Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. juni 2013 · Nr. 67 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Jógvan Sundstein tíðargrein síða 17 At byggja land krev­ u­r vilja Annika sølvará Eygamálið síða 16 Eg sum pri­v­at­ persónur? Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í inn­lend­is­mál­um, er aftur farin út at ferð­ast. Hesaferð gongur leiðin hjá lands­stýr­is­mann­inum – sum varðar av inn­lend­is­við­ur­skift­um inna­nlands í Føroyum – til Sveis, og við sær hevur hann eini seks, sjey ting­fólk. Endamálið við ferðin sigst vera at kunna seg um tunlar og tunn­ils­ gerð. Júst í hesum døgum eru and­støð­ u­rødd­ir á tingi frammi, sum vilja kalla ting­ið saman í summarfrítíðini til tess at finna pen­ing, so ellis- og røkt­ar­heim kring landið kunnu fáa ráð at løna nátt­ar­vakt­um at vera um tey gomlu, með­an tey sova. Tað kann tykjast heldur marg­ hátt­ligt, tá tingmenn og -kvinnur og lands­stýr­is­mað­ur fara til alpu­ land­ið at kunna seg um, hvussu tey í Sveis dag­føra gamlar tunlar, og hvussu arbeitt verður, tá verandi tunla­r skulu breiðkast og víðkast. All­arhelst vita tey í Alpunum nógv um tunnilsgerð – men er tað veru­liga neyðugt at senda hetta væl­ mann­aða lið­ið av parla­ment­ar­ik­ar­ um á slíka ferð? Er hetta ikki heldur ein hugn­a­ligur summartúrur – ella er tað so galið, at tað er ein játtan til ferðir, sum skal brúkast innan ávísa freist? Áhugavert kundi verið at frætt, hvat hesi tingfólk fáa burturúr – og hvussu tað gagnar føroyskari tunn­ ils­gerð, at tey fáa hesa vitan, heldur enn at viðkomandi starvsfólk hjá Lands­verki ella øðrum viðkomandi stovni nema sær hendan kunn­leik­ an, um tey ikki hava hann framm­ an­und­an. Men vinnunevndin hjá Løg­tingi­ num skal eisini á ferð. Og tey fara nógv longur, enn í Alpurnar. Teir sjey nevndarlimirnir í vinnu­nevnd­ ini fara – saman við nevnd­ar­skriv­ ar­a­num – á ferð í Kina, har tey fara at kunna seg um kinverkt vinnulív og um varandi orku. – Hetta verður ein arbeiðsvika, har hvør tími verður brúktur, sigur segði nevnd­ar­for­mað­ur­in, Al­fred Ol­sen, við útvarpið. Ikki tí, sjálvandi eiga okkara pol­i­t­ik­arar at sleppa at ferðast – í øll­um førum eitt sindur. Men tað skal valdast, serliga nú, tá okkara gomlu liggja í andaleypi á stovnum og heim­in kring landið, júst tí at okk­ara somu fólkavaldu politikarar hava niðurprioriterað røktina av okk­ara eldru. Tá tykist tað ikki sørt arrogant, at fara í Alpurnar at hyggja, hvussu tey víðka tunellir og nið­ur til Kina at kanna varandi orku. At pol­itikarar ikki altíð duga at rað­festa, vita vit. Men tað skal vald­ ast! politikarar á tunnilsferð Før Jógvan Sundstein, fyrr­ ver­andi løgmaður, rætt, so hava vit bara tveir flokk­ ar í Føroyum, eftir at rík­is­ rætt­arligi spurningurin er av­greidd­ur – og at avgreiða hendan spurning merkir sam­ bært Jógvani Sundstein, at vit fáa eina føroyska grund­ lóg samtykta og sam­ráða okkum til rættis við danir um niðurrlaging av blokk­stuðl­i­ num. Hetta sigur hann í tíð­ar­ grein her í blaðnu í dag. – Um hesi viðurskifti verða avgreidd, so hvørvur ein partur av stevnuskránni hjá teim ymisku flokkunum, og flokk­arnir kunnu so við øðr­ vísi ídni kasta seg yvir van­ ligan samfelagspolitkk, sum upptekur politiskar flokk­ar í øðrum londum, sig­u­r Jógvan Sundstein. – Hvussu nógvar flokkar vit so fáa í Føroyum, veit eg ikki, men eg ímyndi mær, at vit koma at fáa nakað sum líkist eini tvíflokkaskipan, sum til dømis í Bretlandi. Eg síggi fyri mær, at tveir av nú­ver­andi flokkum vera høv­uðs­flokkar, og tað eru Javn­að­ar­flokkurin og Fólk­af­lokk­ur­in. Ein partur av Tjóð­veld­is­flokk­i­num og eitt sindur av Sam­bands­ flokk­i­num fer so saman við Javn­að­ar­flokk­i­num, með­an ein annar partur av Tjóð­veld­i­ s­flokk­i­num og meginparturin av Sam­bands­flokk­i­num legg­ ur saman við Fólk­a­flokkin, sig­ur Jógvan Sund­stein. Hann heldur hinveing, at Sjálv­stýrisflokkurin fer helst helvt um helvt í hvønn partin. – Miðflokkurin fer helst ong­an veg, meðan Framsókn má roknast við at fara borg­ ar­liga vegin, heldur Jógvan Sund­stein, sum vísir á, at Jó­ annes Eidesgaard í eini tíð­ar­ grein hevur eftirlýst einum al­tern­a­tivi til núverandi sam­ gongu. – Eg rokni ikki við nøkrum var­andi alternativi undir nú­ verandi politisku skipan, men fáa vit fullveldi og fáa loyst suv­e­r­e­n­itets­spurn­ing­in, so kundi tað hent, at Jó­ann­es fekk sítt ynski um tvey al­t­ ernativ uppfylt. Hann átti at gjørt sína ávirkan galdandi og fingið sjálvstýrismálið loyst, held­ur Jógvan Sudnstein. Lesið tíðargreinina á síðu 17 Tveir flokkar í Føroyum Við studentaskúlan í Hoy­ døl­um er so smalt og trongt hjá bilum, at tað er ikki trygt. Tað heldur Kristianna Winth­er Poulsen, ting­ kvinna. Óteljandi ferðir eru park­er­ings­við­ur­skifini við stud­ent­a­skúlan tikin upp til við­gerðar í Løgtinginum og nú tekur tingkvinnan fyri Sjálv­stýr­is­flokkin tey fram ein­a­ferð afturat. Hon vísir á, at hóast nýggj­ur skúladepil verður bygd­ur í Marknagili, skal skúl­in í Høydølum verða í nýtslu í trý ár afturat. Og nú vil hon hava Bjørn Kalsø, lands­stýrismann í ment­a­mál­um, at greiða frá, hvat hann ætlar at gera við par­ker­ings­við­ur­s­kift­ini hesi trý árini. Hon vísir eisini á, at ar­ beitt hevur verið við eini loysn í langa tíð, men nú sókn­ast hon eftir, hvat verð­ur av henni Kristianna Winther Poul­sen stað­fest­ir, at tá ið skúl­in byrjar aft­ur eftir summ­ar­frí­tíð­ina, verða 950 fólk, sum hava sína dagligu gongd í Stud­ent­a­skúl­a­num í Hoy­dølum. – Men har eru bara 50 par­k­e­r­ings­pláss og hvørki fyri dagl­iga virksemið, ella fyri trygd­ina, er tað langt frá nøkt­andi, staðfestir hon. – Tað er sera torført, og tað tek­ur langa tí,ð at koma til og frá skúlanum, og ikki minst er ger tann myrka tíð­in stóran part av árinum, um­støð­ur­nar ótryggar. – Landsstýrismaðurin í ment­amálum eigur bein­ an­veg­in at taka stig til, at park­er­ings­við­ur­skift­ini næstu trý árini verða trygg og høgligari fyri bæði næm­ ingar og starvsfólk, sig­ur Krist­i­anna Winther Poul­ sen. Smalt og trongt í Hoydølum Eldraøkið ella ferðing – ein spurningur um raðfesting... Sambært Jógvani Sundstein verða tað flokkarnir hjá Aksel V. Johannesen og Jørg­en Niclasen, sum verða teir báðir stóru flokkarnir í Føroyum – og sum fara at eta flokkarnar hjá Høgna Hoydal og Kaj Leo Johannesen...