hósdagur 13. juni 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 14. juni 2013 · Nr. 67
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
15. juni verður
Finn Gudmundsson 70
Eg veit ein góðan seyða
mann, og tað er Finn Gud
mundsson. Finnur er eitt
natúrmenniskja. Hann er eitt
við umhvørvið í Klemmuni.
Her er hansara gongd sum
røktingarmaður og álitis
maður. Trúfastur er hann
sum trøllið. Ja, fert tú t. d.
snimma á morgni ein sunnu
morgun í lembing ella bara
so hissini ein túr Norður í Líð,
so møtir tú einum kimiligum
og røskum manni, Finni,
sum í hesum aldingarði við
síni inniligu sál røktar hag
an úr fjørukletti upp í tær
hægstu røkurnar , evnað til
úr Guðs hond, brýnt av vindi
og veðri í milliónir av árum.
Ja, tað er altíð ein gudagivin
løta at vera á fjalli í Klemm
uni saman við Finni og fjall
skipanini. Hesir menn, eins
og allir fjallmenn í bygdini og
Føroya landi, hava sett síni
fingramerki í stein og tinnu
síðani landnámið og fara um
sína ódn stillisliga, men eisini
við onkrum rópi av og á.
Atferðin hjá hesum monnum
og skavi av fjallstavum er
ritað í Borgina, Eysturskarð,
Gjókluft, Ennigarð og bæði
í Heimarugjógv og Norð
arugjógv. Slíkar poetiskar
framstillingar
finnur
tú
kring alt landið, men tá ið
Finnur við hundinum Leiku
ta einu løtuna er niðri við
sjóvarmálan og næstu løtu
uppi undir Svarthamarsrók,
ja, so standa vit aðrir, ið ikki
hava hesa styrkina í okkara
knæsbótum og undrast .
Undrast tað skalt tú, men
Finnur Gudmundsson strýk
ur av stað sum ein hvirla
oman og niðan, og verður
hann ikki tikin, - sjálvt hetta
er eitt undur.
Um at realisera
seg sjálvan
Ja, á einum sinni vit vóru
á fjalli í skurð, so var skeið
í Havnini um at realisera
seg sjálvan. Hetta umrøddu
vit, áðrenn vit tóku okkum
niðanfrá, at taka í egnan
barm og verða realistiskur
í eini fjallgongu. Eg havi
havt tann heiður, saman við
Hálvdani Mohr, fyrrv. lærara
og samstarvsfelaga, at fara
niðanfrá saman við honum,
upp ígjøgnum Gjóstýggj og
upp í Tungu, har ein við
tøkugarður er og skal ansast
eftir, at seyðurin ikki ferð
um hetta hegnið, men verð
ur bendur heimeftir aftur.
Mangan er eitt fylgi komið
turnandi norðureftir undir
Svarthamarsrók, og vit hava
staðið við endan av hesum
garði og hildið fast um okk
ara ódn.
Henda dag, meðan skeiðið
var í Havnini um at verða
realistiskur
og
realisera
seg sjálvan, stóðu vit báðir
Hálvdan her við henda garð.
Nú fylgið kemur norðuryvir,
letur í Hálvdani: ” Frits, reali
sera nú teg sjálvan, tú nú!”
Her stóðu vit negldir fast
ir í ein veruleika, sum ikki
var ein uppruni á einum
skeiði í Havnini, men ein
siðvenja frá farnum døgum í
øldir. Finnur Gudmundsson
er realistur, hann er longu
komin úr fjørukletti við
sínum fylgisneyta, Leiku, og
er nú ovast uppi á Rustini
oman fyri Eysturskarð. Hann
rópar, at nú kemur fylgið
norðuryvir. Sleppur tað, so
er eingin bót, so fer tað longri
norðureftir, sum vargur við
vaðhornunum millum lag
kleyvar og drunn líkt urgu
spælara, ið treður urguna ein
høgtíðsdag í kirkjunu.
Fjallaprædika
Tað er ein ávísir hátíðardámur
yvir røktingarmanni og fjall
monnum, tá ið vit standa
ovast uppi í hesum stóra
katedrali, sum umboðar alt
undan skaparans listakendu
hond. Alt er eitt ævinleikaboð
av magn og anda, sum livir í
hvørji spjørr , hjálpirót, kleyv,
tinnu, hvørjum strá, lyngi
og hvørjari steinsettu rók.
Her er røktingarmaðurin
hvørki hábundin ella í hafti,
men livir sítt sæla lív í ein
um altarkringi skaptur av
tí almáttuga, ið letur vínið
í bikarið og gevur breyðið
á tungu til fjallskipanina
væl hjálptur av røktingar
manninum. Eins og ein
deknur stendur Finnur á
hamarsenda,
kórsgáttini,
og lesur Fjallaprædikuna
fyri seyði og fjallmonnum.
Borgin ovast uppi er altarið
og altartalvan. Nærri einum
ediligum
røktingarmanni
kanst tú ikki koma, har
morreyða troyggjan og blái
jakkin serliga festir seg við
bláu kápuna hjá Mariu Moy.
Jørðgrøni liturin, grái steina
mosin,
skarðlendi,
ljósu
skýggini og blágráa himmal
hválvið flytur okkum sum
eina forsjón til eina lívrunna
verð, sum ikki er av hesum
heimi. Hetta vita vit, men
einki verður sagt um hetta,
tí tað livir í natúrini, í okkum
og í seyðinum.
Endi
Finnur er sonur Eivind Gud
mundsson og Signhild Gud
mundsson, gentunavn Finn
son. Omma Finn í móðurlegg,
Elisabeth Maria Johannesen,
var dóttir Ole Johannesen f.
1869 og Súsannu Malenu
Haldansen f. 1868. Óli var
ættaður av Sýnini í Oyndar
firði, og Súsanna Malena var
ættað úr Lamba. So Finnur
hevur røtur bæði í Oyndar
firði og í Lamba eins og grein
skrivarin.
Nú eru runnin sjeyti ár
á ti jarðiska hagapartinum,
har hann er føddur í Lamba
og uppvaksin á Glyvrum og
í Lamba. Giftur við Jonu,
skyldkonuni úr Fuglafirði –
dóttir Alvildu og Poul Christ
iansen. Faðir og Alvilda vóru
systkinabørn. Børnini eru
Eyð, Pól og Signhild, og eiga
tey seks ommu- og abbabørn.
Finnur er uppkallaður, so
tey eiga ein lítlan, fittan
røktingarmann í Havnini.
Hjartaliga til lukku við
teimum sjeyti árunum og
takk fyri manga góða løtu í
Líðini.
Frits