Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-10, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. juni 2013síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 10. juni 2013 · Nr. 65 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Skansin fær eisini betri karmar Heðin Mortensen borgarstjóri Býráðið avgjørdi í farnu viku at taka eitt stórt og visjonert stig til tess at fram­ tíðartryggja og betra karm­ arnar hjá øllum tí vinnulívi, sum virkar á økinum hjá Tórshavnar havn, og sam­ stundis at skapa rúmd fyri framtíðar vinnu. Trivnaður er eisini týðandi partur av hesi ætlan. Skitsan, sum gjørd er, og sum hevur verið frammi alment, er eitt fyrsta útkast, sum gevur eina fatan av høvuðslinjunum í ætlanini. Býráðið fer sjálvandi at tryggja, at allar kravdar fyri­ reikingar verða gjørdar, og at øll neyðug loyvi verða fingin til vega. Tí kann tað tykjast sum, at hesar allar fyrstu skitsurnar hava skapt nógv og lutvíst óneyðugt kjak. Hetta helst tí, at Kringvarpið legði út við at gera samrøður við nøkur, sum uttan serligar og undirbygdar grundgevingar, og uttan at hava sæð máls­ lýsingina, kortini vóru sera avgjørd ímóti ætlanini. Tað vóru tó eisini fleiri, sum tóku væl ímóti ætlanini. Eisini tveir arkitektar hava gjørt vart við seg í almennu miðlunum. Annar vil verja Skansan sum føroyskt krígsminni, og hin skilir ikki, at Tórshavnar havn skal brúka so nógv pláss. Júst slíkar útsagnir bera boð um, at hvørgin teirra hevur sett seg inn í ætlanirnar og grundgevingarnar hjá býráðnum. Hesar eru millum aðrar: 1. at útvega øllum vinnu­ lív­inum á økinum betri karmar 2. at skapa møguleikar fyri nýggjum, ótroyttum virk­ semi, sum í dag leitar til havnir í øðrum londum 3. at víðka innsiglingina og dýpa fram við eystara mola, so vit fáa størri skip at bryggju 4. at gera økið til av­greiðslu av ferðafólki størri og at betra par­ker­ings­við­ urskiftini Hartil hava atfinningar verið ímóti, at bingjuhavnin verður víðkað í Havn, ístaðin fyri í Kollafirði. Veruleikin er, at pláss er als ikki fyri hesi ætlanini í Kollafirði. At bingjuhavnin liggur júst á Eystaru bryggju ger, at flutningurin til nógv tann størsta partin av brúkarunum er lutfalsliga stuttur og tí eisini orkusparandi. Undir framløguni gjørdu bæði borgarstjórin og vinnu­nevndar­formaðurin vart við, at øll útbyggingin verður gjørd eisini við neyvum atliti at møguligum nýggjum vinnum – eitt nú eini framtíðar oljuvinnu og eina skjótt vaksandi ferðavinnu. Hetta er tí eisini eitt avgerandi stig til tess at tryggja umstøður fyri búskaparvøkstri til framtíðar vælferðina. Og ikki minst, so var serligur dentur eisini lagdur á trivnaðin hjá borgarum í økinum. Tá vit tosa um trivna í hesum høpi, so verður meint við betri og lættari atkomu, tryggari og lættari ferðslu, og munandi betri parkeringsviðurskifti. Men vit tosa sanniliga eisini um fornminnið Skansan, har ætlanin er at skapa eina vakra marina og eitt stórt og hugnaligt fríøki, sum er vart fyri havnavirkseminum annars. Hendan ætlanin gevur sostatt nýggjar og munandi betri møguleikar fyri at uppliva Skansan bæði hjá yngri og eldri. Skansin kann tí bara gerast eitt betri og meira áhugavert aktiv fyri býin og Føroyar, við at fólk og ferðafólk koma at uppihalda sær í økinum og gera nýtslu av hesum serliga søguliga staðið. Tað er synd at siga, at Skansin er nøkur uppliving í dag. Tað er tí ongin ivi um, at her eru møguleikar at skapa eitt heilt sjáldsama vakurt og hugnaligt øki, sum á ongan hátt kemur at skemma Skansan, men tvørturímóti kemur at gera alt økið livandi við hópin av møguleikum fyri frítíðar- og mentanarvirkemi – við Skansanum sum mitt­ punkti, og uttan at vinnu- og havnavirksemið annars hevur negativa ávirkan yvir­ høvur. Tað er púra náttúrligt, at fólk seta spurningar, tá stórar verkætlanir verða kunn­gjørdar. Tað hava fólk altíð gjørt og tað er gott. Samstundis má tað sigast, at tað vóru nakrir djarvir og framskygdir býráðslimir, sum fyrst í 1900-talinum tóku tvær stórar og týðandi avgerðir. Tann eina um at skipað stórt økið til havnarlag í Tórshavn, og hin at leggja alt Gundadalsøkið av til ítróttar- og trivnaðarendamál. Báðar hesar avgerðir, sum fólk utt­an iva eisini hava verið ivingarsom um tá, hava prógva sítt virði enn tann dag í dag. Tað er eisini soleiðis nú­sit­ andi býráð ynskir at hugsa – visionert og langsiktað, og býráðið er sannført um, at tað er henda havnaútbyggingin eisini dømi um. kjak Sosialurin Tekna teg sum haldara fyri einans kr. 380,- um ársfjórðingin haldaralepi Boks 76, FO-110 Tórshavn Ja takk! Eg ynski at tekna meg sum haldara av nýggja Sosialinum, og fái blaðið borið út tríggjar ferðir um vikuna Navn: Bústaður: Telefon: teldupost: Verður sent ópostað. Sosialurin rindar postgjaldið 64