Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. juni 2013 · Nr. 67 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Tað skuldi taka meiri enn 13 ár hjá Poul Johannes Joensen at fáa eina kenslu av friði í sálina. Landssjúkrahúsið hevur øll árini barst við hond og fót ímóti at viðganga, at feil­ir - enn­tá deyðiligir feilir - vórðu gjørd­ir í sambandi við eina lutfals­liga vandaleysa skurð­ við­gerð at taka gallið á tá 57 ára gomlu Nanny Joensen. Nanny hevði í eina tíð stríðst við gallstein, og hetta var til tíðir so pínufult, at hon mátti liggja heima frá ar­beiði. - Hon hevði ígjøgnum ár­ ini passa hús og børn, og tað hevði annars als ikki gingið, tí eg var upp í 328 dagar burt­ ur frá heiminum, sigur Poul Johannes Joensen, sum sig­l­ di sum skipari, og átti í fleiri feløg­u­m, millum annað P/F Akra­berg, P/F Polarfrost, P/F Ný­borg P/F Polartrol saman við bróðurinum, Jákupi í Lop­ra og øðrum. Meðan tey seks børnini vuk­su til, og eftir at Poul Johannes og konan høvdu selt Shellstøðina við til­hoyr­ andi verkstaði í Vági í 1996, var Nanny byrjað at arbeiða á Suðurlaks. Poul Johannes sjálvur hevði skiparaútbúgving, og tók so ein yvirbygning, so hann kundi føra skip í frá­ landa­vinnu­ni. Hann fekk eisini eitt gott starv hjá ein­ um hálendskum felagi, har hann gjørdist skipari við teim­um treytum, at hann var 28 dagar burturi og síðani 28 dag­ar heima. - Vit vóru komin hartil, at vit nú skuldu taka okkum meira av løttum, nú børnini vóru flogin úr reiðrinum, og bara yngsta gentan búði eftir heima, sigur Poul Johannes Joen­sen. Veruligu trupulleikarnir hjá Nanny byrjaðu í 1999 um heystið, tá hon var til við­gerð­ar fyri gallstein á Lands­sjúkra­húsinum. Hon var fyrstu ferð til viðgerðar í november, og síðani aftur í des­e­mber, har ein lækni tók burt­ur nakrar gallsteinar. - Men tað var greitt, at tað enn sótu gallsteinar eftir í gall­gongdini, tí í tíðarbilinum ímill­um 26. januar og fram til skurð­við­gerðina hevði hon fleiri herðindi av pínu og gul­sótt, sigur Poul Johannes. Fuskað við journalini Síðani hendir tað, at Nanny fær heilar tveir inn­legg­ing­ ar­seðl­ar, ein til framhaldandi við­gerð fyri gallstein, og ein til at skera gallið burtur. - Hon ringir so á Lands­ sjúkra­húsið fyri at fáa at vita, hvønn innleggingarseðil, hon skal halda seg til, og fær stutt eftir at vita, at hon skal skurð­við­gerast, sigur Poul Johan­nes Joensen. Hon verður so innløgd 26. januar, men av tí at hon var lættari forkølað við har­ av øktum temperaturi varð gjørt av, at útseta skurð­við­ gerð­ina. Hon verður so innkallað at koma á Landssjúkrahúsið tann 23. februar í staðin, og verð­ur síðani skurðviðgjørd dag­in eftir. Nú hendi so ein røð av mis­tøk­um, sum í síðsta enda førdu til, at Nanny Joensen fýra dagar seinni varð lýst deyð at vera. Tað er greitt, at okkurt er fuskað við journalini, tí sambært viðgerðandi lækn­ anum vóru tveir stein­ar í gallgongdini, tá skurð­við­ g­erð­in fór fram, men hetta kem­ur ikki fram í skurð­ journal­ini. - Tað var eisini átaluvert, og púra óvanligt, at skurð­ lækn­in fór av landinum dag­ in eftir skurðviðgerðina, sig­ ur Poul Johannes Joen­sen. Undir rættarviðgerðini kom eisini fram undir av­ hoyr­ing av læknanum, ið var til staðar, tá Nanny Joensen doyði, at tað var óhoyrt, at ein urologur framdi hesa skurð­við­gerðina, tí hon átti av røttum at verið framd av ein­um serlækna. Og júst hetta, at teir báðir stein­ar­nir ikki vórðu tiknir burt­ur úr gallgongdini, skul­ di fáa fatalar avleiðingar fyri Nanny Joensen. Við gott mót Læknin, ið framdi skurð­ við­gerð­ina, hugdi inn til Nanny Joensen áðrenn hann fór heim seinnapartin 24. februar, og tá sá alt væl út. Gamaní hevði skurð­við­ gerð­in vart munandi longri enn teir vanligu ein til hálv­ an annan tíma, tí Nanny fór niður á skurðstovuna klokk­ an 9.00 um morgunin, og var ikki uppi aftur á stovuni fyrr enn klokkan 14.30. Støðan var nú hon, at gall­ið var tikið burtur, men í staðin fyri at binda um, vórðu nýtt klips at halda leiðu­num aftur lætnum. Og tað skuldi visa seg at spæla við í syndarligu lagnuni hjá Nanny Joensen. Longu dagin eftir, tann 25. februar, gramdi Nanny seg um pínu. Hon byrjaði at ger­ast bæði gul og bleik, og fór eisini at spýggja. Sambært serfrøðingum frá Rættslæknaráðnum vóru hetta týðilig tekin um, at leki var komin á har gall­ ið hevði verði, og at gall­sýra lak út í búkholuna. Teir báð­ ir gallsteinarnir í gall­gongd­ ini forðaðu fyri, at gall­sýra kundi renna út í tolv­fing­ra­ tarm­in og í staðin rann inn í búk­holu­na. Kortini varnaðust hvørki lækn­ar ella sjúkrasystrar hesi týðiligi tekin. - Systir mín og svigar­ inn­an vitjaðu saman við teirra døtrum Nanny, og fyri teimum sá hon ógvuliga illa út, og tað líktist als ikki hen­ ni. Nanny var tó við gott mót og segði, at nú mátti hon taka seg saman og blíva frísk, so hon kundi koma suður aft­ ur at passa hús, heim og ar­ beiði, sigur Poul Johannes Joen­sen. Í januar mánað høvdu tey fing­ið ein AFS'ara úr New Zea­landi í húsið, og saman við dóttrini vóru tey tískil fýra fólk, Nanny íroknað. - Ætlanin var, at eg skul­ di fara norður eftir Nanny fríggjadagin 25. febru­ar, men av tí at veðr­ið var so ringt, hildu lækn­ar­nir tað vera betri, um Nanny varð liggj­ andi á Lands­sjúkra­húsi­num tvørtur um viku­skift­ið, tí ringa veðrið kundi føra til, at hon fór at spýggja á veg suð­ ur, sigur Poul Johannes. Hann var tí verandi har suð­uri, lítið vitandi um sváru pínu­na, ið konan hevði at drag­ast við á Lands­sjúkr­a­ húsi­num. Fullkomin ruðuleiki Fríggjadagurin gekk so at enda, og leygardagurin upp­ rann. Men har var eingin betr­ing at síggja hjá Nanny. - Støðan bara versnaði, men starvsfólkið á Lands­ sjúkra­húsinum vissaði okk­ um um, at har var alt, sum tað átti at vera. Men tað var týðiligt fyri systir míni og svigarinnuni og teirra døtr­ um, at har ruggaði ikki alt rætt. Nanny varð byrjað at tosa í ørviti, og tað skuldi vísa seg, at hon var fylt upp við morfin, fyri at taka ring­as­tu pínuna, sigur Poul Johan­nes Joensen. Dóttir til systrina var so órógvað, at hon val­di at fara om­an aftur á Lands­sjúkr­a­ hús­ið sunnu­morgun­in, og tá hon spurdi eftir Nanny fekk hon at vita, at hon hevði fingið hjartastopp um nátt­ ina, og nú lá í respiratori á B8. - Vit fingu so boð sunnu­ morg­un, um at koma norður sum skjótast, um vit vildu sígg­ja Nanny á lívi. Og tú kanst ætla, at tað var ein ræðu­lig­ur skelkur at fáa slík boð, tí alt, vit høvdu frætt frá Landssjúkrahúsinum fram­ m­an undan var, at her stóð væl til og her var alt í lagi, sig­ur Poul Johannes Joen­ sen. - Veðrið var framvegis ógvu­liga illfýsið, og leygar­ morgunin slógu elsta dótt­ ir­in og maður hennara av at fara norður, júst tí veðr­ið var so vánaligt. Tey høvdu okkurt ørindi, og so æt­laðu tey sjálvandi at vitja Nan­ny, sigur Poul Johannes Joen­ sen. Nú gjørdist so einki til sunnu­dag seinnapart, og tey fóru so norður við Smyrli klokk­an 15.30. - Maður til systur­dóttur­ ina stóð fyri okkum á kaini og vit kvikaðu okkum út á Lands­sjúkra­húsið. Og tað var ein lítið tespilig sjón, ið møtti okkum har. Nanny lá í respira­tori og uttan iva deyð tí vit fingið ikki samband við hana, sigur Poul Johannes Joen­sen. Skuldu njóta lívið Læknin, sum hevði vakt, var har, men hann kundi bert stað­festa, at har var lítið eft­ ir. - Nanny lá so í respiratori til dagin eftir, og klokkan Hetta skulu teir koma at svíða fyri - Tú kanst ætla, at vit vóru skelkaði, tá vit funni út av, hvussu stóð til hjá konuni. Alt tað, ið vit høvdu fingið at vita frá Landssjúkrahúsinum var, at har var alt í lagi. Men tað var ikki í lagi, og tað hevur tikið meiri enn 13 ár at fáa eina avgerð i málinum. Men eg lovaði konuni, meðan hon lá í respiratorinum, at hetta skulu teir koma at svíða fyri, um tað so kostaði okkum alt, vit áttu, sigur Poul Johannes Joensen feilviðgerð á Lands­sjúkra­húsinum