Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-11, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juni 2013síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. juni 2013 · Nr. 66 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 www.gevidblod.fo Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað. Ein posi av blóði kann bjarga upp til trimum mannalíum VILT TÚ GEVA BLÓÐ? Stongt vegna feriu frá 17. juni til 1. august Vágs Bókasavn Tel. 373991 / 573416 Leiðari til Frítíðarheimið í Eysturkommunu Søkt verður eftir leiðara til Frítíðarheimið í Eystur kommunu at byrja 01. juli 2013 ella skjótast gjørligt. Leiðarin hevur ábyrgdina av tí aðalmáli, ið er sett fyri stovnin, og av tí námsfrøðiliga virkseminum, ið verður gjørt. Leiðarin hevur, í samstarv við Eysturkommunu, ta fíggjar­ ligu og fyrisitingarligu ábyrgdina. Starvið er 40 tímar um vikuna. Um stovnin: Á Frítíðarheiminum arbeiða í dag 7 námsfrøðingar og 6 hjálparfólk. Frítíðarheimið er ein stovnur fyri børn, sum ganga í forskúla, 1. flokki og 2. flokki. Okkara arbeiðið er at skapa góðar og tryggar karmar fyri hesi børn aftaná loknan skúladag. Stovnurin liggur í barnavinarligum umhvørvi Leirvík. Førleikakrøv: Námsfrøðiliga útbúgving og leiðsluroyndir Vit ynskja av tær: at tú ert álítandi og hevur góð samstarvsevnir • at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan • og tryggan gerandisdag at tú vilt vera við til at mynda og menna tað • námsfrøðiliga umhvørvið Í dagliga arbeiðinum leggja vit m. a. dent á: at børn og starvsfólk trívast og fáa avbjóðingar í • gerandisdegnum at hava gott samstarv við foreldur, starvsfólk og • skúla at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og • børn at virða tað einstaka barnið • at ferðast nógv í náttúruni • Lønar- og setanartreytir Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagog­ felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu sendast til Eysturkommunu, Postboks 30, 510 Gøta. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 14. juni 2013 kl. 12.00. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til: Ova Heinesen, umsitingarleiðara, tlf.: 73 00 12 og Inga Hansen, sosialdeildarleiðara, tlf.: 73 00 14. Góðskufólk Fyri felag okkara Sp/f P. P. Faroe Pelagic, Kollafirði søkja vit eftir fólki til at starvast sum góðskufólk í framleiðsluni á virki okkara. Tey, sum setast skulu, mugu hava góðan kunnleika til øll viðkomandi øki viðvíkjandi dagligu fram­ leiðsluni av fiski. Royndir innan líknandi arbeiði er ein fyrimunur. Hetta er ein frálíkur møguleiki at gerast ein part ur av tí, ið kemur at vera ein tann størsta framleiðslueindin í Evropa. Tú kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við fram leiðslustjóran. Vænta verður, at tú hevur viðkomandi útbúgving ella upplæring og prak­ tiskar royndir á økinum, og at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og hevur initiativ til sjálv/ur at taka stig til at loysa tær neyðugu arbeiðsuppgávurnar. Størvini verða sett skjótast gjørligt. Løn sambært galdandi sáttmála. Ynskjast nærri upplýsingar, kann ringjast Petru Eystberg á 478888 ella við at senda teldupost til finance@ppfaroe.fo Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði, og skulu sendast til finance@ppfaroe.fo í seinasta lagi 20. juni 2013. FAROE PELAGIC Umsókn um skeinki loyvi til støk tiltøk Umsóknir um skeinkiloyvi til støk tiltøk (hissiniloyvi) fyri summarið 2013 skulu vera Loyvisnevndini í hendi í seinasta lagi 24. juni 2013. Umsóknir skulu sendast Loyvisnevndini við telduposti til loyvisnevndin@rusan.fo Saman við umsóknini skal sendast ein neyv lýsing av tiltakinum, undir hesum upp- og afturlatingartíðir, tal av skeinkingarstøðum og – um ætlanin er at skeinkja uttandura – ein lýsing av økinum, har skonkt verður, umframt váttan frá eigaranum av økinum. Umsóknir, sum ikki eru innkomnar 24. juni 2013, verða ikki viðgjørdar. Loyvisnevndin hevur vanliga avgreiðslu aftur 6. august 2013. Loyvisnevndin