týsdagur 11. juni 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. juni 2013 · Nr. 66
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
heilsa
Lagt til rættis: Vilmund Jacobsen
Krabbi hjá monnum og kvinnum Millum danskar
menn, sum eru raktir av krabbameini, eru flestu raktir av
prostatakrabba, lungnakrabba, tjúktarmskrabba, krabba
í bløðru og landrás og krabba í endatarmi. Millum kvinnur
liggur bróstkrabbi ovast, og síðan koma lungnakrabbi,
tjúktarmskrabbi, móðurmerkjakrabbi og húðkrabbi.
Kelda: helse.dk
vilmund@sosialurin.fo
Kemoterapi er ein medisinsk
viðgerð. Sjúklingurin verður
viðgjørdur við heilivági, ið
hevur
evni,
sum
drepa
krabbakyknur. Heilivágurin
ger, at kyknurnar ikki kunnu
deila seg, soleiðis at krabba
knúturin sleppur at veksa.
Í stuttum kann sigast, at
kemoviðgerð ger skaða á
krabbakyknur, meðan frísku
kyknurnar endurbyggja seg
sjálvar eftir viðgerðina.
Evnini í kemo virka ym
iskt á krabbakyknurnar, sum
verða órógvaðar í ymiskum
stigum. Tí er vanligt, at
evnini í viðgerðini eru ymisk
fyri, at úrslitið á tann hátt
kann gerast hitt besta.
Kemoterapi verður sum
oftast givið úr eini slangu,
sum verður førd inn í eina
blóðæðr.
Ymisk hjáárin
Tá sjúklingur fær kemo,
virkar viðgerðin eisini á
frísku kyknurnar. Men, frísku
kyknurnar hava - í mun til
krabbakyknur - evnini til at
endurbyggja seg aftur. Hetta
skulu tær hava tíð til. Tí ber
ikki til bara at geva kemo í
stórum nøgdum fyri at týna
krabbakyknur. Skulu frísku
kyknurnar megna at fylgja
við, er neyðugt við steðgi
millum viðgerðirnar.
Sjúklingar,
sum
verða
viðgjørdir við kemo, fáa ofta
eina røð av hjáárinum. Hetta
kann eitt nú vera kvalma, og
sjúklingar
kunnu
eisini
spýggja. Summi føla seg
maktarsleys og illa til passar,
og tey eru eisini mong, sum
missa hárið.
Orsøkin til, at sjúklingar
missa hárið, er, at viðgerðin
skaðar kyknurnar í hárrót
unum. Vanligt er, at hárið
byrjar at veksa út aftur einar
tveir
mánaðir
eftir,
at
viðgerðin er liðug.
Av tilvild
Tað var av tilvild, at funnið
varð fram til kemoviðgerð
móti krabba.
Vit skulu heilt aftur til
krígstíðina fyri at finna
svarið upp á, hvussu funnið
varð fram til, at krabbamein
kann viðgerast við heilivági.
Bæði
undir
fyrra
og
seinna heimsbardaga varð
sinnopsgass brúkt sum kem
isk vápn. Seinni, tá líkskurður
varð gjørdur av fólki, sum
doyðu av sinnopsgassi, varð
funnið fram til, at líkini
høvdu eitt óvanliga lágt tal
av hvítum blóðlikamum.
Í umleið 1940 fekk ameri
kanska verjumálaráðið tveir
farmaceutar at kanna hesi
viðurskifti nærri. Eftir at ein
røð av væleydnaðum roynd
um vórðu gjørdar við mús,
royndu hesir báðir farma
ceutarnir at viðgera ein sjúk
ling, ið hevði krabbamein.
Henda viðgerðin gekk eisini
rættiliga væl.
Nógvar royndir seinni
kundi staðfestast, at krabba
mein eisini kann viðgerast
við heilivági.
Nøkur ár seinni – í 1965 –
hendi enn eitt framstig við
kemoviðgerðini.
Nú
varð
funnið fram til, at krabba
kyknur kunnu broyta seg og
gerast mótstøðuførar mót
vegis kemoterapi. Men, nú
varð so eisini funnið fram til,
at um fleiri ymisk evni vórðu
blandað saman, var betri
møguleiki fyri at avmarka
mótstøðuføri hjá krabbakyk
nunum.
At yvirliva
Menningin av medisinsku
viðgerðini hevur gjørt lívið
nakað lættari hjá nógvum
krabbameinssjúklingum, og
viðgerðin ger møguleikan
fyri at yvirliva sjúkuna nógv
størri.
vilmund@sosialurin.fo
Hvat er kemoterapi?
Tað var av tilvild, at funnið varð fram til kemoviðgerð
móti krabba. Vit skulu heilt aftur til krígstíðina
fyri at finna svarið upp á, hvussu funnið varð fram
til, at krabbamein kann viðgerast við heilivági
Tað er ikki nóg mikið við
avslappandi túrum til gongu
ella á súklu í undanbrekku.
Nei, tað er pulsurin, sum skal
upp - helst í ein hálvan tíma
ella so um dagin.
Vinningurin við rørslu er
stórur, og eitt nú gerst
vandin fyri krabbameini
munandi minni.
Tey, sum longu eru rakt
av krabbameini, hava eisini
fyri neyðini at røra seg.
Rørsla kann neyvan lekja
krabbamein, men rørsla
kann halda sjúkuni aftur,
soleiðis at krabbin ikki
breiðir seg - ella at hann
breiðir seg við minni ferð
enn annars.
Kelda: Sygeplejersken
nummar 06 (2013).
vilmund@sosialurin.fo
Rørsla minkar um
vandan fyri krabbameini
Pulsurin skal upp ein hálvan tíma hvønn dag ella so,
um tú skalt minka um vandan fyri krabbameini
Hóast nógv grilla um
summarið, og grillmatur
gjarna smakkar óføra væl,
er tað sambært heima
síðuni medicin.dk ikki
heilt vandaleyst at grilla.
Kanning vísir, at áðr
enn matgerðin yvirhøvur
er byrjað, koma nógv -
serliga menn, men eisini
børn og húsdjór - til skaða
við tað, at tey brenna seg,
tá kynt verður í grilluni.
Hvørt ár enda soleiðis
millum 300-350 fólk á
skaðastovum í Danmark
við brunasárum, harav
eini 15-20 við álvarsomum
sárum.
Í nógvum førum er tað
flótandi sprit ella tendr
ingsvæta, sum eru orsøkin
til óhappini, tá kynt verð
ur í grilluna.
vilmund@sosialurin.fo
Fleiri brenna seg
Sjúklingar, sum verða viðgjørdir við kemo, fáa ofta eina røð av hjáárinum
Orsøkin til, at
sjúklingar missa hárið,
er, at viðgerðin skaðar
kyknurnar í hárrótunum