týsdagur 11. juni 2013síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. juni 2013 · Nr. 66
26
Sosialurin
Eystanstevnan 2013
Vilmund Jacobsen
Sunnukvøldið 16. juni klokkan 20
skipar Mentanarhúsfelagið fyri
kvøldsetu í Løkshøll, har nógv
ymiskt og áhugavert verður á
skránni.
– Vit eiga nógv evnarík ung fólk
í økinum, og vit fara at síggja brot
úr sangleikinum “Kúlla Knút”, sum
10. flokkur framførdi fyrr í ár.
Signar í Homrum
Úr Runavík verður víst á, at
ein, sum í seinastuni hevur
gjørt vart við seg á føroyska
tónleikapallinum, er Signar í
Homrum.
Á kvøldsetuni fer Signar at
framføra nøkur av sínum kendu
løgum.
Okkurt skemtiligt innslag
frá kabarettini verður eisini,
eins og skipað verður fyri
einari sonevndari “skeivari
spurnakapping”.
Øll er vælkomin
Ókeypis kaffi við onkrum góðum
afturvið verður í steðginum.
Mentanarhúsfelagið bjóðar
øllum vælkomnum á kvøldsetu í
Løkshøll sunnukvøldið klokkan 20
á eystanstevnu.
Kvøldseta á
eystanstevnu
Fyrr var vanligt, at eystanstevnan endaði við eini kvøldsetu
sunnukvøld, men seinastu árini hevur eingin kvøldseta verið.
Nú verður tátturin tikin uppaftur á eystanstevnu í ár
Á kvøldsetuni fara næmingar at framføra brot úr sangleikinum ”Kúlla Knút,
og kendur tónleikari fer at spæla nøkur av sínum løgum
Vilmund Jacobsen
Ítróttar- og frítíðarfeløg virka
saman um at fyriskipa eystan
stevnu, soleiðis at stevnan á
hvørjum ári hevur okkurt at
bjóða øllum - her í Runavíkar
økinum og gestum úr øðrum
bygdum.
– Aftrat stevnufyriskipanini
fer nógv orka hjá okkum til at
fyriskipa dystirnar, sum eru á
stevnuni. Byrjað verður vanliga
fríggjadag við yngru deildunum,
og síðan verður hildið fram alt
vikuskiftið.
Fótbóltsliga hæddarpunktið
er Effo-dysturin leygardag, og
hesaferð kemur 07 Vestur á
vitjan.
– 07 Vestur hevur fingið stig
í helvtini av dystunum, sum teir
hava leikt í ár, og tí kann roknast
við einari tættari og spennandi
uppgerð, sigur Nes Sóknar
Ítróttarfelag.
Felag í menning
Nes Sóknar Ítróttarfelag hevur
frá stovnan hin 24. mars í 1957
verið eitt felag í menning.
-– Frá at byrja við hondbólti,
róðuri og fótbólti til nú at
vera eitt fótbóltsfelag burtur
av, hevur felagið ment seg og
hevur nú vanliga eini 25 lið við
leikarum í øllum aldrum meldaði
til kappingar hjá FSF.
Ungdómsliðini hjá NSÍ hava
altíð staðið seg væl, og eru nógv
føroyameistaraheiti vunnin
millum ár og dag.
– Effo-liðið hevur seinastu
mongu árini ment seg, soleiðis
at tað hvørt kappingarár er
spennandi at fylgja við liðnum,
bæði úti og heima. Felagið
vann meistaraheitið í 2007 og
Løgmanssteypið í 2002.
Góð minnir
Nes Sóknar Ítróttarfelag vísir á,
at aftrat góðum upplivingum her
heima á klettunum - við Løkin
ella á vallum kring landið - hevur
Effo-liðið eisini givið okkum góð
minni frá dystum í evropeiskum
kappingum.
– Millum minniligu dystirnar
er 0-0 dysturin móti Fulham FC á
Svangaskarði í 2011 og 1-0 sigurin
á Dinamo Tbilisi í Gundadali í
2008.
Lagt verður aftrat, at fyri
spælarar og fólk kring felagið
er tað sjálvandi stórt at sleppa
at vitja kendar leikvallir úti í
heimi í samband við evropeiskar
kappingar.
Roynst væl
Kappingarárið hjá Effo-liðinum
hjá NSÍ hevur roynst væl higar
til.
- Liðið hevur verið væl við í
stórt sæð øllum dystum og er
mitt millum liðini, sum hvørt
vikuskifti stríðast um at fáa
ein sigur, ið kann lyfta tey upp
á ovaru plássini, væl vitandi at
tap hinvegin eru lívsvandamikil
í sera hørðu og spennandi kapp
ingini í ár.
Lagt verður aftrat, at steypa
kappingin eisini hevur verið
hugalig í ár, og fyribils er NSÍ í
hálvfinalunum móti Víkingi.
Betraðar umstøður
Nes Sóknar Ítróttarfelag fegnast
um, at vøllurin við Løkin verður
skiftur í ár, og at felagið fær
stásilig umklæðingarhøli í
nýggju fimleikahøllini við Løkin,
tá hon stendur liðug til nýggjárs.
- Framtíðin hjá felagnum er
bjørt, og vit vóna at síggja nógv
fólk á eystanstevnu í ár, sum vit
kunnu deila okkara virksemi við
- á stevnuøkinum eins væl sum
á vøllinum við Løkin, sigur Nes
Sóknar Ítróttarfelag í síni heilsan
til stevnugestir.
Eystanstevnu
heilsan frá NSÍ
- Vit bjóða øllum hjartaliga
vælkomnum á eystanstevnu 2013,
sigur Nes Sóknar Ítróttarfelag
Fimleikarfelagið Støkk varð
stovnað í 1966. Stovnararnir vóru
Jóhanna og Kaj Aage Troest
saman við Svavu og Jóhan Kjeld.
Síðani 1966 hevur Støkk verið
virkið alla tíðina, og er Støkk
eitt fimleikafelag við stoltum
traditiónum og einum livandi og
nútímans hugburði um, at heilsa
og rørsla er ein týðandi partur av
tí góða lívinum.
Felagið hevur ment seg
gjøgnum tíðirnar til í dag at vera
eitt av teimum stóru feløgunum í
landinum.
Í dag telir felagið umleið 600
íðkandi og 50 venjarar. Hesir
koma serliga úr økinum kring
Skálafjørðin, men koma íðkarar
eisini aðrastaðni frá at gera
fimleik í Støkk.
Felagið hevur verið við til
at myndað oddin í føroyskum
fimleiki í nógv ár og hava íðkarar
hjá Støkk vunnið felagnum
hópin av heiðursmerkjum, bæði
í heimligum kappingum og eitt
nú á oyggjaleikum. Eisini hevur
fimleikaliðið hjá Støkk luttikið
í heimsmeistarkappingum í
estetiskum fimleiki.
Nú kappingarárið í fimleiki er
um at vera av, kunnu vit gleðast
um, at eisini í hesum kappingarári
eydnaðist at vinna fleiri
heiðursmerkir, og at gentuliðið í
estetiskum fimleiki gjørdist FM-
vinnarar.
Hølisviðurskiftini hjá felagnum
hava verið skiftandi. Serliga
eru tað fimleikahallirnar og
ítróttarhøllin í kommununi, ið
hava verið brúkt til at íðka í.
Kappingarfimleikurin krevur
serlig hølisviðurskifti og til at
nøkta hendan tørvin leigar felagið
ein part av hølunum hjá Atlantic
Supply Base. Hetta er felagið sera
takksamt fyri.
Gamla Støkk-høllin, sum
var í ringum standi, varð rivin
niður fyrst í mai, og er nýggja
høllin, sum verður bygd millum
ítróttarhøllina og fótbóltsvøllin
væl ávegis. Gongst, sum ætlað,
stendur hon liðug fyrst í komandi
ár.
Ein spennandi tíð stendur fyri
framman. Við hesi nýggju høllini
ber til at savna nærum allan
fimleikin undir einum taki, og fer
hetta vónandi at menna felagið,
bæði ítróttarliga og sosialt.
Fimleikaárið byrjar aftur í
heyst, og eru øll vælkomin at gera
fimleik í Støkk.
Støkk – spennandi framtíð