Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juni 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Eystanstevnan 2013 Góðu eystanstevnugestir Eystanstevnan er ein av teim stóru og týðandi summarstevnunum í Føroyum og nógv verður altíð gjørt burturúr og í ár er einki undantak. Av serligum orsøkum er kappróður ikki við í ár, men hóast tað, so hava stevnufyrireikararnir lagt til rættis eina fjølbroytta og spennandi skrá. Hyggja vit nærri í skránna, so kann av sonnum sigast, at her er nakað fyri øll, og tað er júst tað, sum Eystanstevnan er kend fyri. Her verður nógvur ítróttur og so nógv annað, bæði til álvara, gaman og ikki minst til hugna. Vit hava øll brúk fyri at taka okkum av løttum av og á og njóta fríløtuna, og hetta vikuskiftið er møguleiki til tess – møguleikarnir eru nógvir og latið okkum gera brúk av teimum. At fyrireika eina slíka stevnu er ógvuliga krevjandi og nú so nógv annað er á skránni fyri tíð­ina, so setir tað strong krøv til fyri­reikar­ arnar. Ítróttarfeløg, áhuga­feløg og kommunan og onnur hava gjørt sítt besta fyri at fáa karmarnar um Eystanstevnuna so góðar sum til­ ber. Hetta, at ítróttarfeløg, áhuga­ feløg og onnur, sjálvboðin, leggja stóra orku í at seta eina fjølbroytta og spennandi skrá saman, tað hevur stórt rós uppiborið. Um tað sjálvbodna arbeiðið ikki var drív­ meg­in í stevnuni, so var eingin stevna. Nú vóna vit bara at veðrið verður til vildar og at fólk møta fjølment til hesi ymisku tiltøkini. Eg farið vegna Runavíkar býráð at ynskja tykkum øllum hjartaliga vælkomunum á Eystanstevnu 2013. Magnus Rasmussen, borgarstjóri Á hvørjum ári, í samfull 53 ár, hava vit bjóðað væl komin til Eystanstevnu, og tað gera vit fegin aftur í ár. Hjartaliga væl komin á Skálafjørðin til Eystanstevnu!