Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-11, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juni 2013síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 12. juni 2013 · Nr. 66 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tøkni Betrað tráðleyst minniskort EyeFi var fyrsta tráðleysa minniskortið. Nú kemur EyeFi Mobi, sum gevur lyfti um lættari og skjótari flytingar av dátum til fartelefonina. Tráðleys minniskort kunnu nýtast av flestu myndatólkum, og tey eru perfekt til øll, sum hava myndatól við innbygdum Wi-Fi. EyeFi Mobi – 8 og 16 GB útgávur – sigst vera munandi skjótari enn undanfarna ættarliðið. Hartil kann Mobi flyta myndir beinleiðis til fartelefonina ella teldilin uttan stórvegis trupulleikar. Tá tú hevur íbundið fartelefonina og minniskorið verða myndirnar sjálvvirkandi fluttar til myndasavnið á fartelefonini, og eru soleiðis klár til myndaviðgerð og til at deila á netinum. Lætt og gott. EyeFi verður í sølubúðunum í summar. Prísurin er enn ókendur, men hann plagar ikki at vera so øgiligur. ★★★★★★ Samlað meting Vegleiðandi prísur: 1.900 kr. highend-sound.com ★★★★★★ Samlað meting Vegleiðandi prísur: 4.500 kr. highend-sound.com ★★★★★★ Samlað meting Vegleiðandi prísur: 920 kr. audiophil.dk Fyri: Stór ljóðmynd Djúpur bassur SERA ljóðleysur Ímóti: Ikki til oyratelefonir Fyri: Møguleiki at stilla oyratelefonirnar Úrval av talgildum inngangum Behagiligt ljóð Ímóti: Dynamikkurin Heldur lág upploysn Sús á oyratelefon-útganginum Fyri: Góð javnvág og nógvir smálutir í ljóðinum Sera kompaktur Ímóti: Lítið sindur av súsi í bakgrundini Inakustik Premium DAC Heilt meðal Konvertarin frá týska Inakustik er úr plasti og gevur eina avmarkaða góðskufatan. Men volumustýring til oyratelefonir togar uppeftir Konvertarin stuðlar upp til 96 kHz tónleikafílur frá telduni, meðan hann góðtekur upp til 192 kHz frá optiskum- og koaksialkaðali. Tummilin fyri góðskufatan vendir niðureftir. Bíligt plast allan vegin – bæði konverteri og innpakningur. Tað líkist onkrum, sum tú finnur í einum lágpríshandli fyri 300 krónur. Ljóðið er behagiligt, men kontrastirnir í tónleikinum eru heldur flatir. Yvirtónarnir eru tú rundari og meira brýndir enn við Pinell DAC mini og HRT microStreamer. Bassendurgevingin er góð við fyllu. Men har vantar sum heild nakað av upploysn í yvirtónunum, og stereomyndin kundi verið betri. Hesin konvertarin kann viðmælast, um tú oftast nýtir oyrabúffar og hevur tørv á at stilla ljóðið beinleiðis á DAC’num. HRT microStreamer Hi-fi í lumman Digitalkonvertarin microStreamer er nóg lítil til skjúrtulumman, og hann ljóðar eisini framúr Superkompakta støddin á HRT microStreamer ger hann til ein náttúrligan kappingarneyta til AudioQuest Dragonflyt, sum vit halda er ”kanska heimins feitari DAC”. Diodur á síðuni siga í fimm stigum frá, hvørja upploysn ljóðkeldan hevur, úr 32 til 96 kHz. Hinumegin mini-USB inngangin eru tveir analogir útgangir. Báðir eru 3,5 mm mini-jack, annar við 2,25 volt line-útgangi og hin við 1,4 volt oyratelefon-útgangi. Konvertarin hevur ikki variablan spenning; við oyratelefonum má ljóðstyrkin stillast á telduni. Ljóðmyndin verður endurgivin við lívi og neista. Harðar trummurútmur sparka veruliga hart, og tað er góður kontrastur í ljóðmyndini. Bassurin er sterkari enn hjá Pinell og Inakustik, hóast HRT-konvertarin ikki hevur RCA-stikk. Timingin er betri hjá HRT, kanska tí hann verður rikin asynkront, men Pinell tykist hava meira luft. HRT microStreamer er rætti konvertarin, um tú vilt hava ein kompaktan talgildan konvertara til oyrabúffarnar. Til hetta er hann framúrskarandi – munandi betri enn Inakustik og enntá eitt lítið sindur betri enn arvafíggindin, AudioQuest Dragonfly. HRT Music Streamer HD Opinbering við steroidum High Resolution Technologies hevur skift flaggskipið út við størsta konvertarin higartil, og hann ljóðar knasandi væl MusicStreamer HD er ein heldur stórur talgildur konvertari, tí rúm skal vera fyri javnvággevandi XLR- stikkini. Hann passar als ikki í lumman, men rúmast tó væl í teldutaskuni. Hetta er fyrsti konvertarin frá High Resolution Technologies, sum stuðlar uppundir talgildum ljóði upp til 192 kHz. Sum allir aðrir konvertarar frá HRT er hesin asynkronur, og tekur hann tí ráa ljóðið úr telduni uttan at at nýta innbygdu clock hjá telduni, men clockar ístaðin tónleikin sjálvur. Music Streamer HD er friðarligasti konvertarin í testini. Einki óljóð hoyrist. Ljóðmyndin er størri enn við Quad Link D-1. Her er vítt og høgt, og mongu løgini í tónleikinum koma væl fram. Bassøkið er sum kletturin, og sjálvt djúpastu tónarnir verða bankaðir út. Kvinnurøddirnar eru stórar og luftigar. Elektrisku trummurnar banka við tungum og góðum bassi, meðan basguitarin dominerar í botninum og tevur ljóðmyndini eina kolasvarta bakgrund. Cymbaler skínur í toppinum, og í heila tikið er talan um ein fantastiska góðan konvertara. best í testini