týsdagur 11. juni 2013síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 12. juni 2013 · Nr. 66
Sosialurin
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum fyri sýnda samkenslu
og hjálpsemi, tá kæri maður mín, pápi og abbi
okkara, verpápi og bróðir
Árni L. Svínoy
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til talarar fyri troystarrík orð í kapellinum, í
Berøa og á grøvini. Tøkk til spælarar og berarar.
Vit ynskja eisini at takka tykkum, ið á ein og
annan hátt hjálptu í salinum og á grøvini.
Tøkk til tykkum á Eysturoyar røktar- og ellisheimi,
á sambýlunum Gøtubrá og Giljagarði, ið vóru
um hann, ta tíð hann var har. Tøkk til tykkum í
Heimatænastuni, sum vóru um hann, meðan
hann enn búði heima.
Tøkk til tykkum øll, sum vóru saman við okkum
og hjálptu okkum so væl hesar dagarnar.
Stóra tøkk fyri vitjanir, heilsanir, uppringingar,
bakstur, blómur og kransar.
Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Hjartans tøkk øll somul.
Familjunnar vegna
Jonhild,
Marjun, Halgerð, Júst, Elin,
Eyð og Bárður við familjum
Maskinførari til
Tvøroyrar Kommunu
Tvøroyrar Kommuna søkir eftir maskinførara til
at koyra minni gravimaskinu, at byrja skjótast
gjørligt. Umsóknin skal vera okkum í hendi í
seinasta lagi 26. juni 2013 kl. 12.00.
Sí annars: www.tvoroyri.fo