hósdagur 13. juni 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. juni 2013 · Nr. 67
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
9. partur
Tá ið skrivað verður um eina slíka
hending kemur altíð okkurt afturat
frá somu og øðrum keldum. Her
kann fyrst nevnast, at keldur eru
sum ivast í leiklutinum hjá Esso
Søldarfjørð í hesum sorgarleiki. Tær
siga, at hesin bátur kom inn eftir
fjørðinum aftaná, at vanlukkan
var hend.
Sum greitt frá í fyrra partin um
torvbátin varð líkið av Pola funn
ið í sugguni í Kirkjubø. Hetta minn
ist Tróndur Patursson. Tað var
abbabeiggi hansara, Sjúrður, sum sá
“okkurt” í sjónum. Hann fór sjálvur
annar í bátin, og tá var hetta eitt
lík. Tað varð so fingið upp á land og
lagt á ein stiga. Síðan varð tað sett
inn í kirkjuna fyri náttina.
Dagin eftir varð líkið av Frits
Christiansen, Frits klokkarin nevnd
ur, koyrt til Havnar á hospitalið.
Frits hevði lastbil, sum eisini varð
nýttur sum líkbilur. Tað var javnan,
at hann eisini koyrdi kistur úr Sana
toriinum oman í býin.
Evi hevði fyrr upplivað at missa
á sjónum. Um hetta greiddi beiggi
hennara Andrew Godtfred í 2004
frá í FF-blaðnum:
“Niels Jespersen í Hovi hevði ført
Silver Spray. Hann var forlovaður
við systir míni Evi. Í 1936 var hann
skipari á saltfiskaveiðu, men so
varð hon umbygd til fiskiskap við
snurriváð og fekk eisini nýggjan
motor. Ein dani fór at føra hana um
várið og summarið í 1937 fyri at læra
manningina, hvussu veiðast skuldi
við hesum tá ókenda reiðskapi.
Meiningin var so, at Niels skuldu
gerast skipari. Men ólukkutíð slerdi
hann út á heimreisuni við Silver
Spray, seinasta túrin danin var
skipari. Tá skuldi Niels taka við”.
Tá fór Andrew við sum skipari.
Porkerisnes var eitt paradís
Í fyrra partinum høvdu vit frásøgn
hjá Oddmar hjá Pola. Hann leggur
afturat:
“Mær dámdi sera væl at koma
út í Porkerisnes sum drongur, men
hendan skaðadagin var so síðstu
ferð, eg var úti í Porkerisnesi í nógv
ár. Eg hættaði mær ikki út aftur í
Porkerisnes fyrr enn í 1994, tá ið vit
vóru og ferðaðust í Porkeri, kona
mín og báðir synirnir. Vit vóru har
úti aftur í 2005 og aftur seinni, so nú
havi eg fingið eitt normalt forhold
til at fara út aftur í Porkerisnes.
Ein góðan dag har úti fingu
stundir at síggja, hvussu vakurt har
er. Tá varnaðust vit eisini, hvussu
langt vit kundu síggja, og hvussu
nógvar oyggjar ein sær har úti.
Eg kann siga, at eg eri takksamur
fyri, hvussu tað síðani er gingist
okkum, hóast vit fingu tað stóru
sorg, at yngsti beiggi okkara, Bjarni,
sum bert var eitt ár í 1952, doyði í
1957, beint áðrenn hann fylti 6 ár.
So vit eru nú trý systkin á lívi.
Hinu eru Ruth í Fuglafirði og
Arne í Havn, sum eisini hava verið
keldur til hesa frásøgn.
Vóru í Brøðrasamkomuni
Poli var sonur Onnu og Mikkjal
Poulsen í Porkeri. Tey vóru millum
tey fyrstu í Brøðrasamkomuni í Por
keri. Stutt eftir at Poli var føddur
doyði mamman.
Mikkjal hevði lætt við at tosa við
fólk. Hóast hann var í Brøðrasam
komuni var hann væl við prestin
Busch, so teir skiftu eisini orð um
trúarmál.
Tað finst ein sálmur, sum Mikkjal
hevur yrkt. Hann er prentaður í
blaðnum Naade og Sandhed for
unge og gamle, som Arthur Brend,
enskur tannlækni og trúboðari, og
Dánjal J. Danielsen, kendur frá sín
um virksemi í Congo, fóru at geva
út í 1915. Hesin sálmur hevur neyv
an staðið á prenti síðani, tí verður
hann endurgivin í hesi grein. Sí
omanfyri.
Danbjørg í Sosialinum
Johan Danbjørg, tingmaður og lær
ari í Porkeri, hevði grein í Sosial
inum um hesa vanlukku við torv
bátinum, har hann millum annað
skrivaði:
”Eingin veit frá einum at siga”
sigur gamalt orðatak, og lagt verður
aftrat ”Eingin veit frá fleiri at siga,
tá ið eingin av teim ber boðini
heim”.
Soleiðis hevur ofta hent í Porkeri.
Tey elstu fólkini her minnast um
seksti menn, ið druknaðir eru hiða
ni í bygdini.
Náttina millum 22. og 23. juli
fórust fýra menn á besta aldri.
Veðrið var av tí allar besta, so
eingin vardi um nakran vanda, men
”eingin veit á morgni at siga, hvar
hann á kvøldi gistir.”
Napoleon Poulsen, 39 ár nú hann
doyði, var tann fyrsti, ið fór sum
skipari frá Føroyum til Bretlands
við feskum fiski undir krígnum.
Hann var tá ógiftur. Ein systur segði
tá við hann: ”Tú Poli, tú mást ikki
fara, tí tú kemur ikki livandi aftur.”
Men Poli læði blídliga sum vanligt
og segði: ”Trýrt tú at eg doyggi, fyrr
enn tíð mín er komin? Hevur Harr
in ætlað mær at doyggja, so doyggi
eg, um tað er í túninum her”. Við
góðum treysti fór hann avstað og
sigldi millum minur, kavbátar og
annað sum flúgvarar, ið skutu eftir
honum, soleiðis at kúlurnar, komu
gjøgnum stýrihúsið, har hann stóð
og stýrdi. Líka djarvur fór hann
næstu ferð avstað aftur, og líka so
djarvur hevur hann bæði fyrr og
aftaná bardagan siglt í ódnarveðri
eysturi við Russland og vesturi
við Grønland eins og við Ísland og
miðvikan
Torleif Bech: Meira um
torvbátin í Porkeri
Í seinasta parti varð greitt frá syrgiligu vanlukkuni í Porkeri í 1952, tá ið fýra menn og
dreingir í besta aldri doyðu. Hesa ferð hava vit nøkur ískoyti til hesa søgu
Torleif Bech
O, Jesus, mine Synder har korsfæstet dig,
i bitreste Smerte du døde for mig.
Pris være da Lammet i Himmelens Kor,
højt lyder og Sangen hernede paa Jord!
Den Sang maa gjenlyde saa højt her i Dag,
for unge og gamle den vigtigste Sag.
Det vigtigste i Livet, som nogen tænke kan,
giv Jesus nu Æren, vore kære Frelsermand.
Tænk Sangen som lyder i Himlen i Dag,
den skal vi og synge i frydefuldt lag
for Tronen om Lammet, som døde for dig,
bliv med hos Jesus, det vil ogsaa glæde dig.
Ja, de som har arbejdet i Herrens store Sag,
belønnet skal blive af Jesus hin Dag.
Han som sidder ved Faderens højre haand
og hersker fra sin Trone over Hav og over Land.
Han bereder nu en Plads udi Himmelens Hjem,
for alle Guds Børn, kom og slut dig til dem!
For evigt at bo i den gyldne Stad,
tænk Ven paa de Stunder, vil du blive glad.
Tænk paa den hver Time, tænk paa den hver Dag,
lad det for dig være den vigtigste Sag,
her findes sand lykke, min Ven, saa god,
thi jeg er og frelst ud i Lammets dyre Blod.
Mikkjal Poulsen
Minningardagin fyri teir sjólátnu, 1. november, 1952 hevði Dimmalætting
eina serliga minningargrein um teir, sum fórust við torvbátinum.