Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juni 2013síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 12. juni 2013 · Nr. 66 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eydna Skaale Hendan dagin, meðan eg sat úti á altanuni og burdi lisið til eksamiu, eygleiddi eg tvær smá­gentur, sum spældu á grasi­num. Tær vóru báðar í prinsessu­ligum struttskjúrti - onnur í reyðum, hin í ljósa­ reyð­um. Tær klintraðu í trøunum, rull­aðu á bønum og spældu við vatn - ja, tær ráhugnaðu sær. Inntil mammurnar fingu eyga á tær. Og mammurnar vóru ikki blíð­ar. - Vissi tit skulu spæla uppá handan mátan, so skulu tit inn at skifta beint nú! Tit duga slett ikki at vera í sórnum kjólum. Setið tykk­um á teppið og spælið í frið. So genturnar máttu velja. Fínar kjólar ella stuttliga spæl­ ið. Tað var sum at velja ímill­um ís ella nekarakyss. Og lát­urin varð við eitt um­skift­ur við mjarr og grát. Og í stóru myndini hava vit ofta lyndi til at seta slíkar av­ markingar á hvønnannan. Vit hava ofta so góðan hug at skoða hvønnannan á hár­ unum, og seta hvønn­ann­an í bás. Vit føroyingar eru hervi­ ligi­r at »íssus íssa« um hvønn ann­an, og »hevur tú hoyrt, hvat hon hevur gjørt - ella hvat hann hevur sagt«. Vit vita alt um hvønnannan og vit hava sterkar meiningar um tað, sum hini takast við - og um hvussu tey heldur áttu at borið seg at. Um tú einki leggur í hesar reglurnar, so veist tú, at tað verða mong, sum fara at tosa um teg. Tú fert at fáa fordømandi eygnakøst og prát handan ryggin. Tey djarv­astu fara nokk at lata teg vita, at soleiðis kann man ikki spæla. Men erlig talt. Viss tú ert so heppin at eiga eitt strutt­skjúrt, so haldi eg, at tú skalt fara í tað. Og eg haldi, at tú skalt spæla júst sum tú vilt. Skittur verið við, um tú dálk­ar teg, ella tað skrædnar eitt sind­ur. Tað er nú officielt summar 2013. Tað er nú, tú skalt gera tær tey minni, sum tú skalt flenna at í vetur. Og tá vet­urin er komin aftur, er tað líka­mik­ ið, um struttskjúrtið er heilt og pent. Og er hol kom­ið á, so hevur tú allan vetur­in at bøta tað. So viss tú komandi mán­að­ ir­nar sært onkran hóreiggja sær í sínum struttskjúrti, so egg­ja teimum til. Lat vera at vera tann mamman, sum oyðileggur góða spælið. Struttskjúrt kunnu keypast aftur. Tað kann summarið 2013 ikki. Gott summar! Spæl sum tú vilt! Ghetto Kvøld er stuðlað av Seinasta Ghetto Kvøldið Leygarkvøldið var aftur fult hús í Sumpinum, tá seinasta Ghetto Kvøld sendingin varð send. Evnið var "tvørtur um landamørk" og prátað varð við fleiri ymsar gestir bæði við stuttleika og álvara fyri eygað. Eisini var live tónleikur í tveimum umførum Ghetto kvøld Bára Michelsen greiddi frá um at fjakka í Asia Flogternurnar Bára Gásadal og Katrin Reinert søgdu frá um stuttligar løtur og minnisríkar flogtúrar Jákup Veyhe fekk salin at runga av látri, tá hann greiddi frá um ein túr í Tivoli - og um at ferðast í egnum landi Jens Marni Hansen: beinleiðis úr Parkini í Sumpin - við einum lítlum millumsteðgi á Sams Bar, har hann hevði sungið karaoke Í panelinum vóru Rakul Thomsen og Kjartan Hansen, og tey umrøddu evnini: Bróstageving á caféum, ferðastuðulin og um Føroyar eiga at taka ímóti flóttafólki Súsanna Herálvsdóttir spældi tvey løg í sendingini. Hon spælir egnan folk/rock/singersongwriter tónleik og arbeiðir við eini útgávu Búgvi Øster hevur stýr á teknikkinum og sambandinum til Føroya Gutti hevði føðingardag leygardagin, og tað varð sjálvandi hátíðarhildið við køku og sangi Sum vant varð endað við klassikaranum hjá Kára P, Súrligar nætur í Keypmannahavn. Bjarni Jøkladal spældi og Svanna Hentze í Gong sang fyri Toymið handan Ghetto Kvøldini: Gutti Winther, Eydna Skaale, Barbara Holm og Búgvi Øster