Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 2013síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 14. juni 2013 · Nr. 67 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 12.53 mánadagin 28. februar var hon so lýst deyð at vera, sig­ur Poul Johannes Joen­ sen. Hann sigur at hesin sami lækn­in, ið hevði havt vakt, tá tey komu á sjúkrahúsið seint seinna­partin sunnudagin, pá­stóð, at konan var deyð av blóproppum, men fyri hon­ um hevur tað verið týðiligt, at eg ikki trúði honum. Hann kom aftur umleið 1. tíma sein­ni og segði, at Nanny helst var deyð av leka frá har gallið hevði verði, hvar so gallsýra síðani var runnin inn í búkholuna og hevði ført bruna við sær og hevði oyði­ lagt fleiri gøgn, sigur Poul Johan­nes Joensen. Hetta vóru svár boð at fáa, og Poul Johannes greiðir frá, hvussu skelkaður hann var. - Eg minnist, at eg stóð uppi yvir konuni, meðan hon lá í respiratori, og um hon hoyrdi meg ella ikki, skal eg ikki kunna siga, men har lovaði eg henni, at hetta skul­ du tey koma at svíða fyri, um tað so kostaði okkum alt vit eiga, sigur Poul Johannes Joen­sen. Men at stríðið skuldi ger­ ast so hart og drúgt hevði hann í sínum villasta fantasi ikki kunna ímynda sær. - 13 ár eru gingin, síðani konan var feilviðgjørd á Lands­sjúkra­húsinum, og tað er ikki fyrr enn niður­støð­an frá rætts­lækna­ráð­num tann 05. februar 2013, at mót­part­ urin í Rættar­máls­skriv D, dagfest tann 13.03.2013, tek­ ur játtandi til orðanna við­ víkjandi sakar­kravi 1. sum við­vík­ur ábyrgd, sig­ur Poul Johan­nes Joen­sen. Tað var ikki soleiðis, hann hevði ímyndað sær lívið, tá hann hevði fingið góða starv­ ið hjá hollendska off-shore felag­num. - Vit skuldu júst til at njóta lívið saman. Alt sá so ljósareytt út, og með­an vit gleddust so um til­veru­ na, varð lívstráðurin hjá Nanny skorin av orsak­að av kleyv­ar­skapi á Lands­sjúkra­ húsinum, sigur Poul Johan­ nes Joensen. Og hann hevur nakað at hava sínar pástandir í. Skjøl­ ini í málinum prógva tað. Nú er so bara at bíða eftir, at rætturin tekur støðu til endur­gjaldið. - Men tað er einki, ið kann viga upp ímóti, framvegis at havt Nanny her, slær Poul Johan­nes Joensen fast. feilviðgerð á Lands­sjúkra­húsinum Tað, sum skuldi gerast eitt lív í njótan saman við konuni, gjørdist í staðin eitt 13 ára langt marrustríð við heilsumyndugleikarnar Mynd: Leo Poulsen