Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-10, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. juni 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. juni 2013 · Nr. 65 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Aftan á býráðsvalið í Tórs­ havn­ar kommunu fyri góð­um hálvum árið síðani, har Javnaðarflokkurin við Heðini Mortensen á odda gjørdist stóri sigursharrin, hevur friður valdað á Vagli­ num. Borgarstjórin gjørdi aftaná valið eina avtalu, sum gjørdu at øll tey sum komu um býráðsgátt komu í samgongu. Treyt­in var sjálvsagt at stóri sig­urs­ harrin, Javnaðar­flokk­urin fekk teir góðu nevnd­ar­s­ essinir, meðan hinir flokkar mátti taka til takka við tey beinini, sum vóru kastaði fyri teimum. Undantakið var at Jógv­ an Arge úr Tjóðveldi fekk ein kransakøkusess sum 1. varaborgarstjóri og Sjúrður Olsen úr Fólkflokkinum, ið fekk sessin sum for­mað­ur í nýstovnaðu vinnu­nevnd­ ini. Sessurin sum 1. vara­ borgarstjóri er symbolskur, men sessurin sum formaður í vinnunevndini sum m.a. hevur Tórshavnar havn undir seg hevur týdning og tað sæst nú. Fyrrnevnda vinnu­ nevnd­in hevur í farnu viku lagt fram uppskot, um at byggja Tórshavnar Havn út fyri ikki minni enn 350 milliónir kr. Hetta er ein risa upphædd, vit kundi bygt tríggjar skúlar líknandi tann á Argjahamri, ella kanska fimm ellisheim fyri hesa upphædd. Tað løgna er at øll í bý­ ráðnum taka undir við hes­um. Tað er eingin á Vagl­inum sum talar at ! So meðan havnaborgarar ørkymlaðir skula venja seg við at Eystfallsker kanska skal leggjast undir betong og at Havnar skansi, sum skuldi eitast at verja havnarborgarar á sinni, missir sítt útsýnið, gníggja tey sum vilja hetta, seg um hendurnar. Tí har er snøgt sagt eingin andstøða í bý­ ráðnum sum kann rópa var­skó og tala at. Tora ikki at finnast at ! Eg sigi ikki tað, at Tórs­ havn­ar havn ikki má byggja út, veit eisini fullvæl tað, at roknskapurin hjá Tórs­ havnar havn, ikki beinleiðis er í roknskapinum hjá komm­ununi. Hetta er sum so heldur ikki meint sum eitt mót­ mæli móti útbygging av Tórshavnar havn. Men tað at einki kjak hev­ur verið um hetta, og at eingin av okkara býraðs­ limum talar at, er í mínum hugaheimið eitt stórt vanda­tekin ! Eg kann ikki við mínum besta vilja fáa meg til at trúgva at allir býráðslimir eru samdir í at innibyrgja skansan, ikki soleiðis sum projekti sær út í verandi líkið. Tí er tað eg sigið at vit mangla eina andstøðu á Vaglinum. Vit mangla at allir býráðslimir ikki eru í sama potti. Vit mangla býráðslimir sum tora at finnast at, hetta uttan at vera bangnir fyri at missa tað lítla teir hava av ávirkan. Mín áheitan á okkaru býráðspolitikarar skal tí vera ! Ikki bara atkvøða glaðbeint fyri tí ið verður lagt fram. Tit muga sum fólksins umboð tora at hava tykkara egnu meining um tingini, og siga hana alment so borgarin veit hvat tit meina. Vit hava ikki tørv á livi­breyðspolitkarum og ryggklapparum á Vaglinum. Vit hava tørv á fólkum, ið eru góð við havnina og ikki ræðast at tosa Roma ímóti. Um tit fólkavaldi ikki taka annað skinn um bak, kann góða valúrslitið hjá Javnaðarflokkinum skjótt koma havnaborgarum aftur um brekku. So kanska hava vit vit brúk fyri einari andstøðu á Vaglinum ! Ikki einari andstøðu sum tí vit høvdu áðrenn býráðsvalið, men einari konstruktivari, upplýsandi andstøðu sum kann kunna borgarin um alternativar leiðir tá hetta er neyðugt. Mangla vit eina andstøðu á Vaglinum Brandur í Dali Kriminaliseringin av borgarunum heldur fram! Fleri forboð – størri trygd! Bjørn á Heygum Tað ljóðar so gott alt sam­ alt hvørja ferð okkara lóggávuting setur alt fleiri og fleiri forboð í verk fyri at økja um trygdina hjá einstaka borgaranum. Tað, at ongin væl saktans kann hava nakað ímóti øktari trygd og betur verju móti skaða­tilburðum, er reyði tráð­urin og tann avgerandi argumentation, sum hvørja ferð skal bera hesi nýggju og alt meira fjøltáttaðu forboðini ígjøgnum okkara ting, eins væl og onnur parlament. Er onkur ímóti, so verður hann beinanvegn skírdur at verða óansvarligur, fyri­lita­ leysur og ikki at sýna neyðug atlit til allar hesar íbornu vandar, sum eftir øllum at døma hópa seg upp framman fyri okkum. Hetta, at formyndarasamfelagið í alt størri og størri mun skal taka ábyrgdina av lívinum hjá tí einstaka við at seta í verk alskyns eftirlitsskipanir og trygdarreglur, - og ikki at forgloyma at verja borgaran móti sær sjálvum, - er eitt rættu­liga sterkt rák sum ligg­ ur í tíðini. Mótstøðumenninir í øvutan bás Tú verður altíð settur í beint øvutan bás, tá tú roynir at rópa varskó og steðga hesi forboðsbylgju, nevniliga - at tú ikki ynskir at fyribyrgja vanlukkum, - at tú ikki ert umhvørvisvinarligur, - at tú ert fyri harðskapi, - at tú tekur undir við heilsuskaðiligum virksemi os.fr. Mótstøðumenninir av hesum alt meira og meira sofistikeraðum forboðum koma hervið í eina marg­ háttl­iga andstøðu til øll hesi sokallaðu “gagnligu” tiltøk. Fíggindamyndir verða skaptar, og eitthvørt mót­ mæli móti hesi útbreiddu krimi­nalisering av ikki polit­ iskt korektum atburði, verður kvalt í føðingni. Smáir marginalar Vit vita av royndum, at tá tað snýr seg um at trýsta á avtrekkjarin, og seta nýggj bann í verk, tá eru margi­nal­ arnir sera smáir, og erkvisni stórt. Ofta er tað ein evarska lítil minniluti, sum við sínum til tíðir óforsvarliga atburði, sum setur dagsskránna. Tað vil so vera, at onkur hendingaferð er úti fyri ein­ um óhappi orsaka av gáloysni og skrumblutari framferð, sum kundi verið umgingið við størri varðsemi. Loysnin hjá politisku elituni og akademiska bak­ landi teirra er tó altíð tann sama, at framleiða nýggj forboð og at skerja persónliga frælsi hjá ti einstaka. Loysnin er økt eftirlit og fleiri revistiltøk Ein áhaldandi og útbreidd kriminalisering av borgar­ an­um tykist at vera loysnin upp á øll mistøk og allar lívsins dáragerðir. Samfelagið tekur sær leiklutin sum tann persónligi leiðvísarin og boðberin, og til tess er neyðugt við einum framhaldandi øktum eftirliti og alsamt fleiri og meira útbreiddum revsitiltøkum. Bert á henda hátt kann tann einstaki skal fylgja tí fyrimyndarliga atburðinum, sum hesin betrivitandi og lýtaleysi staturin hevur definerað, sum tann einasta rætta. Promillur Áhugavert var at fylgja kjakinum herfyri um at seta hægstamark fyri, hvussu nógvar promillur ein kundi hava í blóðinum í samband við sigling uttan at blíva revsaður. Í hópframleiðsluni av forboðum og revsitiltøkum vildi Johan Dahl, lands­stýris­ maður ikki standa aftan fyri aðrar. Onkur hevði verið fyri einum syndarligum óhappi í samband við eina bátastevnu vegna rúsdrekkasigling, og og nú skuldi hesin trupulleiki loysast eina ferð med alla - og sum ikki eina ferð og ógviliga typiskt - við at seta í verk enn fleiri avmarkingar, og enn strangari reglur. Hetta skuldi gerast við at broyta løgtingslóg um trygd á sjónum, soleiðis at promillumarkið varð sett til einans 0,2 – sama sum á vegnum, har tú koyrir við 100 km/t, og ert hálvan metur frá næsta bili tá tað er mótgangandi ferðsla! Pro­ portinaliteturin má í øllum førum sigast at vera í lagi hjá Johan Dahl – her er onki at fara skeivur av. At hava eina revsiáseting í lógini um, at bannað er honum at føra skip ella bát, sum er ávirkaður so mikið, at viðkomandi ikki kann føra bátin ella skipið á fulltryggan hátt, - sýnist als ikki at vera nóg mikið – langt ífrá! Sagt var, at bert á henda hátt kundi man vera rímuliga vísur í, at hetta ikki hendi aftur! - Ja hvør skal siga! Nú fáa vit so at síggja! Eitt alsamt størri kontrolapparat neyðugt At hvør maður, sum drekkur sær eina vanliga øl undir sigling gjørdist lógbrótari, og eitt útbreitt kontrolapparat og munadygt løgregluarbeiði á sjónum var neyðugt fyri at handheva hetta forboð í verki, - tað sær man stórt uppá! Hetta minnir ikki sørt um sonevndu knívlógina í Danmark, har vanligir handverkarar, fiskimenn og bóndur, meira ella minni gjørdust kriminellir allir samlir, tí teir í sínum dagliga yrki høvdu fyri neyðini at brúka ein knív, sum var longri enn tað av teimum “klóku” í fólkatinginum ásetta evstamark upp á 7 cm. Avgerandi var væl saktans at fáa nøkur stig á politiska teljaran til eitt komandi val, tá bann og revistiltøk fyri at økja enn meira um evstu marginalarnar í s0­ kallaðu trygdini, higartil í hvussu er hevur verið populerur politikkur millum veljararnar. Serundirvísing í høglbyrsu Kári P. Højgaard vil heldur ikki standa aftanfyri í forboðsherðindunum, og er nú á bananum við einum upp­ skoti um herðing av vápna­ lógini, har tað nú verður sett sum ófrávíkiligt krav,at øll sum hava brúkt eina høglbyrsu alt sítt lív, skulu til regluliga serundirvísing. Eisini er ætlanin, at ein hvør sum hevur arvað ein forladara frá forfedrunum nú skal hava skyldu til at lata henda inn til løgregluna innan ávísa tíð, annars er viðkomandi borgari eisini at meta sum djúpt kriminellur. Náðiliga hevur Kári P. Højgaard givið teimum am­ nesti, sum skunda sær at lata inn sínar antikku lutir innan ávísa tíð, - tí sum tað verður sagt, - so sleppa hesi fólk undan revistiltøkum frá tí almenna, og tað er jú vorðið eitt satt priviligium í hesum forboðstíðum! Spurningurin er so bara, um mangar av hesum evarska smáu økingnum í trygdini – sum oftast bert kunnu mátast í promillum, og sum innibera so nógvar avmarkingar í persónliga frælsinum, veruliga økja so nógv um lívsdygd og eydnu­ sælu hjá tí einstaka, at hetta er allan ómakin, eftirlitið og kostnaðin vert?. - Eg ivist stórliga! kjak