Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. juni 2013 · Nr. 67 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eldraøkið Uttanfyri øll etisk og forsvarlig mørk ELDRARØKT Í ÓRØKT Høvdu vit farið við okkara børnum, sum vit fara við okkara eldri, hevði Barnaverndin langt síðani lagt upp í, var ein niðurstøða á fundi í Miðlahúsinum týskvøldið um eldrarøktina Áki Bertholdsen Eldri fólk, sum sita við fullari blæðu frá tíðliga á morgni til seint á kvøldið. Á fundi í Miðlahúsinum týskvøldið um støðuna á eldraøkinum varð borðreitt við einari ræðusøgu fyri og aðrari eftir um, hvussu út av lagi um­ støðurnar eru hjá teimum eldru í vælferðarsam­felag­ num Føroyum, og teirra av­ varðandi. Á fundinum, sum ný­ stovnaða felagið, Eldramálið, skipaði fyri, fekst eitt sjáld­ samt høvi at hoyra, hvussu avvarðandi fata støðuna í okkara eldrarøkt Og tað skerst ikki burtur, at tá ið Almannaverkið tos­ar um burðardygga og nýmót­ ans eldrarøkt, stendur tað í himmalrópandi andsøgn við veruleikan, soleiðis sum tey avvarðandi síggja hann tá ið tey seta orð á støðuna. Yvirhøvur var semja um, at tað, sum gongur fyri seg, er uttanfyri øll etisk og for­ svarlig mørk. Bíða og bíða … Eitt, sum fleiri avvarðandi drógu fram, var, at starvs­ fólkið á bústovnum eru so illa mannað, at búfólk noyðast at sita og bíða í tað óendaliga at fáa hjálp. Á onkrum bústovni eru tey tvey starvsfólk um kvøld­ ið til 12 búfólk. – Hvørja ferð, okkurt búfólk hevur brúk fyri hjálp, er neyðugt at bæði starvsfólkini eru um tað og so sita altso 11 búfólk onnur og bíða, segði ein avvarðandi. Á onkrum sambýli høvdu tey verið fýra starvsfólk til átta búfólk. Men nú var tað skorið niður í 2,5 starvsfólk. Samstundis vóru boðini frá myndugleikanum, at fyrsta og annan sjúkradag skulu avloysarar ikki boð­ sendast fyri starvsfólk, sum eru sjúk. Sostatt eru tey mangan bara 1,5 starvsfólk til átta búfólk. Fleiri avvarðandi og starvs­ fólk á bústovnum kring land­ ið visti at siga frá líknandi søgum. Ljóspunktið er burtur Eitt, sum harmaði fleiri av­ varðandi og starvsfólk, er, at alt, sum eitur venjing, endur­ venjing og ítriv, er skorið burt­ur. – Hetta, sum var einasta ljóspunktið hjá nógvum av hesum fólkum er heilt ella partvíst spart burtur. – Hetta var samstundis einasta fríløta, fleiri av­varð­ andi fingu til at renna onkur ørindi, ella hvíla seg eina løtu, men tann møguleikan høvdu tey avvarðandi so eisini mist. Annars hevur endur­venj­ ing verið eitt lyklaorð í fleiri ár, tí tað skuldi forða fyri, at fólk endaðu á bústovnum. – Men tað havi eg ikki sæð nógv til, staðfesti eitt starvsfólk á einm bústovni turrisliga. Hon segði, at tann eina dagin skuldu øll starvsfólkini á skeið í fýra tímar um tað, tey kallaðu daglidags- endurvenjing. Ein orsøk til tað er, at myndugleikarnir hava lyndi til at seta ólærd fólk, ella fólk við ónøktandi útbúgving, í starv, kanska fyri at spara lønir. – So skuldu hesi starvs­ fólkini á skeið í fýra tímar, har tey fingu at vita frá einum terapeuti, at tey máttu ”endiliga ikki hjálpa búfólkunum ov nógv”, og at búfólkini ”skulu sjálvi senda fatið runt, tá ið tey eta”, tí tey skulu eggjast at klára seg sjálvi! Hugtungt Á fundinum greiddu fleiri avvarðandi í døpurhuga frá, hvussu familjulívið fer í spønir, tí øll tíð og øll orka verður sogin úr teimum, tí tey noyðast at hava 24 tíma vakt uppi yvir eldri fólki, sum hava ymisk ellisbrekk og kanska eru minnisveik, og sostatt eru fullkomiliga óútroknilig. Sum ein segði, tá ið hann fagnaði nústovnaða eldra­ felag­num: Vit hava brúk fyri einum sterkum vakthundi, sum goyr hart. Ein annar avvarðandi greiddi frá, hvussu mamman sat og ”hekk í einum koyristóli” við fullari blæðu frá klokkan 10 á morgni til klokkan 23 ella 23.30 á kvøldið, tí heimarøktin endiliga aftur kom á gátt. - Var talan um eitt barn fóru vit til barnaverndina og so hevði hon lagt upp í. Men vit hava onga eldravernd, helt hesin næstringurin fyri Ein triði avvarðandi hevði eina vermammu, sum var langt uppi í nítiárunum. Tað vóru nógv ár síðani, at tey høvdu søkt um búpláss og fleiri ferðir fingu tey boð um, at hon stóð á listanum. - Einaferð stóð hon sum nummar fýra ella fimm á listanum. Tá sótu vit og lurtaði eftir útvarpinum at vita um ikki onkur var deyður, so vermamman slapp eitt pláss longur fram á listan, greiddi ein ógvuliga hugtungur versonur frá. – Einaferð varð komið so langt, at kamarið var gjørt klárt til vermammuna, men so komu knappliga boð um, at hon slapp ikki á heimið kortini, tí hon var ikki so illa fyri. Síðani er vermamman skorðin fyri krabbamein, men hon sleppur kortini ikki á bústovn, tí hon var ikki nóg illa fyri - hóast eisini børnini og verbørnini eisini eru farin um pensjónsaldur. Døpurhugur Tað var ein reyður tráður, sum gekk ígøjgnum allan tann tríggjar tíma langa fundinum í einum stúgvandi fullum Miðlahúsi týskvøldið og tað var, at øll eru í døpurhuga, bæði avvarðandi og starvsfólk Búfólk noyðast at sita og bíða í tað óendaliga at fáa hjálp