týsdagur 11. juni 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. juni 2013 · Nr. 66
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Støðið er ov lágt
- Tað er venjingin og hugburðurin, ið bila hjá føroyskum fimleikarum sum heild, og støðið er
hareftir. Tað sigur Elna Johannsen, ið er altjóða dómari í estetiskum fimleiki. Um vikuskiftið var
hon dómari til stóra heimsmeistarakapping í estetiskum fimleiki, har føroyskt lið eisini luttók
Um vikuskiftið bleiv heims
ins besta lið í estetiskum
fimleiki kosið. Kappingin fór
fram í Finnlandi og 27 lið
luttóku. Kvinnurnar úr Havn
ar Fimleikafelag, sum eru
føroyameistarar, luttóku eis
ini í árligu HM kappingini,
har tær endaðu á 23. plássi.
– Tað eru fleiri orsøkir til,
at føroysku liðini, sum lut
taka til so stórar kappingar,
ikki klára seg betur, men
fyrst og fremst krevst ein
broyting í hugburðinum til
fimleik. Eisini má venjingar
hátturin broytast, sigur Elna
Johannsen, sum hevur verið
altjóða dómari síðani 2005.
Munurin ov stórur
Sum altjóða dómari er Elna
Johannsen einar tríggjar til
fýra ferðir um árið uttan
lands sum dómari í stórum
fimleikakappingum. Haraft
urat dømir hon eisini kapp
ingar í Føroyum. Hon fegnast
um, at føroyskir fimleikarar
luttaka í kappingum úti í
heimi og heldur, at altjóða
luttøka hevur stóran týdning
fyri føroyskt fimleikalív.
– Tað er stuttligt, at fim
leikalið úr Føroyum sleppa at
luttaka í slíkum kappingum,
tí tá ber til at samanbera seg
við lið úr øðrum londum og
eisini fáa íblástur, sigur Elna
Johannsen.
Hóast hon heldur tað vera
gleðiligt, at føroysk fimleika
lið sleppa at kappast uttan
lands, vísir hon á, at stórur
munur er á føroysku og út
lendsku liðunum.
– Munurin er ov stórur, og
tíverri er tað soleiðis, at hesi
fimm árini, vit hava luttikið í
altjóða kappingum í estet
iskum fimleiki, er munurin á
okkum og hinum liðunum
ikki blivin minni. Heldur
tvørturímóti, staðfestir Elna
Johannsen.
Hon sigur, at tað, at Føroy
ar eru so lítlar, ivaleyst hevur
sína ávirkan.
– Vit eru eitt lítið land, og
tískil er úrvalið av veruliga
góðum fimleikarum ikki so
stórt. Tað merkir, at vit eru
noydd at hava íðkarar, sum
ikki tíma fimleikin hundrað
prosent, við á teimum bestu
liðunum, sum eru í Føroyum.
Mugu venja meir
Serliga eru tað smidleiki
og grundvenjing av øllum
kroppinum, sum føroysku
fimleikarunum væntar.
– Tað eru tey bæði tingini,
sum líkasum ganga aftur, tá
føroysk fimleikalið luttaka í
altjóða kappingum. Størri
áherðsla má leggjast á at
styrkja allar vøddar og gera
fleiri venjingar fyri smidleika,
tí tað haltar í stóran stíl, sigur
Elna Johannsen og heldur
fram:
– Ein trupulleiki er eisini,
at íðkarar í Føroyum byrja ov
seint og gevast ov tíðliga.
Byrjar tú ikki at venja hetta
slagi av fimleiki sum heilt
ung og venur miðvíst, so
verður torført at blíva veru
liga góð. Fleiri av teimum
heilt góðu íðkarunum í este
tiskum fimleiki í Føroyum
steðga við fimleikinum, tá
tær eru um 18 ára aldur.
Klárar tú teg væl er eingin
orsøk at steðga bara vegna
aldur, sigur Elna Johannsen
og vísir á, at eitt russiskt lið,
sum bleiv nummar fimm til
heimsmeistarakappingina
hesaferð, hevði íðkarar, har
allar vóru seinast í tjúgunum,
og onkrar vóru fyrst í tredi
vunum.
– Skulu vit ikki enda aft
ast í hesum kappingunum,
mugu vit venja meir. So ein
falt er tað. Tað er harmiligt,
men støðið er als ikki nóg
gott, tá vit vilja verða við í
altjóða kappingum, sigur
Elna Johannsen.
Ongar undanførslur
Ofta verður Elna Johannsen
spurd, um hon ikki kann
venja og leggja føroysku
íðkarunum lag á, og tað ger
hon javnan. Men hon setur
seg ikki føra fyri einsamalla
at hava ábyrgdina av at fáa
fimleikin í Føroyum á eitt
hægri støði.
– Eg kann ikki sum dómari
læra eitt føroyskt lið at gera
fimleik og gera støðið hægri,
men eg kenni jú reglugerðina
og kann siga teimum, hvat
skal gerast annarleiðis. Eisini
vil eg fegin hjálpa við at seta
føroysku venjararnar í sam
band við útlendskar venjarar,
sum kunnu koma henda
vegin at leggja lag á. Ikki tí,
føroysku venjararnir gera
eitt megnar arbeiðið, men ein
útlendskur venjari fæst við
fimleikavenjing burturav og
hevur sum oftast verið innan
ítróttin í nógv ár og kann
tillaga venjingina til tað
einstaka liðið, heldur Elna
Johannsen fyri.
Javnan verður ført fram,
at umstøðurnar at íðka
fimleik í Føroyum ikki eru
nóg góðar allastaðni í landi
num, og tískil kunnu íðkar
arnir ikki mennast og blíva
betri. Men hesum er Elna
Johannsen als ikki samd í.
– Eg haldi ikki, at vit kun
nu brúka hasa undanførsluna,
tá vit ikki klára okkum væl í
eini kapping úti í heimi. Tá
tað kemur til stykkis, eru tað
venjingin og hugburðurin, ið
bila, slær Elna Johannsen
fast.
– Orsøkin til at eg sigi, at
umstøðurnar í síðsta enda
ikki ávirka, hvussu góðir
fimleikararnir eru, er tann, at
eg havi sæð umstøðurnar hjá
liðum, ið eru blivin heims
meistarar. Til dømis í Bulgari,
har eru umstøðurnar fleiri
staðni út av lagi vánaligar,
men kortini eru lið úr Bul
garia blivin heimsmeistarar
fleiri ferðir.
Kenslurnar eru við
Tá Elna Johannsen, ið er
úr Rituvík, er úti í heimi og
dømir stórar kappingar, situr
hon vanliga saman við 12
øðrum dómarum. Dømingin
er býtt í tríggjar partar; tað
tekniska, listarliga og sjálv
framførslan.
Sostatt
eru
tey fýra, ið døma í hvørjum
bólki.
– Ein tíma áðrenn ein slík
kapping byrjar er lutakast,
har funnið verður útav, hvat
tú skalt døma undir kapp
ingini. Tískil veit eg ikki
frammanundan, hvør mín
uppgáva verður undir døm
ingini fyrr enn beint áðrenn
kappingin byrjar, sigur Elna
Johannsen, sum sigur tað
vera nakað serligt at vera
dómari til altjóða kappingar,
tá føroysk lið eru við.
– Føroyska liðið skal døm
ast júst eins og hini liðini,
men onkursvegna eru kensl
urnar meira við, tá tú skrivar
karakterirnar
niður.
Tað
kann ikki umgangast, tí Før
oyar eru jú so lítlar, og øll
kennast onkursvegna, sigur
Elna Johannsen og heldur
fram:
– Og tá eg sigi, at kensl
urnar eru meira við, tá meini
eg, at mann vónar so inniliga,
at tað gongst teimum væl, og
tær fáa eitt gott úrslit. Eg
veit, at fleiri teirra hava lagt
nógva orku í fimleikin, og tí
ynskir mann teimum sjálv
andi alt tað besta, greiðir
Elna Johannsen frá.
Seinastu átta árini hevur
Elna Johannsen virkað sum
altjóða dómari í fimleiki, og
tá hon samanber føroyska
fimleik við tann útlendska,
sær hon ein greiðan mun.
Men hon heldur tað als ikki
vera ógjørligt, at føroyskur
fimleikur kemur á eitt eins
høgt støði og fleiri av hinum
londunum, ið luttaka í kapp
ingum úti í heimi.
– Sjálvandi hava vit møgu
leika at gerast betri. Umframt
at venja rætt og hava rættan
hugburð til fimleikin, so
skulu vit halda fram við at
luttaka í kappingum uttan
lands. Tað er haðani vit fáa
íblástur og kunnu venja okk
um við at kappast á høgum
støði.
Elna Johannsen saman við øðrum dómarum til HM í estetiskum fimleiki um vikuskiftið
Kvinnurnar hjá HF saman við heimsmeistarunum úr Russlandi