Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juni 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. juni 2013 · Nr. 66 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Niklas Winther og Karen Mata­ moros hittust í Hon­dur­as, tá ið Niklas var 17 ár og skiftisnæmingur har í eitt ár. Hann fór síðani heim aftur til Føroya at taka studentsprógvið, men liðug­ur í Studentaskúlanum fór Nikl­as aftur til Honduras at vitja sínar vinir har. Har hitti hann Karen aftur, og tey bæði hava verið saman síða­ni. Niklas og Karen hugsaðu nógv um, hvar tey skuldu bú­seta seg, og fyri nýggju árum síða­ni tóku tey avgerð um at flyta til Føroya. -Eg haldi, at vit vóru bæði ung, naiv og nýforelskað, og vit høvdu ikki hugsað um, hvat tað er at seta búgv í Norð­ur­londum uttan eitt ES pass. Tað vísti seg fyrst av øll­ um, at fyri at vit yvirhøvur kun­du vera saman, noyddust vit at blíva gift. Vit sendu so eina umsókn inn um at kunna búgva saman í Før­oy­ um, men tað var nógv truplari, enn vit høvdu vænt­að, greiður Niklas Winther frá. Niklas og Karen høvdu vænt­ að, at tá tey vórðu gift var eingin trupulleiki hjá Karen at gerast ein danskur ríkis­borg­ari í Føroyum. Men tá tey høvdu bíðað í meira enn eitt hálvt ár, góvu tey upp og fluttu av landinum aft­ur. - Vit bíðaðu leingið, men fingu einki svar. Vit hoyrdu frá øðrum, sum høvdu bíðað fleiri ár uttan svar. Tað bleiv ov langdrigið, tí vit høvdu eina lítla dóttir við okkum eisini. Tað føldist mest sum at vera í limbo, tí Karen slapp at vera í Føroyum, men hon fekk einki p-tal, og slapp tískil ikki at arbeiða og skapa sær eina tilveru í sam­felag­ num, greiðir Niklas frá. Tað kendist beikst, tá tey kendu seg noydd at flyta til Svø­ ríkis, har tað var lættari at fáa uppihaldsloyvi. Óvitandi kjak um flóttafólk Niklas Winther er skelkaður av kjakinum um flóttafólk, sum hevur verið í Føroyum sein­astu tíðina. Hann vísir á, at fremm­anda­ haturin, sum føroyingar tykj­ast hava, má standast av, at kjakararnir eru óvitandi um evnið. - Tað, sum eg havi lisið og sæð er skelkandi, men eg hugsi, at tað má vera tí at fólk eru óvitandi um evnið. Tað má vera vantandi upplýsing, og fordómar, sum tey kjakast út frá, sigur Niklas Winther. Hann vísir á, at teir út­lend­ ingarnir, sum eru í Før­oy­u­m í dag, rigga væl inn í sam­felagið, og føroyingar taka væl ímóti teimum. - Tað er ikki fyrr enn man kann seta navn og andlit á ein fremmandan persón, at man sær, hvør viðkomandi er. Tá verður tað lættari, tí tá ber ikki til at halda eins fast um fordómarnar, sigur Niklas Winther. Niklas viðurkennir, at hann kundi hugsað sær at slopp­ið aftur til Føroyar, sum jú er hansara heimland, at búgva. Men hann ásannar sam­stundis, at tað nú er trupult at flyta, tí dóttirin gong­ur í skúla, og konan hev­ur fingið sínar vinir og net­verk í Svøríki. Samstundis verður Karen í so fall noydd at seta seg inn í enn eina nýggja mentan, og tað kennist í roynd og veru sum at byrja av nýggjum, hó­ast Svøríki og Føroyar líkjast í ein ávísan mun. Sostatt er ikki greitt, um Niklas og Karen flyta heim til Føroya aft­ur, men greitt er, at tey høvdu verið í Føroyum í dag, um myndugleikarnir góvu teim­um loyvi til hetta. - Tað er meðan vit eru ung, at vit ferðast kring allan heim­in, og vit ferðast langt út í heim at útbúgva okkum. Tað vil so vera, at fleiri finna út­lendskar makar. Tað átti ikki at verið so torført at kom­ ið aftur til Føroya við út­lendska makanum, slær Niklas fast. Ghetto kvøld Góvu upp at fáa uppihaldsloyvi í Føroyum Fyri átta árum síðani royndi Niklas Winther at flyta heim til Føroya við síni konu frá Honduras, Karen Matamoros. Men dysturin við bureaukratiið í Føroyum gjørdist ov harður, og Niklas og Karen fluttu til Svøríkis LEYGARKVØLDS FRÍSK, FREK OG FESTLIG SENDING ÚR KEYPMANNAHAVN LIVESHOW Lagt til rættis: Eydna Skaale og Barbara Holm Myndir: Sunnleif Andreasen Sunnleif Andreasen photografy á Facebook Tá Niklas Winther fann sær konu úr Miðamerika, hevði hann ikki droymt um, at tað skuldi gerast torført at fáa henni uppihaldsloyvi í Føroyum. Men langa bíðitíðin gjørdi, at tey fluttu til Svøríkis, har tey enn búgva