hósdagur 13. juni 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 14. juni 2013 · Nr. 67
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eldraøkið
Neyðin
er stór
– Hetta vísir bara, hvussu
stór neyðin er.
Tað er niðurstøðan hjá
Rúnu Sivertsen, sum hevur
tikið stig til at stovna eitt
felag, sum skal verja áhuga
málini hjá fólki á bústovn
um og sum fáa eldrarøkt.
Felagið varð stovnað á
fundi í Miðlahúsinum í
týskvøldið. Og at hetta er
eitt mál, sum fyllir nógv í
hugaheiminum hjá fólkið
var skilligt, tí Miðlahúsið
var stúgvandi fult av fólki
á fundinum.
Rúna Sivertsen er óme
taliga fegin um, at felagið
fekk so góða undirtøku og
hon heldur, at tað vísir
bara, hvussu stór neyðin
er.
Men hon heldur somu
leiðis, at tað er alt ov vána
ligt, at so fáir politikarar
vóru komnir á fund, at teir
kundu teljast á aðrari
hondini.
–Tað, vóru tað bara einir
4-5 politikarar komnir á
fund og teir vóru allir
kvinnur. Somuleiðis var
90% av fundarfólkinum
annars, kvinnur.
– Tað sigur eitt sindur
um, hvør tað er, sum tekur
ábyrgdina av hesum øki
num, sigur Rúna Sivert
sen.
Hon staðfestir kortini,
at tað verða eisini menn,
sum fáa brúk fyri felag
num, so teir munnu eisini
fara at vísa seg fyrr ella
seinni.
Aftur í heyst
Tað fyrsta, nevndin fer at
gera, er at gera viðtøkur
fyri felagið og tí verður
aðalfundur aftur í heyst,
har
viðtøkurnar
skulu
samtykkjast.
Sostatt er eisini eitt
sindur óvist, akkurát, hvørj
um bólkar í samfelagnum,
felagið skal røkja áhuga
málini hjá.
Men á stovnandi fundi
num varð dentur lagdur á,
at felagið skuldi yvirlappa
virksemið pensjónistafel
agið og onnur áhugafeløg.
Men hóast tað er ikki er
heilt greitt, hvørjum sam
felagsbólkum, felagið skal
røkja
áhugamálini
hjá,
staðfestir Rúna Sivertsen,
at
ein
høvuðsuppgáva
verður at virka fyri at fáa
ásett, hvussu lutfallið ímill
um starvsfólk og búfólk á
einum bústovni skal vera.
– Tað er tað ómetaliga
grundleggjandi fyri eina
trygga
eldrarøkt,
sigur
hon
Somuleiðis skal nevndin
virka fyri, at tey, sum vilja
búgva heima sum longst,
skulu kunna tað og at
tilboðini til tey eldru verða
lagað eftir tørvinum hjá tí
einstaka.
Myndin er av arbeiðs
bólkinum, sum hevur fyri
reikað felagið og sum eisini
varð valdur í nevndini, og
tey eru frá vinstru: Kirstin
Simonsen, Mary Antons
dóttir, Tóra Tórgarð, Rúna
Sivertsen, Betzy og Anne-
Dot Ludvig. Sjeyndi nevnd
arlimurin er Torkil Skála.
Limagjaldið
er
ikki
ásett, men nevndin hevur
hugsað um at tað skal vera
200 krónur um árið fyri
einstaklingar og 100 krón
ur fyri pensjónistar.
Rósa og Rigmor
eru skelkaðar
ELDRARØKT OG ÓRØKT Eg eri ikki stolt av at vera politikari, sigur Rósa
Samuelsen og Rigmor Dam mælir til at taka neyðug stig alt fyri eitt
Áki Bertholdsen
- Eg eri skelkað.
Tað er niðurstøðan hjá
Rósu Samuelsen, forkvinnu í
trivnaðarnevndini hjá Løg
tinginum
og
fyrrverandi
landsstýriskvinnu í almanna
málum, eftir fundin í Miðla
húsinum
týskvøldið
har
felagið
Eldramálið
varð
stovnað.
Talan er um eitt felag ið
skal røkja áhugamálini hjá
teimum, sum hava brúk fyri
heimarøkt og teimum, sum
eru á bústvnum.
Á fundinum reistu av
varðandi og starvsfólk seg
upp, kropp av kroppi, og
fortaldi eina ræðusøgu fyri
og aðra eftir um, hvussu ring
støðan er hjá eldri og óhjálp
num
– Í kvøld eri eg ikki stolt
av at vera politikari og eg má
viðganga, at eg eri eitt sindur
skelkað, sigur Rósa Samuel
sen.
Umframt hana, fingu vit
bara eyga á tríggjar aðrar
landspolitikarar á fundinum,
Rigmor
Dam,
Kristionnu
Winther Poulsen og Jónu
Mariusardóttir Mortensen.
– Eg kann ikki vera stolt,
tá ið fólk hava tað ringt og vit
ikki fáa hjálpt teimum, sigur
Rósa Samuelsen.
Rættiliga álvarsligt
Hon sigur, at tað, fólk fortelja
um støðuna, er rættiliga
álvarsligt, tí tað skal nógv til
áðrenn fólk reisa seg soleiðis
upp á einum fundi at greiða
frá, hvussu vánalig støðan
er.
Sjálv var Rósa Samuelsen
landsstýriskvinna í Almanna
málum í trý ár í seinastu
samgongu, tá ið stórar spar
ingar eisini vóru.
Kortini heldur hon ikki, at
hon kann ábyrgjast fyri
vánaligu støðuna, sum er
íkomin nú.
– Eg royndi, tað eg var
ment. Men trupulleikin var,
at tá var djúp kreppa tí bar
ikki til at fáa hægri játtan.
Tá ið tosað verður um
sparingar á eldraøkinum,
rógva politikarar í samgong
uni altíð aftur á bygnaðin í
almannaverkinum.
Tann trumfin dregur Rósa
Samuelsen eisini.
– Tað er ongin ivi um, at
bygnaðurin má kollveltast, tí
vit hava ikki ráð til at hava
eina so stóra umsiting, sum
vit hava, tí peningurin má
fyrst og fremst koma brúk
arunum til góðar.
At broyta bygnaðin er ikki
løtuverk og á fundinum í
Miðlahúsinum varð ferð eftir
ført ført fram, at tað er
bráðneyðugt at játta meiri
pening til øki. Hvat gera tit
við tað?
– Nú fekk eldraøkið eina
eykajáttan á 4,1 millión, sum
skuldi taka broddin av spar
ingunum, men samstundis
skal bygnaðurin endurskoð
ast.
Rósa Samuelsen heldur
ikki, at vit hava ráð til ein
bygnað, har vit hava eina
fasta nevnd fyri alt landið,
sum skal gera av, hvør skal
sleppa á ellis- og røktarheim.
Tað merkir, at søkir eitt fólk í
Sumba um at sleppa á
bústovn, skal nevnd úr Havn
suður at meta um støðuna.
Tað er ein skipan, ið kostar 1,8
millión og tað hava vit ikki
ráð til.
So frægt álit eiga vit at
hava á fakfólkið kring landið,
at tey sjálvi duga at meta um
støðuna.
Bóru pengarnar aftur
Rósa Samuelsen nevnir eisini
eitt annað dømi um, hvussu
fløktur bygnaðurin er.
Í hennara tíð sum lands
stýriskvinna, fekk Almanna
økið eitt árið eina eykajáttan
á tríggjar milliónir krónur,
men tá ið árið endaði, fullu
fýra milliónir aftur í lands
kassan, tí ongin hevði funnið
útav at brúka pengarnar …
– Tað er ongin ivi um, at
tað er galið við bygnaðinum.
Hon sigur, at vísir tað seg,
at støðan er ótolandi, ivast
hon ikki í, at eldraøkið fer at
fáa eina hægri játtan.
– Eitt, sum er grund
leggjandi er, hvussu lutfallið
er ímillum starvsfólk og
búfólk á einum stovni og tað
er ein spurningur, greiða skal
fáast á nú. Er tað ikki
nøktandi, ivist eg ikki í, at ein
eykajáttan verður latin, sigur
Rósa Samuelsen.
– Men vit mug tryggja
okkum, at pengarnir enda á
røttum staði og koma brúk
arunum til góðar, leggur hon
afturat.
– Tað er ómetaliga týdn
ingarmikið, starvsfólkini eru
nóg nógv í tali, eisini fyri
trygdina. Er ein bústovnur
undirmannaður, kann tað
fáa vanlukkuligar avleiðingar,
skuldi tað hent, at eldur
kemur í, ella onnur vanda
støða tekur seg upp.
Rósa Samuelsen sigur, at
aðrastaðni verður sagt, at tað
er hóskandi at eitt starvsfólk
er til hvørt búfólk. Men á
fundinum í Miðlahúsinum
týskvøldið varð upplýst, at í
Føroyum er 0,85 starvsfólk
fyri hvørt búfólk.
– Tað er rættiliga órógv
andi, sigur hon.
– Men tað hevur eisini
týdning at kanna heima
røktina, tí vit hoyra javnan
um fólk, sum søkja á ellis- og
røktarheim, bara tí at heima
røktin ikki er nøktandi.
Streingja á
Tað var ein annar lands
politikari, sum tók orðið á
fundinum. Tað var Rigmor
Dam og eisini hon var skelk
að av tí, hon hoyrdi.
– Tað, sum fer fram í dag,
kunnu vit ikki bjóða fólki,
staðfesti hon.
– Støðan er akutt og nú
má alt gerast, sum kann, fyri
at bøta um støðuna og tað
má vera alt fyri eitt.
Sjálv ásannaði hon av tí,
at hon situr í andstøðu, er
hennara ávirkan avmarkað,
so hon fær ikki gjørt annað
enn at streingja á.
Annika Olsen: Tørvurin á heimarøkt er nøktaður
– Tørvurin á heimarøkt er
nøktaður!
Tað vóru tey heilt óvænt
aðu boðini, Annika Olsen,
landsstýriskvinna í almanna
málum, hevði at bera Trivn
aðarnevndini hjá Løgtingi
num í morgun.
Landsstýriskvinnan var í
samráði í nevndini í tveir
tímar í morgun, har hon
skuldi svara spurningum um
eldrarøktina.
- Tað, sum kom mest óvart
á okkum, var, tá ið hon boðaði
frá, at tørvurin á heimarøkt
er
nøktaður,
sigur
Rósa
Samuelsen, forkvinna í Trivn
aðarnevndini.
Hon sigur, at annars hava
tingfólk altíð fingið at vita, at
tað mangla 1300-1500 tímar í
um vikuna.
– Tí kom tað rættiliga
óvart á okkum, tá ið vit fáa at
vita frá sjálvari landsstýris
kvinnuni, at tørvurin er nøkt
aður, sigur Rósa Samuelsen.
Hetta stendur eisini í
týðiligari andsøgn við alt tað,
sum varð ført fram á fundi
num í Miðlahúsinum týs
kvøldið, leggur hon afturat.
Hon sigur, at hinvegin
fingu tey ikki nakað greitt
svar á tí stóra spurninginum
og tað er, hvussu lutfallið er
ímillum starvsfólk og búfólk.
– Vit fingu at vita, at tað
er ikki nakað fast tal og at
tað er ymiskt frá stovni til
stovn.
Rósa Samuelsen sigur, at
landsstýriskvinnan er nú
biðin um at nágreina svarini,
serliga um at tørvurin á
heimarøkt er nøktaður og
starvsfólkatalið á bústovn
unum, alt eftir, hvussu nógv
búfólk eru.
Men hon sigur, at nú
hendir einki meiri fyrrenn í
heyst og hon tekur sostatt
ikki undir við áheitanini frá
Tjóðveldi um at kalla Løg
tingið saman at viðgera støð-
una.
Meira verður um sama evni í Sosialinum mánadagin