Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 14. juni 2013 · Nr. 67 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 miðvikan Føroyar á vetri og sumri. 10 dagar áðrenn hann doyði kom hann eystaneftir við nærum full­um trolara, ”Høvdaberg”, sum hann var ein av oddamonnunum fyri at keypa, og sum hann førdi inn­til havið tók hann – ikki í Hvítahavinum ella við Grønlandi, hagar hann nú ætlaði sær; men tætt við heimbygd sína í slíkum dýrd­arveðri, sum sjáldan áður hevur verið. Saman við honum fóru tríggir aðrir, sum eg eisini skal nevna. Napoleon var elstur av teim . Hevði fylt 40 ár nú um nakrar dagar. Eftir situr einkja við 4 børnum. Tað elsta 10 ár. Hin næstelsti var Jens Leo – 30 ár – sum eisini var av raskastu sjómonnum, men vegna tess, at hann er fáminingur, veit eg minni um hann. Fyri 6 árum síðani giftist hann higar til Porkeris. Eftir hann situr einkja við trimum smáum børnum. Tað elsta var 5 ár. Í tí heimi, sum Jens Leo var inn­ giftur í, hevði sorgin mangan áður verið. Eg kann soleiðis minna á tann sorgarleikin fyri 8 árum síðan tá ið motorbáturin ”Louisa” gekk burturvið fýra monnum. Tveir av teimum vóru brøður hennara, ið nú misti mann sín. John Poulsen – 17 ár – var ein­asta barn. Pápi hansara Josva, bróður til Napoleon Poulsen, var motor­ passari við ”Maritanu”. Hann fær nú tey tungu boð at hansara einasta barn – ein evnagóður unglingi – og bróðurin, ið búði undir líðini á honum, eru báðir druknaðir. Her verður tómligt at koma heim aftur. Herman Eli Dam – 15 ár – var son­ur eina einkju. So har fellur sorg­in eisini tung yvir tapið av ein­ um evnagóðum unglingi. Beint nú fekk undirritaði bræv frá harra fólkatingsmanni P. M. Dam. Brævið byrjar soleiðis: ”Tøkk fyri títt seinasta bræv. Men áðrenn eg komi til tað, má eg bera fram mína samkenslu við øllum teimum, ið vara av teimum, ið so syrgiliga fórust á sjónum nú ein dagin. Undarliga, at tað skal kunna bera so til, at menn, ið koma heim frá tí víða stóra havinum, har ið lívið altíð er í vanda, skulu koma heim at leggja beinini við okkara strendur í dýrdarveðri. Ófatiligt. Skiparin á ”Høvdaberg” (Poli) var vorðin mín persónligi vinur. Vit vóru komnir so nógv saman í trupulleikanum við ”Høvdaberg”. Mær dámdi hann betri og betri, jú nærri eg lærdi hann at kenna. Ein stásmaður og rættur maður í orðsins besta týdningi. Tað er landa­ skaði, tá ið slíkir menn doyggja á besta aldri frá starvi sínum, og bygd tykkara hevur mist nógv. Hinar menninar kendi eg ikki. Merkiligt sum Porkeri er rakt av óhappinum á sjónum. Havið hevur verið ein dýrur bróður. Váttað næstingum mínar sam­ kensl­ur og heilsað teimum frá mær.” Ja, soleiðis skrivar P. M. Dam privat til mín; men eg lati hesi orð fara framvið fyri lesararnar; tí tað sama siga øll tey, sum eg havi hitt í hesum tungu døgum. Stórt og tapið og saknið. Vit lýsa frið og signing yvir minni teirra. Um Pola Poli var føddur 25. august 1912, og hann tók skiparaprógv í 1935. Hann fór til skips í 1928 við Johan í Gjørð­um við Riddaranum. Hetta var árið eftir ta syrgiligu van­lukk­ una í 1927, tá ið sjey mans av báti á Riddaranum druknaðu við Fagra­ nesi uppi við Langanes í Íslandi. Poli var við Riddaranum fram til 1932, tá ið hann fór við Gracie, har Jákup Nielsen, ættaður úr Nólsoy, var skipari. Krígsárini sigldi Poli við Irex og var av og á skipari á henni. Aftaná kríggið var Poli ein av oddamonnunum at keypa Høvda­ berg, sum p/f Høvdin í Porkeri átti. Her var hann skipari fram til henda vanlukkan hendi. Tveir dreingir uttan fyri ættina vórðu uppkallaðir eftir Pola. Børge Persson, sum eitt skifti var bý­ ráðslimur í Havn, sigldi saman sam­ an við Pola við Høvdaberg. Hann fekk um hesa tíðina ein son, sum fekk navnið Poli. Hans Pauli undir Stígnum í Porkeri,vinmaður Pola, fekk eisini um hesa tíðina ein son, sum longu var navngivin. Hann fekk eisini navnið Poli. Um Jens Leo Jens Leo var ættaður úr Fámjin og var giftur til Porkeris við Onnu, dóttir Johan Godtfred, beiggja Dias á Heyggi. Hann hevði lært til skipara í 1945 og sigldi við ymiskum skipum fram til hesa vanlukkuna. Hann var giftur inn til verforeldrini, men hevði ætlanir um at fara at byggja, men hesum kom so ikki meira burt­ ur úr. Anna giftist 47 ára gomul við Jacob Heinesen í Porkeri. Tey fingu nøkur ár saman, men hann doyði eisini, so Anna gjørdist aftur einkja. Hon er nú 87 ára gomul. Torleif Bech, sum var saman við Jens við Ósa, greiðir frá um tíð­ina saman við Jens: “Hann var við okkum um summarið í 1952. Vit mistu møguleikan at fiska við snurri­váð, tí fiskimarkið í Íslandi bleiv útflutt, so leiðirnar, sum vit vóru kendir við, vórðu stongdar. So vit fóru til saltfisk við Ósa tað summ­arið, áðrenn farið varð á sild. Vit vóru átta mans og royndu undir Føroyum. Tað var sera góður fiskiskapur, vit royndu á Munka­ grunninum og vestan fyri Suður­ oynna. Eg skal nevna ein góðan dag. Vit fingu 22 skippund og var hetta besti dagur, ið vit gjørdu við Ósa til saltfisk, hetta var við snøri, lodd og tveimum húkum. Jens og eg stóðu á bógnum. Eg nevni hetta fyri at minnast til Jens eisini, ein stak raskur maður, hartil vinsælur og góður at vera saman við. Herman og John vóru eisini fittir dreingir.” Komandi Miðvika Í komandi parti er Torleif við Agnes Louise, Beinisvørð og við trolara í Íslandi. Her síggja vit Evi  og hennara. V.f.Ruth og Jóannes Thomsen, Karen  og  Oddmar Poulsen við Evi millum sín,  Arne og Sedea Poulsen. Mikkjal Poulsen, pápi Pola J.A. Godtfred, Dias á Heyggi, var verfaðir Pola. Salurin hjá Brøðrasamkomuni í Porkeri, har Mikkjal var ein tann fyrsti. Høvdaberg var ein av teimum mongu trolarunum, sum komu til Føroyar eftir kríggið. Hetta er ein annar av teimum, Tindhólmur.