Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-11, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juni 2013síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. juni 2013 · Nr. 66 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tøkni Bílig snildfon frá Huawei Nú kemur ein nýggj bílig snildfon frá Huawei. Ascend Y300 koyrir við Android 4.1 og hevur ein 4-tumma touch-skíggja. Innan fyri finna vit dual-core geril og 4 GB minni, sum kann økjast við micro-SD korti. Myndatólkið er 5 megapixel og hevur autofokus. Emotion UI nevnir Huawei brúkaraflatuna, og við ymsum temum kann hendan gerast sera persónlig. Fyri at savna sum mest av kunning á byrjunarskíggjanum er Me Widget eisini við. Her kunnu mest nýttu kontaktir, tónleikaspælari, veður, myndasavn og ur savnast til eina mynd. Y300 fæst longu nú á danska marknaðinum fyri minni enn 1.300 krónur. Kravfesting: • Stýriskipan: Android 4.1 JellyBean • Geril: Dual-core 1 GHz Qualcomm Snapdragon • Skíggi: 4" WVGA, 854 x 480 pixels • Myndatól: 5 MP AF + 0,3 MP • Minni: 512MB RAM + 4GB + microSD (upp til 32 GB) • Battarí: 1950mAh Li-Polymer ★★★★★★ Samlað meting Vegleiðandi prísur: 1.099 kr. jamicro.dk ★★★★★★ Samlað meting Vegleiðandi prísur: 3.990 kr. hifi-punkten.se Fyri: Neutralt og fínt ljóð Lítið av larmi Góðskan Ímóti: Ikki til oyratelefonir Bert 16 bit Vantar nakað av dynamikki Fyri: Ljóðar væl Byggigóðskan Íbindingarmøguleikar Ímóti: Larmar eitt sindur Heldur penur í ljóðinum Ikki til oyratelefonir Lagt til rættis: Geir Gråbein Nordby, Lyd & Billede Talgildir kon­ vertarar við USB Vit testa Inakustik Premium DAC 24 bit/96 kHz USB.......................................... 920 krónur Pinell DAC Mini bit/48 kHz USB............................................1.099 krónur HRT microStreamer 24 bit/96 kHz USB.......................................1.900 krónur Quad Link D-1 24 bit/192 kHz USB.....................................4.000 krónur HRT Music Streamer HD 24 bit/192 kHz USB.....................................4.500 krónur Ert tú í ferð við at pakka fløgusavnið saman, ella hevur tú kanska longu gjørt tað, so ert tú ikki einsamallur. Í juni 2012 gjørdist Noreg fyrsta lagið, har umsetningurin innan streaming og download av talgildum tónleiki varð størri enn sølan av fløgum/plátum. Gongdin er tann sama, og í dag er streaming størsta inntøkukeldan hjá stóru útgávufeløgunum. Hjá brúkarum hevur atgongdin til tónleikin meira at siga enn tað at eiga fløguna. Nøkur hava atgongd til streamning-tænasturnar og risa savn teirra við einum media-spælara so sum Sonos ella Apple TV. Onnur nýta teir kaðalsjónvarp ella spælikonsol. Men tey flestu nýta framvegis PC ella Mac. Hesi eru vanliga íbundin anleggi við einum analogum kaðali ella – skurrar í oyrunum – spæla tey tónleikin beinleiðis á telduni og innbygdu hátalarunum. USB-DAC er loysnin Hoyrir tú til seinasta bólkin, so fært tú ikki tað besta burtur úr tínum tónleiki. Men tú skalt vita, at tað er srea lætt at umskapa tín PC ella MacBook til ein framúr tónleikaspælara. Alt, sum tær nýtist, er ein talgildur konverteri – vanliga nevndur DAC – við USB-inngangi (Mac kann eisini nýta optiskan tilgang). Og sjálvt bíligir DAC ljóða so nógvar ferðir betur enn tað, sum kemur úr jack-stikkinum á telduni. Og tað er lætt at fáa fatur á ljóðinum umvegis ein USB-DAC. Líkamikið, um ljóðið skal yvir á stereoanleggið ella í nakrar góðar oyrabúffar. Superljóð úr telduni Tað vildi nú verið stuttligt, um tú lætt og bíliga kundi gjørt telduna til eina ljóðkeldu við framúr góðsku. Tað kanst tú – við einum UDS-DAC! Pinell DAC Mini Góðska fyri tey prístilvitaðu USB-konvertarin frá Pinell er kompaktur, hevur góða góðsku og ljóðar sera væl, tá hugsað verður um prísin Pinell-konvertarin er reint 16 bit og hevur bert stereoútgang – ikki oyratelefon. Men ljóðið umvegis stereoanleggið er sera gott. Tónleikurin hevur fínar yvirtónar, og ljóðmyndin er breið og góð. Kontrastarnir eru týðuligari enn við Inakustik Premium CAC, og bæði yvirtónarnar og fundamentið í botninum er gott. Hóast Pinell skal hava talgildið signalið í 16 bit/48 kHz ístaðin fyri 24 bit/96 kHz, er subjektiva ljóðupplivingin betur enn við Inakustik. Fyri prísin fært tú ein heilt góðan konvertari. Ljóðlandslagið er ikki so stórt og djúpt sum við dýrari útgeð, men hann kostar altso lítið meira enn ein túsundkrónuseðil. Quad Link D-1 Næstan í málinum Ekstern streymveiting ger Quad Link D-1 stationeran. Men kompakta støddin ger, at hann væl passar í teldutaskuna Quad Link D-1 er framleiddur fyri at gera telduna til eina hi-fi keldu. Men hesin konvertarin hevur eisini bæði optiskan og koaksialan talgildan útgangg, og kann hann tí eisini íbindast til eitt nú sjónvarpið. Meðan aðrir konvertarar í testini fáa streym frá USB-kaðalinum, hevur Quad egna streymveiting. Konvertarin stuðlar upp undir øllum upploysnum upp til 24 bit/192 kHz umvegis USB. Mac hevur als ikki trupulleikar við hesum, meðan tú mást innlesa ein drivara til pc. Eitt lítið suss hoyrist í konvertaranum, men tað hoyrist nóg illa við vanligum ljóðstøði. Fatanin av góðsku er eisini góð. Sangrøddir tykjast trúbærar, og krevjandi kvinnuroyddir ljóða bleytt og væl. Ljóðið er innbjóðandi og behagiligt, bassurin er strammur og væl upploystur, men hann tykist tó vanta nakað av tyngd. serliga viðmælt