Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. juni 2013 · Nr. 67 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Føðingar 6. juni 2013 fekk Angela ein lítlabeiggja. Hann vigaði 3950 gr. og var 56 cm langur. Foreldrini eita Ingrid Bjarnastein og Rói á Kósini. Fríggjadagin 10. mai fingu Paula Ólavsdóttir og Albin Johannessen ein son, hann vigaði 3.650 gr og var 54 cm langur. Hann hevur fingið navnið Nóa. 2. juni fingu Kári Groth Danielsen og Christina Nolsøe, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4410 gr. 5. juni fingu Fróði Johannesen, Nes Eysturoy. Palma Ryggs­ hamar, Leirvík, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3900 gr. 5 juni fingu Joan Katrinardóttir Magnussen, Tórshavn, & Erl­ ing Dávidsson Jacobsen, Norðragøta, eina dóttur. Hon var 57 cm long og vigaði 4790 gr. 24. mai fingu Leon, Gunna og Kristin henda fitta, lítla beiggj­an. Hann var 51 cm langur og vá 3570 gr. Foreldrini eru Signhild og Símun Erik Johannesen í Tórshavn. 5. juni fingu Ester, Sanna og Jákup eina lítla systir. Hon var 54 cm long og vigaði 4110 gr. Foreldur teirra eita Rannva H. og David R. Davidsen, Tórshavn Minningargrunnur Johannu og Conrad Skaale Við hesum verður boðað frá, at Minningargrunnur Johannu og Conrad Skaale býtir stuðul út sambært umsóknum. Endamál grunsins eru: - At veita stuðul til útbúgving til eftirkomarar eftir systkjunum hjá Johannu og Conrad Skaale, - at veita stuðul til útbúgving hjá foreldraleysum børnum uttanfyri slektina, - at veita stuðul til børn, ið eru foreldraleys, ella sum hava mist annað av foreldrunum, og sum eru treingjandi á ein hvønn hátt, og - í serligum førum at veita stuðul til onnur ungfólk, hóast umsøkjararnir ikki lúka treytirnar omanfyri, tá helst til útbúgvingarendamál. Umsóknir um stuðul úr grunninum skulu vera inni í seinasta lagi 15. juli 2013, og umsøkjararnir kunnu rokna við at fáa svar, áðrenn august mánaður er farin. Umsóknir um stuðul skulu hava neyðugar upplýsingar og prógv um útbúgving higartil, ætlaða útbúgving og mettar útreiðslur í hesum sambandi. Umsøkjarar, ið eru skyldir við stovnararnar sum ásett omanfyri, skulu senda váttanir um skyldskapin saman við umsóknini. Onnur enn skyldfólk hjá stovnarunum kunnu eisini søkja um stuðul. Umsóknirnar skulu sendast til: Minningargrunnur Johannu og Conrad Skaale c/o Halgir Winther Poulsen, adv. Frúutrøð 4 Postboks 6 110 Tórshavn hwp@jura.fo