiri línu­skip á Flemish Kap Eftir at línuskipið Kamb­ ur gjørdi ein roktúr á Flemish Kap og fór beina leið yviraftur, tá stóra lastin var løgd upp í Havn, eru fleiri onnur línuskip eisini farin longu leiðina yvir at royna eydnuna. Í sínum metingum fyri hesa vikuna, veit Fiska­ mark­naður Føroya at siga, at eini átta línuskip antin eru á Flemish Kap - ella eru ávegis yvir hagar. Portalurin veit, at eitt av línu­skipunum, sum ætlar sær at royna eydnuna har yviri, er Sandshavið, fyrr­verandi Fugltúgvan, sum ætlandi loysir í kvøld. Fiska­marknaður Før­ oya annars veit at siga, at eitt línuskip landar í dag. Skip­ið hevur mest av bros­mu og longu. - Um fleiri línuskip koma inn at landa hesa viku­na, er meira ivasamt. Møgu­liga kemur eitt skip aftur av Flemish Kap síðst í vikuni, og her er megin­ part­urin toskur, sigur mark­naðurin. Spennandi verður at síggja, hvussu Flemish Kap fer at roynast hjá før­ oysk­um línuskipum, sum nú vilja royna eydnuna har yviri. Føroysku ísfiska-og frysti­trol­ar­arnir, sum hava roynt har yviri, fingu ikki tað stóra burtur úr, og eitt nú gjørdu Niels Pauli og Steintór ein rættiligan bumm­túr. Men, sum skilst, er tað ikki ókent á hesum leið­ um, at línuskip kun­nu fáa nógvan fisk, tó at fiski­ skap­urin hjá trola­r­unum ikki roynist. Tað tekur eini átta ella níggju samdøgur hjá línu­skipunum at koma á fiski­leið á Flemish Kap, og heimferðin tekur út við tað sama. Onkur hevur sagt í skemti, at heimferðin tek­ ur ein dag minni enn burt­ ur­ferðin, tí heimaftur er ”undanbrekka”. KFUM-skótarnir við Løkin brendu eitt lítið bál leygardagin, tá hátíðarhaldið var í Runavík Seinnapartin leygardagin kundu KFUM-skótarnir við Løkin í Runavík taka í brúk sítt nýggja skótahús, sum er 580 fermetrar til støddar í trimum lonum Leygardagurin var ein stórur dagur hjá KFUM-skótunum við Løkin í Runavík FISKISKAPUR Bæði trolbátar og garnaskip hava smáligan fiskiskap Fleiri trolbátar eru til fiskiskap, men teir hava yvirhøvur smáligan fiskiskap