týsdagur 11. juni 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. juni 2013 · Nr. 66
16
Sosialurin
Eystanstevnan 2013
Vilmund Jacobsen
– Jú, vit hava fingið so mikið at
vita, at kabarettin snýr seg um
gerandis hendingar í Føroyum,
eitt nú um, tá SEV koplar frá, og
tá netið verður álopið. Eisini er
bindiklubburin komin afturíaftur,
har damurnar viðgera nøkur lokal
mál, og kanska verða stokkarnir
eisini tiknir fram.
Úr Runavík verður sagt, at
rokn–ast kann eisini við góðum
sangi á kabarettini.
– Men, hvat meira liggur í heit
inum “millum steinarnar” - ja, tað
kunnu vit bara gera okkum tankar
um!
Leikarar og tónleikur
Tey, sum spæla við í kabarettini
á eystanstevnu í ár, eru Justines,
John, Vanja, Anna, Noomi, Alvi,
Hallur og Kristina.
Fyri tónleikinum standa
næmingar við Løkin við Ásbirna
Berthelsen og Terja Vestergaard.
– Vit bjóða øllum hjartaliga
vælkomin til kabarettina
“Millum steinarnar” í Løkshøll
fríggjakvøldið 14. juni klokkan 21,
mánakvøldið 17. juni klokkan 18 og
sama kvøld aftur klokkan 20.30.
Úr Runavík verður sagt, at at
gongumerki til kabarettina kosta
100 krónur, og tey kunnu keypast á
www.loksholl.fo - og við dyrnar.
»Millum
steinarnar«
í Løkshøll
Kabarettbólkurin framførir trúliga kabarett á hvørjum ári á
eystanstevnu, og árið í ár er einki undantak. Spurningurin
er so, hvat vit kunnu vænta okkum av kabarettini,
sum í ár hevur fingið heitið “Millum steinarnar”?
Tá SEV koplar frá, og tá netið verður álopið, er millum evnini í eystanstevnukabarettini - Millum steinarnar - í ár
Vilmund Jacobsen
Leygarkvøldið 15. juni klokkan
01.00 fer bólkurin Four MENh
úr Fuglafirði at spæla til dans í
tjaldinum á kaiøkinum í Runavík.
Four MENh hevur stívliga eitt
ár á baki, men tónleikararnir eru
allir royndir.
Tónleikurin, teir spæla, er
dansivinarligur og spennur víða.
Teir spæla alt frá tí góða gamla
føroyska til Billy Joel og country-
tónleik.
Royndu tónleikararnir eru
Annfinn Jacobsen (trummur),
Hugo Leo (bass), Mouritz Mohr
(guitar) og Njál Reinert Petersen
(klaver og guitar).
Tað serstaka við hesum bólki
er, at allir fýra syngja.
Atgongumerki til dansin á
eystanstevnu kosta 150 krónur,
og selt verður við dyrnar.
Gamlamanna
dansur í tjaldi
á eystanstevnu
Gamlamannadansur í tjaldi á eystanstevnu
Hóast bólkurin Four MEN, sum fer at spæla til dans á eystanstevnu,
er lutfalsliga nýggjur á palli, eru allir royndir tónleikarar
Í meira enn hálvthundrað ár hevur
kappróður verið ein trivaligur
partur av ítróttarlívinum á Skála
fjørðinum. Fyri tað hava menn
um hesar leiðir ivaleyst eisini róð
kapp til og frá útróðrarmiðum í
øldir, men tað ber valla til at tosa
um skipaðan kappróður, fyrr
enn NSÍ fær tiltikna bátasmiðin,
Niclas í Koltri, at smíða sær bátar
í fleiri støddum. Eitt nú fyrsta
Eysturoyingin í 1961, sama árið
sum fyrsta eystanstevnan verður
hildin á fjørðinum. Fyri tað høvdu
menn av Toftum og innari kortini
gjørt onkrar royndir, eitt nú við
bátinum Tordenskjold, sum Poul
Niklái Danielsen í Saltangará
hevði smíðað saltnesmonnum
til garnadrift og annan rakstur
longu í 1913. Tordenskjold var við í
ólavsvøkuróðrinum í 1957.
Meira og minni hevur lív og
gróður verið í kappróðrinum øll
hesi árini. Mangir sigrar og fleiri
føroyameistaraskap eru hespað á
snælduna á føroyskum firðum og
vágum við teimum eyðkendu gulu
bátunum hesa meiri enn hálvu
øldina, síðani NSÍ rættiliga legði
til brots í einum øki, ið brádliga
hevjaði seg sum fuglurin Føniks
í vavi.
Betrað havnaviðurskifti og eitt
skjótt ekspanderandi vinnulív
var undirstøðukervið, sum legði
grundina undir einum óvanliga
stórum fólkavøkstri. Harvið ein
munabetri rekruttering til bekk
irnar á gulu bátunum.
Fyri sløkum 14 árum síðani,
sambært fundarbókini, verður
fyrsti fundurin hildin 18. august
1999, har avgerð verður tikin
um at skekla ítróttargreinarnar
í NSÍ sundur í hvørt sítt felag.
Soleiðis varð Kappróðrarfelagið
NSÍ veruleiki, og felagið heldur
sín fyrsta almenna aðalfund hin
3. februar 2000. Eftir tað gekk
sum eftir ánni, og stutt eftir stóð
snotuliga neystið Niðri á Støð
á Glyvrum uppi, og hevur hetta
síðani verið ein dyggur karmur um
felagsskapin og ítróttina.
Úr hvørjum vindeyga hevur
borið til hjá fólki í økinum at skoða
venjingarnar á fjørðinum í vár.
Hartil venja rógvandi ungdóm
arnir á neystarloftinum. Dúgliga
hava ungdómarnir hálað í árarnar
og spent í fótalunnarnar, með
an róðursmenninir hava díkt á
teir fyri at tað skal muna, tá farið
verður í kapping á stevnunum í
summar. Bæði í kvinnu- og kall
róðri.
Felagið eigur seks bátar, sum
allir eru gjørdir í optimalan stand
í vetur og í vár, og eftir øllum at
døma fara níggju - kanska tíggju -
manningar hjá felagnum at leggja
til brots í ár.
Hvussu tað fer at vignast, ber
bara til at gita um, men rómurin í
kringumstøðunum við bátahylin
á Glyvrum ber í hvussu er boð
um, at hesi fólkini fara at gera
sítt ítarsta fyri at basa sínum
kappingarneytum kring landið.
Við hesum ynskir
Kappróðrarfelagið øllum eina góða
og happadrúgva eystanstevnu.
Bátar renna og
árar leika í tolli